Home Altjóða luttøka 5 føroysk innanduramet afturat

5 føroysk innanduramet afturat

by Hallur Holm

Í gjár settu teir mongu føroyingarnir yviri í Íslandi heili 15 nýggj føroysk innanduramet. Veitslan helt fram í dag, tá fimm nýggj met vórðu sett. Dagsins veitsla bjargaði okkum eisini heili 14 heiðursmerki, harav fimm úr gulli.

Dagsins gullvinnarar:
Rebekka Fuglø, 800 m
Elin Niclasen, kúluvarp
Maria Biskopstø, 800 m
Elin Kristina Ryan, 3.000 m

Dagsins silvurvinnarar:
Oddvør Josephsen, 400 m
Miso Buha, longdarlop
Andreas Bjarnastein Antoft, hæddarlop
Hans Sivertsen, 400 m
Gunnar Sivertsen, 3.000 m

oddvør 400m medalja
Oddvør Josephsen – eitt navn, sum vit fara at hoyra nógv um í framtíðini. Bert 14 ára gomul knógvaði hon tveimum oyl-krøvum og setti føroyskt innanduramet á 400 m

Dagsins bronsuvinnarar:
Hans Erland Thomsen, 200 m
Hans Erland Thomsen, longdarlop
Miso Buha, kúluvarp
Andreas Bjarnastein Antoft, 200 m
Steintór Egholm, 400 m
Rúni Seloy, 400 m (gloymdur í gjár)

runi og julian 800m
800 m hjá monnum: Rúni Seloy fremstur, men má seinni síggja Julian Gregersen (fremra gula) fara framvið. 

Trístøkk
Trý av føroysku metunum í dag setti Margi W. Fríðmundsdóttir í trístøkskappingini. Metið undan kappingini var 10,27 metrar. Margit leyp bæði 10.31 og 10,32 áðrenn hon í seinasta lopinum leyp 10,49 metrar, sum nú er galdandi innanduramet. Margit eigur eisini uttandurametið, sum er 10,68 m.

400 m
Metið á 400 metrum fall eisini í dag. Eitt sindur óvæntað megnaði unga Oddvør Josephsen, sum enn bert er 14 ár, at renna tvey umfør á 200 metrabreytini uppá 60,83 sekund – eitt gott hálvt sekund skjótari enn gamla metið. Tað merkir, at Oddvør er undir oyggjaleikakravinum á bæði 400 og 800 metrum. (800 m í gjár var kappingarmet fyri G15)

800 m
So setti Rebekka Fuglø enn eitt met á 800 metrum. Í dagsins sigri kom hon á mál við tíðini 2.14,23 sekund, ella umleið eitt hálvt sekund skjótari enn hennara gamla met. Tíðin í dag var so góð, at hetta er skjótasta tíð yvir høvur hjá kvinnum í 20 ára gomlu søgu IR Stórmóts!

Rebekka a mal 800m
Skjótast í Føroyum nakrantíð og skjótast í Stórmót IR nakrantíð. Rebekka er í stórformi og tekur seg enn longur fram

Stórmót IR er fyri so vítt fyrsta kapping, har íðkararnir royna seg móti nýggju krøvunum til oyggjaleikirnar á Gotlandi summarið 2017, og hetta var ein góð byrjan. Heilir fimm íðkarar komu undir kravtíð/longd. Julian Gregersen á 800 m, Rebekka Fuglø á 800 og 1.500 m, Oddvør Josephsen á 400 og 800 m, Tórur Mortensen í trístøkki og Margit W. Fríðmundsdóttir í longdarlopi.

 

 

 

 

 

0 comment
0

Related Articles