Leygardagin kl. 13.00 byrjar frælsi ítrótturin í Reykjavík International Games. Stevnan endar kl. 15.00, og hesa løtuna hava tríggir føroyingar kappast. Tað verða Bjørk Herup Olsen (18), Rebekka Fuglø (16) og Rúni Seloy (15), sum umboða Føroyar á 200 metra innandurabreytini í Laugardalinum.
Bjørk er nýliga vaksin úr talentbólkinum, meðan Rebekka og Rúni hava ávikavíst 2 og 3 ár eftir í bólkinum. Tí eru vit í FÍF sera errin um at kunna senda so ungar íðkarar av landinum at kappast við evstu topprennarar Íslands.
Kappingarskráin hjá okkum sær soleiðis út:
Kl. 13.35 Bjørk Herup Olsen – 1500 metrar
Kl. 13.50 Rúni Seloy – 800 metrar
Kl. 14.20 Rebekka Fuglø – 400 metrar
Kappingin verður víst beinleiðis í íslendskum sjónvarpi, og um tað er møguligt verður krøkja løgd út her, soleiðis at øll kunnu fylgja við.
Ferðalagið fer úr Føroyum fríggadagin og verður aftur mánadagin. Leiðari á ferðini verður Hallur Holm.
Vikuskiftið eftir verður Stórmót ÍR hildin í Reykjavík. Hetta er stór ungdómsstevna, og her verður so restina av talentbólkinum hjá FÍF við. Meira um tað í næstu viku.