Home Altjóða luttøka Øssur vann bronsu í hæddarlopi – tað klirrar longu fyrsta dagin!!

Øssur vann bronsu í hæddarlopi – tað klirrar longu fyrsta dagin!!

by Hallur Holm

Fyri stuttari tíð síðani vóru allar vónir um heiðursmerki hjá Øssuri Debes Eiriksfoss tengdar at trístøkki. Men so fór veruliga at bragda við hæddarlopi, og okkurt lop á 195 cm hevur sæð lætt út til venjing, so brádliga kundi væntast, at hann eisini fór at leggja seg út í heiðursmerkjastríðið í hæddarlopi.

Byrjunarhæddin varð sett til 180 cm. Men eftir ynski úr føroysku leguni, varð hon sett til 170 cm. Væl man Øssur hava kent seg, tí hvørki á 170 ella 175 cm sást nakar føroyingur royna seg. Fyrsta royndin frá Øssuri var á 180 cm, og eydnaðist hon væl. Enn betur eydnaðist onnur royndin, sum var á 185 cm. Og nú vóru tveir mans falnir frá.  Á 190 cm kom ein lítil feilur, men í aðru royndini var eingin ivi. Framvegis 7  mans eftir í kappingini og yvirleggjarin lagdur á 195 cm. Nú gjørdist trupult hjá teimum flestu, og eisini hjá okkara manni, sum reiv í báðum teimu fyrstu royndunum. Men í seinastu royndini eydnaðist at koma snikkaleysur upp um, og nú bleiv veruliga spennandi, tí at tríggir afturat  fullu frá, og sostatt bert fýra mans eftir í kappingini, sum skuldu royna at koma upp um tveir metrar

Bert tann eini av hesum megnaði hetta. Tað var Simon Phelan av Jersey, sum seinni eisini leyp 210 cm og at enda royndi 214 cm fyri at taka oyggjaleikametið, sum er 213 cm. Hetta eydnaðist tó ikki. Hinir tríggir, Tarmo Saar av Saarema, Erik Larson av Gotlandi og okkara Øssur endaðu allir við 195 cm. Og so fóru dómararnir at rokna aftureftir – telja hvør hevði fægst miseydnað lop. Tarmo Saar hevði klárað 195 cm í aðru royndini, meðan Øssur og Erik báðir brúktu tríggjar royndir. Tí vann Tarmo silvur. Á 190 cm høvdu bæði Øssur og Erik eitt miseydnað lop, meðan teir báðir høvdu klárað hinar hæddirnar í fyrsta umfari. Sostatt kundu dagar ikki takast millum teirra, og vórðu tí dømdir at vera javnir á bronsuplássinum!

Aftur eitt heiðursmerki til frælsa ítróttin! Og enn eitt føroyskt met! Øssur átti sjálvur gamla metið, tá hann til FM í fjør leyp 176 cm, so betringin í dag var heilar 19 cm!!

Tvey føroysk met og klirran av heiðursmerkjum í føroysku leguni longu fyrsta dagin, eru vit ótrúliga fegin um og errin av.

Hjartaliga til lukku við bronsumerkinum, Øssur!


Øssur Debes Eiriksfoss og Erik Larson endaðu javnir á 3. triðjaplássið við 1,95m

0 comment
0

Related Articles