Home Altjóða luttøka Øssur og Bjørk tvey føroysk met hvør – Sára og Katarina óalmenn met!

Øssur og Bjørk tvey føroysk met hvør – Sára og Katarina óalmenn met!

by Hallur Holm

Heili fýra føroyskum metum kom landsliðið heimaftur við úr Gøtuborg. Tvey av teimum átti Øssur Debes og tvey átti Bjørk Herup Olsen. Harafturat megnaðu tær báðar blaðungu Sára Debesardóttir og Katarina Høj at renna bestu tíðir nakrantíð á ávikavíst 300 og 600 metrum. Hetta eru ikki klassiskir olymiskir teinar, og eru tí ikki at rokna sum almenn tjóðarmet, hóast teinarnir mangan verða brúktir til kappingar.

Fyrsta metið kom longu fyrsta seinnapartin, tá Bjørk Herup Olsen rann 1.500 metrar. Málið hjá henni var eitt persónligt og harvið eisini nýtt føroyskt met, sum hon setti á júst VU Spelen í 2010, tá hon rann 4.37, 83. Renningin lagaði seg væl til ætlanirnar hjá Bjørk, sum kom at liggja í einum tøttum felti við fleiri aðrar damur. Millumtíðirnar passaðu stak væl allan vegin, og tá 200 metrar restaðu í, lá tíðin beint um 4.00. Nú vóru tvær væl fremstar, meðan tær framvegis vóru seks nærmast í einum klumpi. Hesar fóru so í einum longum seigum spurti stríðandi oman móti málinum. Her eydnaðist Bjørk, sum annars ikki er so spurtsterk, at halda tveimum aftanfyri, og harvið gerast nummar seks av 21 luttakarum, bert eitt gott sekund frá bronsumerkinum. Men tíðin rakk til nýtt føroyskt met við einum hálvum sekundi, so metið nú er 4.37,31 min.

Karin á 1500 m
Ein hugsavnað Bjørk á 10. plássi fyrsta umfarið. (mynd: Jógvan Glerfoss)

Karin á 1500 m
Ein seigur endaspurtur, og metið kom í hús! (mynd: Jógvan Glerfoss)

Seinna metið setti Bjørk á 3.000 m.f. har hon eisini vann gull. Lesið um hesa renningina í aðrari grein her á síðuni.

Eitt av teimum gomlu føroysku metunum fall um vikuskiftið.  Tað er nokk ikki tí at metið í 110 m forðarenning er so sterkt, at tað hevur fingið loyvi at standa so leingi, men nokk meira tí at hetta er ein grein, sum ikki so nógv hava roynt seg í. Og gamli methaldarin, Regin Reinert, var serliga mið- og langteinarennari við 3.000 m forðarenning sum sergrein. Og tað hevur ivaleyst verið venjingin frá forðarenningini, sum hevur gjørt, at hann kundi renna eina tíð, sum hóast alt hevur verið víst seg at vera trupul at taka. Øssur Debes Eiriksfoss royndi í fjør, og var tá heili tvey sekund undir, men tá kundi metið ikki góðkennast, tí hetta var manuelt startað tíð.


Tað gekk væl undir upphitingini…

Men nú skuldi hann so royna aftur. Mótstøðan var sum vera man krútsterk. Men málið hjá Øssuri Debes Eiriksfoss var einans at taka føroyska metið frá 1994. Startskotið gekk, og menn lupu grammir um fyrstu hekkuna. Allir uttan Øssur. Hann trippaði so nógv, at hann beinanvegin misti 2-3 metrar. Men harfrá gekk so nøkulunda, og Øssur kom á mál við føroyskari mettíð, smá tvey sekund undir metinum hjá Regini Reinert. Gamla metið var 19,2 sekund, nýggja metið er 17,38 sekund. Í kappingini við hinar gjørdist als einki.


Startskotið gingið, og komnir til fyrstu hekkuna….


Hóast Øssur er bæði kvikur og fimur, skal nógv servenjing til at fylgja við hasum monnunum…..

