Home Altjóða luttøka 15 nýggj føroysk innanduramet í dag

15 nýggj føroysk innanduramet í dag

by Hallur Holm

Dagurin í dag fer uttan iva í søgubøkurnar hjá FÍF. Innandurakappingin Stórmót IR í Reykjavík byrjaði í dag, og íðkarar úr Treysti, Bragdinum og Hvirluni eru farnir yvir at kappast. Kappingarnar eru leygardag og sunnudag.

Tað undrunarsama hendi í dag, at heili 15 nýggj innanduramet blivu sett. Nakað sum aldrin er hent fyrr, og sum neyvan nakrantíð fer at henda aftur. Hugaligt er at síggja framgongdina, og ikki minst at síggja ungar spelknar føroyingar við heiðursmerki um hálsin í stásiligu høllini í Reykjavík. Okkara fólk vunnu ikki færri enn seks kappingar, blivu fýra ferðir nummar tvey og átta ferðir nummar trý!

Sjálvandi er eisini eitt stórt tal av bólkametum fallin. Men lat okkum tríva í føroysku metini:

Longdarlop kvinnur:
Í morgun stóð metið at vera 4.40 m. Birita Ryan úr Treysti kappaðist við gentum 14 ár. Hon betraði tvær ferðir føroyska metið. Fyrst til 4.49 og síðani til 4.59. Seinni á degnum kappaðist Margit W. Fríðmundsdóttir við gentum 16-17 ár. Hon flutti fyrst metið út á 4.75, síðani 4,81 og at enda leyp hon 4,93 metrar, sum nú er galdandi innanduramet. Hetta er 8 cm longri enn uttandurametið, sum Margit sjálv setti í Kópavogi í summar.

Hæddarlop kvinnur
Í morgun stóð metið at vera 1,40 m. Tær báðar evnaligu Bragdargenturnar, Bára Jógvansdóttir Glerfoss og Hervør Niclasen stóðu seg sera væl í kappingini hjá gentum 13 ár, har tær endaðu sum nummar tvey og trý. Undir kappingini settu tær báðar tríggjar ferðir føroysk met fyri vaksin! Hervør var tann fyrra at leypa 1,44 og 1,47, sum eisini gjørdist hennara endaliga úrslit. Men Bára megnaði eina hædd afturat, og kom uppum 1,50 m í triðju og seinastu royndini. Sostatt eigur hon nýggja føroyska innandurametið uppá 1,50 metrar. Hetta er tveir sentimetrar hægri enn uttandurametið hjá Ednu Mariu Debes.

60 m kvinnur
Í morgun var hetta metið 8,51 sekund. Elisabet Holm Simonsen, sum kappast við gentum 15 ár, vann í dag bronsu og setti samstundis nýtt føroyskt met við 8,50 sekund. Síðani runnu kvinnurnar. Í fyrra riðilinum var Hildur Poulsen, sum átti metið frammanundan. Hon tók metið aftur við 1/100 sek tá hon rann 8,49 sekund. Men bert løtu seinni var tað Alda Sigurðardóttir Lamhauge, sum endaliga tók metið við 8,41 sek.

200 m kvinnur
Margit Weihe Fríðmundsdóttir tók ikki bara metið í longdarlopið. Eisini á 200 m megnaði hon at fáa føroyskt met við at renna 27,53 sek. Margit eigur eisini uttandurametið á 200 m

1500 m kvinnur
Mong okkara minnast íslendsku sjónvarpsmyndirnar, tá Bjørk Herup Olsen vann Reykjavík International í 2010 á 1.500 metrum, tá hon eftir at hava verið væl aftanfyri at enda vann við nøkrum heilt fáum 100-pørtum, og setti eitt dygt føroyskt met. Hetta metið slapp so at standa til í dag, tá Rebekka Fuglø staðfesti sera góðan form. Í solorenning allan vegin vann hon gull og nýtt føroyskt met við 4.36,19 – umleið 1 sekund verri enn hennara egna uttanduramet. Hetta er fyribils næstbesta tíð í kongaríkinum í 2016!

Trístøkk menn
Hvat skal man siga?? Metið í morgun átti ítróttarúrmælingurin Øssur Debes Eiriksfoss og var 14,05 metrar. Men nú í kvøld skriva vit 14,45 metrar!! Tað er tann bert 17 ára gamli Tórur Mortensen, sum í dag hevur lopið longri trístøkk enn nakar annar føroyingur hevur lopið, tí hetta var eisini longri enn uttandurametið hjá Øssuri. Tað metið setti Øssur, tá hann vann silvur til oyggjaleikirnar á Bermuda. Tórur setti í veruleikanum tvey met, tí áðrenn 14.45 leyp hann eisini  14,12 metrar.

Tórur DMU
Tórur vann silvur bæði til DM og ÍslM fyri vaksin í summar. Her vinnur Tórur gull til DMU síðsta summar.

Við hesum ótrúliga úrslitið endaði Tórur næstan ein heilan metur frammanfyri besta íslendingin! Og eisini hevur hann lagt næstan ein heilan metur afturat sínum besta lopi í 2015. Og tá var hann enntá tikin út at umboða danska U20-landsliðið. So tað er lítið at ivast í, at tað verður bitið merki í hetta úrslitið aðrastaðni enn í Føroyum og Íslandi. Fyribils er hann nummar eitt á danska styrkilistanum í 2016!

Sum altíð hevur venjari Tórar tikið film av lopinum, sum sæst á hesi youtube-slóð:

Gullvinnarar í dag:
Tórur Mortensen, trístøkk
Rebekka Fuglø, 1.500 m
Oddvør Josephsen, 800 m
Maria Biskopstø, 1.500 m
Vibeka Sivertsen, 600 m
Julian Gregersen, 1.500 m

Silvurvinnarar í dag:
Óluva Allansdóttir Joensen, kúluvarp
Bára Jógvansdóttir Glerfoss, hæddarlop
Hans Sivertsen, 800 m
Gunnar Sivertsen, 1.500 m

Bronsuvinnarar í dag:
Birita Ryan, longdarlop
Hervør Niclasen, hæddarlop
Elisabet Holm Simonsen, 60 m
Jan Elmar Sørensen, 1.500 m
Hans Erland Thomsen, 600 m
Andreas Bjarnastein Antoft, 60 m
Andreas Bjarnastein Antoft, longdarlop
Sára Debesardóttir, trístøkk

Kappingarnar halda fram sunnudagin, og vit ynskja øllum góða eydnu!

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Kølle 07.02.16 - 08:45

Spændende læsning, tænk at Føroyar med så lille befolkning og så dårlige træningsforhold kan klare sig så godt.

Comments are closed.