Home Altjóða luttøka Øssur Debes Eiriksfoss 2 føroysk met sunnudagin!!

Øssur Debes Eiriksfoss 2 føroysk met sunnudagin!!

by Hallur Holm

Tann trúgvi lesarin hjá athletics.fo heldur seg heilt víst kenna hesa yvirskriftina aftur. Og hann fer heldur ikki heilt skeivur. Tí í september 2010 var soljóðandi greinayvirskrift her á síðuni: “Øssur Debes Eiriksfoss 2 føroysk met leygardagin”

Tað er nógv virksemi í innan frælsa ítróttin í hesum døgum. Bæði Hvirlan og Treysti eru í Íslandi við stórum hópum, har tey hava verið í stórari kapping í Reykjavík, nevnd Stórmót IR. Størri verður tað neyvan! Flestu av hesum eru børn og ung, men eisini einstakir vaksnir luttakarar hava umboðað okkara feløg og land. Ein av hesum var Øssur Debes Eiriksfoss úr Hvirluni, sum kanska ikki er tann, sum vit hava hoyrt mest um í frælsum ítróttarhøpi.

Øssur í samrøðu við 3-2 beint eftir at hann hevur vunnið føroyska metið í hæddarlopi í september. (mynd: Hvirlan)

Øssur hevur verið fimleikari frá barnaárum, og hevur haðani ment gávur, ið væl kunnu nýtast í frælsum ítrótti. Tað er serliga í hæddarlopi, men ikki minst í trístøkki, at Øssur hevur víst serligar gávur. Og tað var eisini í hesum báðum greinum, at gomlu metini fullu september.

Tað hava ikki verið so nógvir møguleikar hjá Øssuri at kappast í hesum greinum, av tí at tær so sjálvdan verða fyriskipaðar. Men nú í Íslandi var so gylt høvi at vísa sínar dygdir. Fyrst var trístøkk á skránni. Tað gekk ikki so væl fýra tey fyrstu umførini. Okkurt yvirtraðk og hini um 13 metrar. Í september vóru trý lop omanfyri 13 metrar, har tað longsta var 13.25 og føroyskt met.  Men so í fimta lopi bragdaði. 13,33 metrar og nýtt føroyskt met. Í sætta og seinasta lopi bleiv enn betur. 13,40 metrar og enn ein betran av føroyska metinum. Hetta rakk til eitt silvurmerki. Gullvinnarin setti eins og Øssur tjóðarmet við einum lopi upp á 15,27 metrar!


Frá kappingini í trístøkk í september (mynd: Hvirlan)

Seinni í dag var so kappingin í hæddarlopi á skránni. 9 luttakarar vóru við, og byrjað varð á 150 cm. Øssur kom inn í kappingina á 160 cm og kláraði í fyrstu royndini. Síðani var yvirleggjarin koyrdur 10 cm hægri upp, og aftur á 170 cm kláraði Øssur í fyrstu royndini. Enn var bert ein luttakari fallin frá, og nú skuldi leypast upp um 175 cm. Og aftur hesuferð gekk sum fótur í hosu. Setningurin greiddur í fyrstu royndini.

Framvegis átta av níggju luttakarum við, og nú varð hæddin 180 cm, ella 4 cm omanfyri føroyska metið. Í september var Øssur bert millimetrar og svart óhepni frá at klára hesa hæddina, so nú skuldi tað verða! Fyrsta royndin miseydnaðist tó, men í aðru atløgu bar til. Aftur nýtt met! 


Einasti munur á Øssuri og fuglunum er, at Øssur flýgur á rygginum. (mynd: Hvirlan)

Ein luttakari afturat fall frá í royndini upp um 180 cm, og nú var hæddin 185 cm. Tríggjar royndir fekk Øssur, men tær miseydnaðust allar. Teir vóru tríggir, sum fullu frá í hesum umfarinum. Ein hevði fleiri og ein færri feilroyndir enn Øssur, sum sostatt endaði á 6. plássi. Heiðursmerkini fóru fyri 200, 195 og 185 cm.

Øssur var eisini við í longdarlopi, har hann gjørdist nr. 4 við 5.75 metrum og í 60 m rimarenning, har hann gjørdist nr. 17 við 7,88 sek.

Tað vóru trý føroysk senior-heiðursmerki afturat í Reykjavík um vikuskiftið. Ein gamal kenningur hjá okkum vann nevnliga silvur á bæði 3.000 leygardagin og 1.500 m sunnudagin. Talan er um ævigt unga Guttorm Sørensen úr Treysti. Ein annar Treystamaður vann bronsumerki á 1.500 metrum, og var tað eisini ein æviga ungur maður, nevnliga Borgar Biskopstø.


Borgar Biskopstø (1962!!) vann bronsu á 1.500 m í Stórmót IR í Reykjavík. (Mynd: Treysti)

Bæði Hvirlan og Treysti hava vunnið fleiri heiðursmerki hjá teimum yngru, og onkur gullmerki eru eisini vunnin! www.hvirlan.fo og www.treysti.fo hava ella fara at leggja út frágreiðingar frá kappingunum, sum hava víst, at tað er gylt framtíð í frælsa ítróttinum.

Øll úrslitini frá kappingini eru her: http://mot.fri.is/cgi-bin/ibmot/dagskraib1553.htm Far inn á Úrslit dagur 1 ella Úrslit dagur 2 og leita eftir Færeyjar

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur 24.01.11 - 15:56

Hesi bæði metini hjá Øssuri eru sjálvandi innanduramet!

Uttandurametini frá september standa enn!

Comments are closed.