Øssur á veg við føroyskum meti á 110 m hekk
Tað er tó lítið at ivast í, at Øssur við miðvísari venjing kann taka tvey sekund afturat av sínum nýggja meti. (mynd: Jógvan Glerfoss)

Bert fáar tímar seinni skuldi Øssur kappast í trístøkki, og aftur her var málið at seta nýtt føroyskt met, og helst omanfyri 14 metrar, sum hann hevur megnað innandura í vetur. Metið, sum hann sjálvur eigur, setti hann á oyggjaleikunum, tá hann leyp 13,93 metrar. Aftur her var Øssur uppi móti yvirvøldini. Har vóru tríggir, sum brúktu hesa kappingina sum seinastu roynd at klára OL-kravið, og tá fleiri aðrir eisini lupu 15-16 metrar, vóru bert útlit fyri at Øssur skuldi fáa tey fyrstu trý innleiðandi lopini, og tí leyp undir eitt sindur meira trýsti.


Øssur kundi verið longur inni á plankanum hendan dagin. Her er tað so nøkulunda, men í seinasta og longsta lopinum var hann ikki ein gong á plankanum, so í veruleikanum var tað lopið umleið 14,15 metrar.

Fyrsta lopið miseydnaðist, og var bert umleið 13,20 metrar. Næsta var eitt sindur frægari, men enn eitt sindur frá metinum. Men tá tað er Øssur sum kappast, kann man altíð vænta okkurt serligt í seinastu royndini, og so varð eisini hesuferð. Tí í triðju royndini eydnaðist loksins at koma út á 13,96 metrar, og harvið at betra føroyska metið við trimum sentimetrum. Øssur var ikki heilt nøgdur við ikki at koma út um 14 metrar, men eftir ein langan, strævnan og heitan dag, er ikki so løgið, at tær seinastu kreftirnar ikki eru akkurát har, tá tú skalt brúka tær. Tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn Øssur fer væl út um 14 metrar.


Trý góðkend lop og eisini fult góðkent avrik eftir ein strævnan dag!

Dagin fyri hesar báðar kappingarnar hevði Øssur eisini verið í kapping í hæddarlopi. Øssur setti fyri fyrstu ferð met í hæddarlopi í 2010, tá hann leyp 1,76 m. Síðani setti hann fýra føroysk met á veg móti bronsumerkinum, sum hann vann á oyggjaleikunum seinast, sum endaði við einum lopi á 1,95 m. Til Grand Prix 2 í ár eydnaðist tað so Øssuri at koma upp um 2,00 metrar. Hendan dagin vóru sera nógvir luttakarar. Nakrir í menn, bólki B og nógvir dreingir 19 ár. Tí gjørdist sera langt í millum lopini, og kappingin sum heild eisini sera drúgv. Ja, kappingin vardi út móti trimum tímum.


Nýggja føroyska metið!

Øssur hevði nokk ikki ein av sínum bestu døgum, tí hann mátti í fleiri umførum brúka bæði tvær og tríggjar royndir á hvørjari hædd. Einu ferðina lendi hann so óheppið á stongini, at hann fekk sár á ryggin. Hetta tendraði hann bara enn meira, og í næstu royndini fleyg hann upp um 1,96 m. 1,98 kláraði hann eisini, men kendi seg nú so troyttan, at hann satsaði uppá at leypa 2,00 m um. Tað hevði hann klárað fyrr. So hann bíðaði til 2,02 m, har hann hevði møguleika at seta nýtt føroyskt met. Hevði hann klárað hesa hæddina, hevði hann eisini endað nr. 2 í hesum B-bólkinum. Men tær tríggjar royndirnar miseydnaðust, og Øssur endaði á fjórða plássi.


Øssur Debes Eiriksfoss á veg upp um yvirleggjaran. Ikki føroyskt met í hesum umfarinum, men 1,98 m er eisini nakað at reypa av!

