Home Altjóða luttøka Føroyar í European Masters?

Føroyar í European Masters?

by Hallur Holm

Usain Bolt fall, Mo Farah sigraði og nú renna teir maraton. HM er byrjað og leikvøllurin í London er fullsettur av áskoðarum bæði fyrrapartarnar og kvøldini. Men tað er ikki bara altjóða frælsur ítróttur í London í hesum døgum. Tí í Århus er í dag seinasti dagur av EM fyri veterananar. Ein kapping, sum byrjaði longu 27. juli og endar í dag 6. august.

3.800 veteraníðkarar úr øllum Evropa hava kappast hesar dagarnar. Millum teirra eru eisini nakrir føroyingar. Vit fara at skriva eina grein um ítróttarligu avrik teirra í aðrari grein. Men felags fyri hesar føroyingarnar er, at teir allir mugu keypa sær danskan landsliðsbúna at kappast í.

EMA Regin Århus
Regin Thomsen, FÍF nevndarlimur, var ein av føroysku luttakarunum. Sjálvsmynd áðrenn ½ maraton í morgun

Tað er tó okkurt, sum kann benda á, at hetta verður seinasta ferðin, at føroyingar fara til veteran-EM í donskum klæðum. FÍF arbeiðir nú fyri, at Føroyar kunnu fáa limaskap í European Masters Athletics – EMA.

Hesar samráðingar eru serliga komnar í lag gjøgnum normannin Kalle Glomsaker. Hansara mongu ár í Norsk Friidrett og EMA koma nú okkum til góðar. Hann eggjaði føroyingum at koma niður til EM-kappingina, og vísa okkara áhuga.

European Athletics1
Frá vitjanini í fjør. Kalle Glomsaker er maðurin í miðjuni. (v.m. Ole Petter Sandvik og h.m. Svein Arne Hansen)

Tí fóru undirritaði og Guttorm Sørensen til Århus, har vit sunnumorgunin vóru á aðalfundi við eygleiðarastatus. Ein áhugaverdur og 5,5 tíma drúgvur fundur, har vit í støðginum eisini fingu høvi at heilsa uppá avstraliumannin, sum er forseti fyri WMA (World Masters Athletics)

Dansk Atletikforbund (DAF) skal sjálvandi vera ein viðleikari, um føroyingar skulu gera sær vónir um EMA-limaskap. Tí var eisini fundur við DAF-formannin, Karsten Munkvad, og formannin fyri masters-nevndina hjá DAF, Knud Høyer.

EMA DAF Århus
DAF-formaðurin Karsten Munkvad sitandi og til høgru er tað Knud Høyer, formaður fyri donsku Masters-nevndina

Vit fingu eisini ein eksklusivan fund við EMA-forsetan Kurt Kaschke, sum tykist sera positivur fyri at føroyskum limaskapi. Enn hevur einki “ikki ST-land” limaskap í EMA, so tað er ikki nøkur sjálvfylgja, men heldur áhaldandi trýst, sum skal til fyri at hetta skal eydnast.

EMA Kaschke Århus
Fryntligi EMA-forsetin Kurt Kaschke vísti góðan vil, og varð latin í eina FÍF-blusu
Der sympatische und starke Präsident EMA’s, zusammen mit seiner neue färöische Freunde

EMA Knud Inga Århus
Hjúnini Inge Faldager og Knud Høyer. Bæði eru tey í heimselituni og hava vunnið eitt ótal av HM- og EM-heiðursmerkjum serliga í kastigreinum. Knud er eisini formaður fyri donsku Masters-nevndina undir DAF. Í 2012 vóru tey í Føroyum, og vandu við teimum ungu í Hvirluni

Sum er, hava vit longu møguleika at luttaka sum føroyingar til NM. 6.-8. juli næsta ár verður eitt gott høvi hjá okkum at vísa føroysku litirnar, tá NM verður í Borås í Svøríki. (50 km frá Gøtuborg)

Tað hendir sera nógv í veteran-bólkunum, og tað hevur leingi verið eitt ynski hjá FÍF, at fáa eina undirnevnd, sum kann samskipa alt hetta økið. Hetta eru bert nakrar av komandi kappingum.

  • 10. sept. 2017 EM maraton, Wroclaw, Póland
  • 19.-24. mars 2018 EM innandura í Madrid, Spania
  • 6.-8. juli 2018 NM uttandura, Borås, Svøríki (kunnu luttaka sum føroyingar)
  • 5.-15. sept. 2019 EM uttandura, Venedi, Italia

EMA Rosa Århus
EMA er fyri øll. Her hitta vit Rosa Pedersen, sum júst hevur fingið gullheiðursmerkini fyri longdarlop og kúluvarp. Hon er 87 ára gomul og kappast í bólkinum 85-89 ár.

EMA Jorma Århus EMA Nick Århus
Vit hittu eisini kent fólk frá oyggjaleikunum. Vinstrumegin er tað Jorma Jaaskelainen úr Gotlandi, sum hyggur eftir finaluni í trístøkki, har Mattias Sunneborn leyp. Høgrumegin hava vit hitt liðleiðaran hjá Isle of Wight, Nick Groocock, sum vísti seg at vera sera stinnur á 400 m. 

 

2 comments
0

Related Articles

2 comments

FB 07.08.17 - 12:42

Gott Hallur! Gott at hava ein formann sum hevur tjóðskaparkenslurnar á røttum stað, og sum kann, og dugur at arbeiða miðvíst móti sjálvstøðugum FØROYSKUM limaskapi, og har íðkarar kunna luttaka á sama støði sum kappingarneytar, við røttu kenslunum fyri landið sum teir hoyra til. Livst so spyrst.

RT 17.08.17 - 23:06

apropos Mo, so var tað nettup Svein Arne sum nú til HM handaði honum hansara seinastu breyt-medalju

Comments are closed.