Home Altjóða luttøka 2. dagur gekk eisini væl

Í gjár runnu allir okkara ungu rennarar aftur, og lat tað verða sagt beinanvegin at tað gekk heilt væl. Fyrstur í eldin var Fríði á 200m teininum kl. 11.00. 13 dreingir runnu í fýra riðlum og var Fríði komin í 4.riðil. Í fyrsta riðilin vóru tað tveir vælvaksnir íslendingar í runnu skjótt, meðan hinir báðir riðlarnir runnu nakað seinni. Fríði var í riðili saman Gunnar Inga Harðarson, íð vann 60m og 800m dagin fyri. Gunnar rann rættiliga væl og Fríði bleiv nummar tvey í riðlinum og nummar 4 samanlagt við 28,08 sekund í er persónligt met hjá Fríða. Í sínum trimum kappingum bleiv Fríði nummar 4, 4 og 5.

Kl. 12.30 var tað Elsa í skuldi renna 200m, og her vóru 29 gentur til start í 9 riðlum, har Elsa var komin í riðil 8. Elsa rann væl og vann sín riðil við tíðini 29.03 sekund. Í seinasta riðili vóru tað 3 gentur í runnu skjótari enn Elsa, og bleiv tað sostatt ikki nakað heiðursmerki, men tíðin hjá henni  rakk til eitt samlað 6 pláss. Eisini hjá Elsu var talan um persónligt met.

Spennandi var kl. 13.45 tí her vóru fimm føroyingar til start á 400m í bólkinum 15-16. Umframt Hans, Regin, Dánjal Jákup úr Talentbólkinum so vóru Marnar Djurhuus (Treysti) og Tummas N. Arge (Hvirlan) eisini til start. 15 dreingir runnu í fýra riðlum og spennandi bleiv tað. Í triðja riðili vóru tað Marnar og Tummas N. í vóru við. Teir blivu nummar 1 og 2 í riðilinum við tíðunum 57,37 og 62,14 sekund og rakk tað til 5. og 13. pláss. Í fimta riðili vóru tað so Dánjal Jákup, Hans og Regin í skuldu dystast. Teir settu allir persónlig met og bestur av teimum bleiv Dánjal Jákup, í rann serstakliga væl, við tíðini 54,82 sekund, sum rakk til eitt samlað 3. pláss. Næstur honum kom Hans um strikuna við tíðini 57,06 sekund, sum rakk til eitt samlað 4. pláss. Regin rann eisini væl og kom fyri fyrstu ferð undir 60 sekund á teininum, tá hann kom á mál við 59,62 sekund. Tvær tær bestu tíðirnar á 400m teininum í hesum bólkinum vóru 54,54  og 54,68 sekund.

Samanumtikið hevur tað gingið heilt væl hjá okkara ungu rennarunum í Stórmót ÍR 2010, tí øll hava víst framgongd, so spennandi verður at fylgja gongdini hjá teimum framyvir.

Ferðalagið verður aftur í Vágunum í kvøld kl. 20.40.

0 comment
0

Related Articles