Home Altjóða luttøka 2. dagur DN Galan Youth – 3 diamantar og eitt føroyskt met!

2. dagur DN Galan Youth – 3 diamantar og eitt føroyskt met!

by Hallur Holm

So var seinni kappingardagur í DN Galan Youth liðugur, og flestu úrslitini í dag vóur heilt góð og onkur í serflokki. Men fyrst ein frágreiðing til yvirskriftina um diamantar. Í stóru altjóða DN Galan kappingini verður ein diamantur latin tí íðkara, sum megnar at seta breytarmet á Olympiska Leikvøllinum. Tí hava fyrireikararnir av DN Galan Youth heldur enn vanlig heiðursmerki valt at lata nakrar snotuligar “glasdiamantar” til trý tey fremstu og heiðursmerkir til nummar fýra til seks.

Ein av okkara allarstørstu trumfum varð blakaður á borðið beinanvegin í dag. Tað var Rúni Seloy, sum skuldi forsvara sítt 2. pláss frá í fjør. Banamaðurin frá í fjør var við aftur í ár, so tað skuldi ikki verða lætt. Hesin fyrri legði eisini harðliga til brots, og tað var eisini bara Rúni, sum kláraði at fylgja við. Aftaná 500 metrar misti Rúni eitt sindur, og mátti síðani einsamallur renna eftir 2. plássinum. Tá 100 metrar vóru eftir vóru tveir, ið byrjaðu at hótta Rúna, men so spenti hann í aftur, og helt 2. plássið fram á mál. Fyrr í summar vann Rúni sterku 800 m kappingina í Tårnby Games og setti persónligt met við tíðini 2.08,38 min. Hesuferð betraði hann metið eitt sindur, so tað nú eitur 2.07,97 min. Hendan tíðin er í ein topp-tíð í Norðurlondum, og kann í hesum sambandi nevnast, at eingin javngamal drongur í Danmark hevur runnið so skjótt!

Til 800 meturin í dag hevði Jan Elmar lagt ætlanir um at hevna tann heldur skuffandi 1500 meturin í gjár. Fyrr í summar rann Jan Elmar 800 m uppá 2.09,46 min, og ætlanin var at renna nakað skjótari í dag. Venjingin seinastu vikurnar hava eisini boðað frá, at ein góð tíð skuldi verið í væntu. Men mongum brestur ætlan, og Jan Elmar mátti bara staðfesta, at beinini hesar dagarnar ikki vildu sum hann vildi. Hann kom á mál við tíðini 2.10,38 min.

So vóru tað genturnar sum skuldu renna 1500 metrar. Fyst Rebekka (gentur 15). Hon skuldi royna eftir einum 3. plássi, og eisini at koma undir 5 minuttir á fyrsta sinni. Fyrra málið eydnaðist til fulnar. Men tað bleiv lagt so harðliga út, at tað kom at ganga út yvir endaligu tíðina, sum bleiv 5.11,17 min. Hetta var eitt sekund seinni enn Rebekka rann sum 13 ára gomul, men mest umráðandi í dag var diamanturin, sum kom afturat honum, sum hon fekk fyri 3. plássið á 800 metrum í gjár.

So var tað Rannvá (gentur 16). Hennara mál var at røkka tíðini 5.15. Hóast Rannvá lá aftast, sá tað kortini allan vegin út til at Rannvá fór at røkka málinum. Men seinastu 100 metrarnar blivu beinini ov tung, og Rannvá misti dýrabæra tíð. Persónligt met bleiv tað kortini til við tíðini 5.17,82 min.

Næsti stóri trumfur varð nú tveittur á borðið. Tað var Bjørk Herup Olsen, sum skuldi royna seg í bólkinum gentur 17. Hetta var eitt sterkt felt, har allar tríggjar, sum vunnu á henni á 800 metrum vóru við. Men Bjørk er sterkari á 1500 metrum, so vónirnar vóru góðar. Tað bleiv runnið javnt skjótt beinanvegin, og Bjørk passaði seg sjálva aftarlaga í feltinum. So hvørt tað dragnaði eitt sindur, át hon seg eitt pláss longur fram. Soleiðis helt hon á fram líka fram á annað plássið. Seinastu 50 metrarnar royndi hon at taka seinastu forðingina, men svenska gentan var akkurát ov sterk, og kláraði at halda Bjørk eitt lítið hálvt sekund aftanfyri. Men Bjørk hevði betrað sítt føroyska met við meira enn trimum sekundum, so tað var av góðum grundum ein stolt og glað Bjørk, sum tók ímóti diamantinum fyri sítt 2. pláss og fyri sítt nýggja føroyska met, sum nú eitur 4.44,83 min. Til stuttleika kann nevnast, at bert tríggjar kvinnur í Danmark hava runnið so skjótt í ár!

Endabresturin hjá føroyingunum í DN Galan Youth á hesum sinni var 2000 metra renningin hjá Regini Joensen. Hann var tilmeldaður við tíðini 6.58 min, men tað var heldur ivasamt, um hann mundi fara at klára tað. Frammanundan vistu vit, at feltið var krútsterkt, og at tað neyvan fór at blíva til nakran diamant. Men Regin er bæði treiskur og knáur. So tað sum fyrst sá út til at vera eitt hart útlegg, endaði við at gerast eitt óvæntað gott úrslit. Eitt flott persónligt met (eisini framvið 1500 m – 5.07) og 8. pláss við tíðini 6.49,11 min – bert eitt sekund frá heiðursmerkjagevandi 6. plássinum.

Alt í alt ein væleydnað kapping, har okkara í 12 kappingum settu 8 persónlig met, 5 bólkamet og 2 nýggj føroysk met. Vit fara nú at taka okkum av løttum i tveir dagar, og møta kappingarsinnað til Ólavssøkurenningina, um flogferðslan annars er komin í rættlag 😉

 

Rigmor og ein ungur Tumas Napoleon
Tríggir teir fremstu mennirnir: fv. Cecil, Gutti og Sølvi
Starturin millum Fjarða

 

0 comment
0

Related Articles