Home Altjóða luttøka Øssur gull, Rói og Hanus bronsu!

Øssur gull, Rói og Hanus bronsu!

by Hallur Holm

Fyrri dagurin í Hvidovre, har 9 føroyingar eru við til DM fyri ung, hilnaðist stak væl. Heili trý heiðursmerki komu í hús, og enntá eitt úr gulli. Tað var Øssur Debes Eiriksfoss, sum gjørdist danmarksmeistari í trístøkki fyri U22. Øssur leyp ikki heilt upp til sítt allarbesta, men í triðju royndini leyp hann 13,84 metrar, og hetta var meira enn ríkiligt at vinna gullið. Sambært úrslitalistanum leyp Øssur ikki í teimum báðum seinastu umførunum, og kann tað hugsast at hann hevur onkrar skaðar at dragast við. Í morgin skal Øssur kappast í longdarlopi og hæddarlopi. Serliga í hæddarlopi eru vónirnar um enn eitt gullmerki stórar.

Øssur Debes Eiriksfoss danmarksmeistari fyri U22 í trístøkk. Her loypir hann í Gøtuborg fyrr í summar.

Eitt sindur óvæntað vann Rói Holgarsson eisini eitt bronsumerki í dag í kappingini á 100 metrum hjá U22. Í innleiðandi riðlinum rann Rói teir 100 metrarnar uppá 11,37 (vindur +1,8). Við hesum úrslitinum kom hann í finaluna við triðbestu tíðini. Og hóast hann við 11,43 (vindur +1,4) rann eitt vet seinni í finaluni, var hetta nokk til at vinna bronsumerkið!


Her kemur Rói Holgarsson á mál við 11,65 sek á Jatnatøkum. Í dag kom hann tvær ferðir undir oyggjaleikakravið, sum er 11,48!

Og tað var ikki bara bronsu, sum Rói vann í dag. Tíðirnar bæði innleiðandi og í finaluni eru undir oyggjaleikakravinum, sum er 11,48 sek. Sostatt er Rói tann sjeyndi íðkarin, sum klárar eitt krav, sum er sett fram til oyggjaleikirnar á Bermuda. Sera flott framgongd av Róa, sum til Jatnatøk eftir ólavsøku setti persónligt met við 11,65 sek. Við so skjótari menning, verður ikki leingi fyrr enn hann av álvara fer at hótta føroyska metið hjá Heina Hátún, sum er 11,27 sekund.

Eisini Hanus Bergsson vann sær eitt flott bronsumerki í dag. Á Jatnatøkum drønaði Hanus 700 gr tunga spjótið út um 57 metrar, og hevði tí triðbesta tilmeldingarúrslitið. Aftur í dag kastaði Hanus langt, og við 54,33 metrum endaði hann á einum tryggum bronsuplássi, væl frammanfyri nr. 4.


Trygt bronsumerki til Hanus Bergsson í dag. Her kastar hann á Jatnatøkum.

Eisini Helgi Geyti kastaði spjót í dag. Helgi kappast í bólkinum Dr. 18-19 ár, sum brúka tað tunga spjótið – 800 gram. Her eydnaðist Helga at kasta 44,77 metrar, sum er eitt gott persónligt met.

Persónlig met settu eisini Tórur Mortensen og Trygvi Laksafoss. Felags fyri hesar báðar er, at teir hava vant sera nógv í ár, tó uttan veruliga at hava fingið vinning fyri stríðið. Ikki fyrr enn til FM-Ung bragdaði hjá Trygva, sum setti eitt markant persónligt met í hæddarlopi við 1,79 m. Og nú var so túrurin komin til trístøkk. Her hevur Trygvi í longri tíð stríðst við longdir um hálvan tólvta metur. Men í dag var øðrvísi. Fyrsta lopið var 12,00 metrar og í øðrum lopinum endaði hann heilt úti á 12,63 (vindur +0,6). Hóast øll tey fýra seinastu lopini miseydnaðust, eigur Trygvi at vera glaður og nødur fyri hetta góða úrslitið, sum eisini gav honum 4. plássið.

Eisini Tórur Mortensen gjørdi eitt ordans skarvslop í trístøkskappingini. Tórur kappast í bólkinum dr. 14-15 ár, og bleiv nr. 4 við einum lopi uppá 11,26 metrar. Hetta er umleið ein metur longri enn hann áður hevur lopið. Men ikki heilt tilvildarligt, tí heilar tvær ferðir leyp hann yvir 11 metrar í dag. Bert ein av dreingjunum føddir í 1998 leyp longri enn Tórur!

Tórur rann eisini 100 metrar, har tíðin gjørdist 13,60 sek. Hetta rakk ikki til víðari luttøku. Heldur ikki Tummas Napoleon Arge, dr. 16-17 ár, kom víðari í kapping sínari á 100 metrum, har hann rann 12,17 (vindur +4,2)

Hallur Simonsen og Hanus Bergsson vóru báðir við í kappingini í kúlustoyti, dr. 16-17 ár. Hallur var tíverri einar tveir metrar undir sínum besta við 10,72, og Hanus stoytti 11,43 metrar.

Rebekka Fuglø rann í dag 1.500 metrar, og bleiv nr. 5 við tíðini 5.05,97.

Kappingarnar halda fram í morgin, har allir føroysku luttakararnir skulu kappast aftur.

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Heri Ziska 04.09.12 - 12:20

Trygvi leyp bara trý lop í trýstøkk. Hann kendi til gamlan skaða í høgra læri í triðja lopinum, og steðgaði beinan vegin fyri at umganga at skaðin bleiv sliðin upp aftur. Hetta gjørdi at hann gav avboð á 100 m, umframt at hann var nakað darvaður av skaðanum í hædd og longdarlop.

Comments are closed.