Home Altjóða luttøka Rebekka betraði metið í 800m í finaluni

Rebekka betraði metið í 800m í finaluni

by Hallur Holm

Rebekka Fuglø hevur í kvøld runnið finaluna í 800 metra renningini á Isle of Wight. Gjáramorgunin setti hon nýtt føroyskt met á teininum, tá hon vann sær rættin at vera við í finaluni. Semifinalutíðirnar hjá teimum átta lógu allar millum 2.17 og 2.19, so tað sá við fyrsta eygnabrá út til, at hetta kundi blíva ein jøvn kapping. Hinvegin hava Emma Leask úr Hetlandi og serliga  Eilidh Mackenzie av Western Isles og Claire Wilson av Jersey áður runnið nakað skjótari, so tað var heldur ivasamt, um Rebekka kundi blanda seg í heiðursmerkjastríðið.


Tilreiðar til 800m finaluna á Fairway Sports Centre í Sundown á Isle of Wight

Men í 800 metra kappingum kann nógv henda, og tí skuldi Rebekka so avgjørt renna við vón um heiðursmerki. Tí fylgdi hon eisini væl við, hóast tað bleiv runnið sera hart frá byrjan. Hesar tríggjar áður nevndu sluppu leysar beint áðrenn tær fóru undir seinna umfar, og høvdu sera skjóta millumtíð. Rebekka hevði eisini eina sera skjóta millumtíð. 66 sekund brúkti hon um fyrra umfar, og fyri at lýsa hvussu skjótt hetta er, kann upplýsast, at føroyska metið á 400 metrum stóð á 68 sekundum í 16 ár!


Rebekka fer framvið 400m eftir 66 sekund! Tríggjar tær fremstu eru slopnar leysar frá hinum fimm

Men hetta var eitt ótrúliga sterkt felt, og tá tær komu oman móti 600 metrum, var Rebekka aftast. Men hóast beinini nú vóru tung, stríddist hon fyri koma longur fram. Seinastu 100 metrarnar kláraði hon at seta ein spurt inn, og yvirhálaði eisini Sarah Livett av Ynes Mon. Men í evstu løtu fór Sarah fram um aftur, og endaði 1/100 part sekund frammnafyri Rebekku.


Dramatikkur! Emma Leask (264) verður órógvað av Eilidh Mackenzie (286), sum seinni bleiv diskvalifiserað

Kappingin um gullið gjørdist so hørð, at vinnarin, Eilidh Mackenzie, bleiv diskvalifiserað fyri at renna fyri Emma Leask, sum sostatt fór við gullinum. Hetta gjørdi so at Rebekka endaði á sjeynda plássi.

Tíðin hjá Rebekku rakk til eina betran av føroyska metinum. Eitt hálvt sekund afturat bleiv klípt av tíðini í gjár, og nýggja metið eitur nú 2.19,07. Tað má sigast at vera ein ótrúliga flott tíð, tá hugsað verður um, hvussu skjótt fyrra helvtin varð runnin, tí tað kemur altíð aftur um brekku móti endanum. Og tað gjørdi tað eisini her. Við hesum í huga, er lítið at ivast í, at Rebekka áðrenn summarið er liðugt hevur skorið nakrar bitar afturat av metinum.


Rebekka hevur brúkt alla sína orku og rakk tað til enn eitt met á 800m

Møguleikan hevur hon longu næsta vikuskifti, tá hon er partur av leiðaratoyminum hjá talentliðnum, sum fer til VU-Spelen. Her er Rebekka meldað til kappingarnar á 200, 400 og 800 metrum. Kanska okkurt metið spyrst burturúr? Vit krossa fingarnar.

Seinastu kappingarnar hjá okkum á oyggjaleikunum verða í morgin. Fyrst fer Øssur Debes Eiriksfoss at leypa trístøkk, síðani fer Bjørk Herup Olsen at renna 5.000 metrar og seinast fer Marnar Djurhuus at renna 10.000 metrar.

0 comment
0

Related Articles