Home Altjóða luttøka 15 ára gomlu Marnar og Dánjal Jákup runnu sum vaksnir menn!

15 ára gomlu Marnar og Dánjal Jákup runnu sum vaksnir menn!

by Hallur Holm

Aftur sunnudagin fingu okkara ungu talent góð úrslit í Gøtuborg. Umframt metið á 800 metrum hjá Bjørk Herup Olsen, sum greitt er frá í aðrari grein her á síðuni, vóru tað serliga Marnar Djurhuus og Dánjal Jákup Niclasen, sum glettu á tonn.

Báðir hava teir havt góða framgongd seinastu tíðina, og sæð varð við spenningi fram til sunnudagin, tá báðir skuldu royna seg á teirra sterkasta teini. Dánjal Jákup á 300 metrum og Marnar á 2.000 metrum.

Tilmeldingartíðin hjá Dánjal Jákupi var so góð, at hann byrjaði í 1. riðili saman við teimum bestu dreingjunum. Úti við 70 15 ára gamlir dreingir vóru við til hesa kappingina. Og Dánjal Jákup megnaði væl at fylgja við. Í einum sera jøvnum endaspurti eydnaðist tað honum at gerast nummar 5 í riðilinum. Í teimum seinnu riðulunum vóru tveir, sum fingu betri tíð enn Dánjal Jákup, so samlað endaði hann á einum sera flottum 7. plássi. Dánjal Jákup hevur  avgjørt eitt stórt spurtaratalent, og spennandi verður at síggja, um hann longu næsta summar verður at síggja á oyggjaleikunum á Isle of Wight. Í øllum førum eru góð útlit fyri at hann kann klára kravið á 400 metrum. Tíðin var 38.03 og er samstundis bólkamet hjá dreingjum 15 ár.

  
    

Eisini Marnar hevur ein veruliga góðan møguleika at koma við til oyggjaleikirnar næsta summar. Í einum sera sterkum felti sunnudagin, har hann rann móti teimum allarbestu svenskarunum og dønunum, kom hann á mál á fjórða plássi. Marnar er enn feskur í rennihøpi og við einum sindri av rutinu og tolni hevði hann ivaleyst kunnað runnið seg upp á heiðursmerkjapallin. Tíðin hjá Marnari var 5.49,90 og er tað greitt bólkamet hjá dreingjum 15 ár.

 
  
Regin Joensen var eisini við í hesi kapping og rann hann í øðrum riðili. Málið hjá Regini var at renna umleið 6.15 min. Men sunnudagin vildu beinini ikki tað sama sum Regin, sum skuffaður kom á mál við tíðini 6.40,21. Men kenna vit Regin rætt, som kemur hann sterkt aftur við fyrsta høvi.
 
     

Annars vóur tað tær tríggjar Hvirlurnar, sum longu kl. 9.00 hendan morgunin skuldu í eldin. Eldin er kanska nakað nógv sagt, tí eftir steikjandi hitan leygardagin, var nú farið at regna.

Stak óheppið hjá Helga Geyta, sum skuldi kasta diskos. Serliga í diskoskasti er ringt at fáa góð úrslit í regni, so málið um nýtt persónligt met omanfyri 31.63 fór at vera trupult at røkka. Men roynast skuldi, og royndirnar vóru ikki av leið. Helgi fekk tvær góðar royndir, har tann betra var 28,94 metrar.

  
Trygvi Laksafoss skuldi eftir góða úrslitið í longdarlopi royna seg í trístøkki. Men tann nógva lopvenjingin umframt kappingarnar seinastu tíðina høvdu givið Trygva trupulleikar við tjúkkunum, so avrátt varð at best var at binda um heilan fingur og melda frá til hesa kappingina.
Men Marita K. Petersen (Gentur 12 ár) var til dystin fús í longdaropi. Her var ein ørgrynna av gentum tilmeldaðar, so tær lupu í tveimum røðum í ein breiðan sandkassa við dupultum setti av dómarum. Marita hevur lopið væl í seinastuni, og til seinasta Grand Prix leyp hon 3,91 metrar. So langt leyp hon ikki sunnudagin, tá tað besta lopið var 3,77. Men sera positivt er, at Marita loypir javnt langt í øllum sínum lopum. Og ikki er óhugsandi, at Marita í einari góðari kapping í nærmastu framtíð kann koma út um 4 metrar. Seinni á degnum rann Marita eisini 200 metrar, og her eydnaðist tað henni at taka meira enn eitt sekund av síni egnu tíð, tá hon rann teinin uppá  31,01 sekund. Sára Debesardóttir skuldi eisini verðið við í hesi kapping, men skaðin hjá henni bleiv ikki betri, so aftur sunnudagin mátti hon hyggja av áskoðaraplássunum.
  

Eisini Elsa Berg setti persónligt met í kappingini á 300 metrum hjá gentum 14 ár. Hóast Elsa stívnaði eitt sindur móti endanum rann hon eina fína tíð uppá 46,68 sekund. Eisini Elsa er eitt spennandi blað, tá hugt verður fram móti oyggjaleikum næsta summar.

 
  

Rúni Seloy, sum vanliga hevur runnið 800 og 1500 metrar hevur í ár arbeitt við skjótleikanum, og hevur tí eisini valt at kappast á 100 og 200 metrum. Sunnudagin var 200 meturin á skánni. Venjingin hevur givið úrslit, og Rúni fekk bøtt væl um sína bestu 200 metra tíð. Í einum sera jøvnum riðili bleiv Rúni nr 4 við tíðini 24,18 sekund.

 
 

17 ára gamla Rebekka Fuglø hevur hetta seinasta árið stríðst nógv við finna fram aftur góða gamla formin, sum hevur vunnið so nógv heiðursmerki fyri FÍF. Hon hevur verið rættiliga nógv darvað av skaðum av ymiskum slagi. Kappingin í Gøteborg skuldi tí vísa hvørjum støði hon er á í løtuni. Málið á 400m bleiv rokkið, og nú var tað so 800m í skuldi standa sína roynd. Málið var 2.25-2.30. Rebekka, sjalvt um hon lá aftast, rann fyrra um uppá 72 sekund og var tað júst eftir ætlanini. Á seinna umfari rann hon væl, serliga teir seinastu 150 metrarnar, har hon rann seg framum nógvar av gentunum og heilt fram á eitt fjórðapláss í riðilinum. Samanumtikið var tað ein rættiliga væl disponerað 800m renning, sum endaði við at tíðin hjá henni bleiv 2.26,99. Vónandi sleppur hon av við allar skaðarnar, so hon kann venja 100% fram móti OyL næsta ár.

 
0 comment
0

Related Articles