10 gull og tvey føroysk met í Stórmót

Skrivað hevur

29 heiðursmerki vunnu føroyingarnir til Stórmót IR kappingina í Reykjavík í gjár og í dag. Av hesum vóru tey 10 úr gulli, 11 úr silvuri og 8 úr bronsu.

Harafturat fingu vit tvey nýggj føroysk met. Ella í veruleikanum var talið trý, tí Tórur Mortensen tók fyrst metið á 60 metrum innleiðandi, sum hann so betraði í finaluni. Tað var Ási Mikkelsen, sum átti gamla metið, sum var 7,20 sek. Men Tórur fór longu innleiðandi væl niður um, tá hann vann sín innleiðandi riðil við 7,14 sekundum. Í finaluni varð enn eitt fitt petti skorið av, tá hann við 7.09 gjørdist nr. 2 og vann silvur.

Hitt metið fall til Mariu Biskopstø á 400 m. Gamla metið átti Oddvør Josephsen, sum var við í hesi kappingini, har tær báðar vunnu gull og silvur. Maria, sum hevur sýnt einastandandi góð evni á miðteinum og ikki minst langteinum, hevur hetta seinasta árið funnið sína kviku síðu fram. Leygardagin var hon skjótasti føroyingur á 200 metrum, og í dag vann hon so gull og setti føroyskt met á 400 m. Samstundis var hon undir oyl-kravinum, og við  so sterkum avriki, kann 4×400 m landsliðið nú fara at blanda seg millum tey allarbestu.

Stórmót 2018 Maria-Oddvør
Maria og Oddvør á sigurspallinum eftir 400 m kappingina, har tær vunnu gull og silvur. 

Sum altíð vinna Treystagenturnar nógv í Reykjavík, og so var eisini hesuferð. Vibeka Sivertsen vann gull á 600 m fyri gentur 13 ár, Rebekka Fuglø vann gull á bæði 800 m og 1.500 metrum, Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø vunnu silvur og bronsu á 800 m og á 400 m vunnu tær sum sagt gull og silvur, við Mariu fremst. Harafturat vann Oddvør gull á 1.500 m.

Roysnið var við í Reykjavík fyri fyrstu ferð, og tey koma eisini heim við metali. Ingi Johannesen vann silvur á bæði 1.500 m og 3.000 m fyri dreingir 16-17 ár. Hjá monnunum vunnu Regin Thomsen og Arnfinn Johannesen silvur og bronsu, meðan Petra Mikkelsen vann silvur hjá kvinnunum á 3.000 m. Anna Katrina Mikkelsen var sera nær við at vinnna bronsu á 600 m.

Stórmót 2018 Ingi
Ingi var við fyri fyrstu ferð í Reykjavík, og fer heim aftur við tveimum silvurmerkjum

Børka Berg Jørgensen úr Hvirluni er stinn í fleiri kappingargreinum, og plagar eisini at vinna heiðursmerki. Tað bleiv til eitt bronsumerki hvønn dagin. Leygardagin í trítøkki og í dag var tað í rimarenning. Dánjal Dahl Ljósheim vann seinasta heiðursmerki fyri Hvirluna, tá hann á 800 metrum fekk strítt seg til eitt bronsumerki.

Flest heiðursmerki fullu tó til Bragdið. Jónas Isaksen og Eiri J. Glerfoss vunnu báðir fýra heiðursmerki hvør. Eiri vann gull á 60 metrum og 60 m rimarenning. Á 200 metrum vann Jónas gull og Eiri silvur. Á 600 metrum vann Jónas gull. Í longdarlopi vann Jónas silvur og Eiri bronsu og í hæddarlopi vann Jónas bronsu.

Stórmót 2018 Jónas
Jónas vann heili fýra heiðursmerki. Her fær hann gull eftir stórsigur á 600 m

Og teir størru dreingirnir hjá Bragdinum stóðu lítið aftanfyri. Hans Erland Thomsen vann gull á 800 m og silvur á 400 m, meðan Andreas B. Antoft vann silvur á 200 m. Einasta heiðursmerki til genturnar hjá Bragdinum fall til Karin Holm Simonsen, sum vann bronsu á 800 metrum.

Stórmót 2018 Hvirlan
Ársmyndin 2018. Hvirlan hevur verið til Stórmót á hvørjum ári síðani stovnan í 2008

Gullvinnarar:
G13 600 m – Vibeka Sivertsen, Treysti 1.53,79
G16-17 400 m – Maria Biskopstø, Treysti 60,44 (føroyskt met)
G16-17 1.500 m – Oddvør Josephsen, Treysti 5.07,50
Kvinnur 800 m – Rebekka Fuglø, Treysti 2.20,74
Kvinnur 1.500 m – Rebekka Fuglø, Treysti 4.49,91
Dr. 13 60 m – Eiri J. Glerfoss, Bragdið 8,60
Dr. 13 200 m – Jónas Isaksen, Bragdið 28,75
Dr. 13 600 m – Jónas Isaksen, Bragdið 1.43,16
Dr. 13 60 m rim – Eiri J. Glerfoss, Bragdið 28,81
Dr. 14 800 m – Hans Erland Thomsen, Bragdið 2.33,41

Silvurvinnarar: 
Menn 60 m – Tórur Mortensen, Hvirlan 7,09 (føroyskt met)
G16-17 400 m – Oddvør Josephsen, Treysti 61,16
G16-17 800 m – Oddvør Josephsen, Treysti 2.25,93
Dr. 13 200 m – Eiri J. Glerfoss, Bragdið 28,81
Dr. 13 longdarlop – Jónas Isaksen, Bragdið 4,39
Dr. 14 400 m – Hans Erland Thomsen, Bragdið 58,91
Dr. 16-17 200 m – Andreas B. Antoft, Bragdið, 24,18
Dr. 16-17 1.500 m – Ingi Johannesen, Roysnið 4.59,45
Dr. 16-17 3.000 m – Ingi Johannesen, Roysnið 11.00,06
Menn 3.000 m – Regin Thomsen, Roysnið 10.19,25
Kv. 3.000 m – Petra Mikkelsen, Roysnið 13.21,53

Bronsuvinnarar: 
G13 trístøkk – Børka Berg Jørgensen, Hvirlan 9,58
G 13 60 m rim – Børka Berg Jørgensen, Hvirlan 10,93
Menn 800 m – Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan 2.04,30
G16-17 800 m – Maria Biskopstø, Treysti 2.27,08
Dr. 13 hæddarlop – Jónas Isaksen, Bragdið 1,39
Dr. 13 longdarlop – Eiri J. Glerfoss, Bragdið 4,38
Kv. 800 m – Karin Holm Simonsen – Bragdið 2.29,88
Menn 3.000 m – Arnfinn Johannesen, Roysnið 11.28,08

Nógv onnur góð úrslit vóru umframt tey her nevndu. Tey flestu hava sett bæði eitt og tvey persónlig met og tað eru eisini sett fleiri nýggj bólkamet.

Longu næsta vikuskiftið verða nøkur, sum koma at royna seg aftur, tá landsliðið fer til Malmø at kappast leygar- og sunnudagin.

Ein viðmerking

  1. Dan Kruse Thomsen says:

    Hey Hallur
    Hans Erland Thomsen hevur kappast í aldursbólkinum 15 ár og ikki 14 ár.
    Hann verður 15 ár tann 5 juni í ár.
    Dan

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>