14 føroyskir íðkarar í Tårnby Games seinasta vikuskifti

Skrivað hevur


14 føroyskir íðkarar hava um vikuskiftið verið og kappast í frælsum ítrótti í Tårnby games – 11 úr Bragdinum og 3 úr Hvirluni. 10 av teimum 14 eru í føroyska landsliðshópinum.

Tårnby Games varð í ár skipað eitt sindur øðrvísi vegna alheimsstøðuna við korona. Tilmælt varð, at í mesta lagi 100 fólk vóru savnaði á sama øki. Tí varð hvør aldursbólkur avgreiddur fyri seg uppá 2,5 tíma, og síðanikappaðist næsti aldursbólkur.

Fyri at kunna avgreiða alla kappingina yvir 2 dagar, varð talið av møguligum greinum at kappast í nógv minni, enn tað plagar. Fyri eldru íðkararnar hevði hetta við sær, at tey kappaðust í færri greinum, tá ið greinarnar annars fella saman.

Vanliga er kappingin fyrsta vikuskiftið í maj, men varð í ár útsett til næsta vikuskiftið í juli mánað.

Fleiri góð úrslit vóru og onkur kláraði oyggjaleikakravið. At megna oyggjaleikakravið er fyrsta stigið móti oyggjaleikaluttøku, men er eingin trygging fyri luttøku. Tað eru bert 2 íðkarar av hvørjum kyni í hvørji grein, ið sleppa við til oyggjaleikirnar – hvørji 2 talan verður um, avgerða úrslitini fram ímóti endaligu úttøkuni í apríl 2021. Samstundis er tað eitt krav, at íðkarar eru virknir í frælsum ítrótti, og luttaka í tiltøkum og kappingum, ið verða fyriskipaði.

Føroysku úrslitini síggjast niðanfyri:

Øll úrslitini frá Tårnby Games 2020 eru at síggja her:
http://amageratletik.dk/wordpress/wp-content/uploads/2020/07/resultatliste.htm

Myndir frá kappingini eru niðanfyri:

Tårnby Games 2020

Comments are closed.