24 føroyingar til DM fyri ung í Hvidovre

Skrivað hevur

Hetta vikuskiftið verður DM fyri ung hildið í Hvidovre. Aloftast hava føroyingar verið við til hesa kapping, m.a. tí at Treysti hevur sent síni bestu til hesa kapping hvørt ár seinastu nógvu árini. Bragdið og Hvirlan hava eisini havt umboðan nøkur av árunum, men í ár eru tað serliga hesi bæði seinast nevndu, sum eru farin mannsterk avstað.

11 Bragdaríðkarar og 9 Hvirlur saman við teimum fýra úr Treysti, merkir, at hetta er størsta nøgd av føroyingum til DM fyri ung nakrantíð.

At vit hava eitt ungt oyggjaleikalandslið sæst aftur í hesi kappingini, tí heili seks av okkara níggju oyl-fólkum eru við til hesa ungdómskappingina. Oddvør, Maria, Julian, Margit, Elisabet, Alda og Tórur eru øll til dystin fús aftur, meðan hini trý oyl-fólkini, Jan Elmar, Rebekka og Marna ikki hava aldur til ungdóms-DM

FM2017 Sunniva
Sunniva Bogadóttir er nýkosin føroyameistari, og spennandi verður, um hon kastar eins væl í DM-U

Teir flestu av íðkarunum, sum vóru í Gøtuborg í summar, eru eisini við til DMU. Tað er ikki bara ein og hvør, sum kann melda seg til kappingina. Tú skalt vera rættiliga frammalaga á danska styrkilistanum fyri at sleppa við. Tíbetur er støðið nú so høgt hjá okkara heimligu íðkarum, at tað er møguligt hjá teimum at sleppa við í hesa sterku kapping.

HER ber til at finna yvirlit yvir kappingar, úrslit o.s.fr, og

HER er slóð til livestream sending av leikvøllinum

Gevið gætur, at føroysku íðkararnir umboða ymisk donsk feløg. Bragdið umboðar Hvidovre, Treysti umboðar Vejle IF og Hvirlan umboðar Århus 1900.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>