Tað eru nógvar blaðungar gentur, sum eru á veg fram, og sum strika flestu bólkametini, sum Rebekka Fuglø og Bjørk Herup Olsen hava sett. Sunnudagin rann Sára Debesardóttir 300 m í bólkinum gentur 15 ár. Sára er bert 14 ár, og endaði miðskeiðis í allari rúgvuni av 80-90 luttakarum. Elsa Berg átti bólkametið hjá gentum 14 ár, og var tað 46,68 sekund. Málið var at taka hetta bólkametið, og sigast má, at hetta gekk upp á stás. Tí tá Sára kom um mállinjuna, vísti urið 44,60 sekund. Og tað er mín sann eisini tann skjótasta 300 metra tíðin, sum nøkur føroysk kvinna nakrantíð hevur runnið! Ótrúliga flott og imponerandi av bert 14 ára gomlu Sáru.

Sára á 800 m
Sára Debesardóttir (í hvítum) spennir avstað á 800 metrum.

Tí var eisini sera spennandi at síggja, hvussu nógv hon hevði tikið seg fram á 800 metrum, sum var mánadagin. Sára var styrkismett nøkulunda í miðjuni, og rann í 3. av teimum fimm riðlunum. Hetta var ein keðiligur riðil at koma í. Fremsta gentan var sera skjót, og legði hart frá landi, meðan nakrar royndu at halda aftaná. Hóast Sára hevði eina (ov) skjóta millumtíð á 200 metrum, lá hon aftarlaga. Fram til 400 metrar rann hon so tað mesta uppaftur. Hetta var hart arbeiði, og tað gekk út yvir seinnu 400 metrarnar. Ikki bert hjá Sáru, men eisini hjá øllum hinum. Sára kempaði væl, og gjørdist nr. 3 í riðlinum við persónligum meti á 2.30,25 min. Samanlagt gjørdist hon nr. 14 av 48 luttakarum.

Pápi og dóttir - venjari og íðkari - Debes og Sára áðrenn 300 m
Sára og pápi hennara, Debes Christiansen, sum eisini er venjari. Hetta er beint undan 300 m startinum (mynd: Jógvan Glerfoss)

Og so eiga vit eitt stórtalent afturat í talentbólkinum. Katarina Høj sær út til at eta hvørt einasta bólkamet hon kemur fram til. Sunnudagin rann hon ein frálíkan 200 m (gentur 13 ár) og tók heilar 81/100 av sínum egna meti, sum hon setti í Tårnby í mei-mánaði! Tíðin varð 29.21 og rakk hetta til eitt pláss nummar 48 av 89 luttakarum.

Katarina á 200 m
Katarina Høj (í miðjuni) kýtir seg, her hon fer um málstrikuna á 200 metrum við nýggjum bólkameti hjá gentum 13 ár.

Katarina hevur sum sagt longu tikið nógv bólkamet, men eitt av teimum, sum vit høvdu væntað fór at standa um ikki í ævir, so heilt leingi, fall eisini mánadagin. Rebekka Fuglø rann í 2006 teir 600 metrarnar uppá 1.44,44 og rakk tað tá til eitt bronsumerki. Vit høvdu vónað, at Katarina møguliga kundi renna við um heiðursmerki. Í øllum førum hevði hon ein møguleika at taka tíðina hjá Rebekku. Katarina rann við í A-finaluni, men tær fremstu vóru í serflokki og fóru við rúkandi ferð avstað. Katarina rann skilagott sítt egna tempo allan vegin, og kundi í spurtinum renna seg fram á eitt fimta pláss av teimum 37 rennarunum! Og tíðin rakk til nýtt bólkamet við 24/100. 1.44,20 min er eisini besti 600 metur nakrantíð runnin av føroyskari kvinnu, so hetta boðar frá einari sera spennandi framtíð hjá 13 ára gomlu Katarinu Høj!

Katarina á 600 m
Ein sera sterk Katarina spurtar á mál, og rennur føroya bestu tíð nakrantíð á 600 metrum.

0 comment
0

Related Articles