Home Altjóða luttøka 11 føroyingar við til DM fyri ung

11 føroyingar við til DM fyri ung

by Hallur Holm

Tað er ikki bara í Kina, at tað verður kappast í frælsum ítrótti í hesum døgum. Hetta vikuskiftið er eisini DM fyri ung, sum verður hildið á Hvidovre Stadion. 8. árið á rað hevur Treysti luttakarar við í kappingini, og fjórða árið á rað verða íðkarar úr Hvirluni við. Luttakararnir úr Hvirluni eru Marita K. Petersen, Edna Maria Debes, Hanus Bergsson, Hallur Simonsen, Tórur Mortensen, Rúni Jacobsen og Trygvi Laksafoss. Úr Treysti eru tað Rebekka Fuglø, Oddvør Josephsen, Gunnar Sivertsen og Julian Gregersen.

Rebekka oyl
J
ú jú, hon er ektað! Rebekka við sínum fyrsta og einasta oyl-heiðursmerki eftir 800 m finaluna á Jersey. Men hon eigur eitt hav av heiðursmerkjum frá DM fyri ung. 

Fylgjast kann við kappingini á hesi slóðini: http://d.mars-net.dk/liveboard/Events?meetId=348eb091-82c0-4c26-ab05-232d0e06d3df

Treysti skrivar soleiðis á heimasíðuni:

Um vikuskiftið verður DM fyri ung hildið á Hvidovre Stadion. Treysti hevur á hvørjum ári síðani 2008 havt luttakarar við til DMU. Í løtuni eru fýra rennarar staddir í Hvidovre, har tey eru tilreiðar, at renna 1.500m leygardagin og 800m sunnudagin.

Teir fýra rennararnir eru Rebekka Fuglø, sum áður hevur vunnið fleiri DMU-heiðursmerkir, Gunnar Sivertsen, sum hevur luttikið nakrar ferðir til DMU, Julian Gregersen, sum luttekur fyri fyrstu ferð í DMU og Oddvør Josephsen, sum luttók í DMU innandura í vár.

Rebekka (’93) luttekur í bólkinum 20-22 ár, Gunnar (’99) og Julian (’98) í bólkinum 16-17 ár og Oddvør (’01) í bólkinum 14-15 ár.

Leygardagin renna tey 1.500m hesar føroysku tíðir:
kl. 12.10 Julian og Gunnar (16 dreingir)
kl. 12.30 Oddvør (18 gentur)
kl. 12.50 Rebekka (3 gentur 20-22 + 8 gentur 18-19)

og sunnudagin renna tey 800m hesar føroysku tíðir:
kl. 9.05 Oddvør (21 gentur í 3 riðlum)
kl. 9.30 Rebekka (2 gentur 20-22 + 8 gentur 18-19)
kl. 9.50 Julian og Gunnar (17 dreingir í 2 riðlum)

Tey fýra hava øll, saman við øðrum úr Treysti vant dúgliga alt summar, og hava m.a. tvær ferðir um vikuna koyrt út til breytina á Svangaskarð at venja. Tey hava øll sett sær sum mál, at seta persónligt met í minst aðrari kappingini.

Umframt rennararnar úr Treysti, so hevur Hvirlan 6 íðkarar við í kappingini eisini.

Á heimasíðuni hjá Hvirdovre Atletik, sum er her: DMU 2015 á Hvidovre Stadion, ber til at kunna seg nærri um kappingina og síggja úrslit her: Úrslit DMU 2015.

Treysti ynskir tykkum øllum góða eydnu við kappingunum !

Tað kemur møguliga ein uppdatering her við kappingartíðspunktum hjá Hvirluíðkarunum.

0 comment
0

Related Articles