Home Altjóða luttøka 7 føroysk heiðursmerki til DM fyri ungdóm

7 føroysk heiðursmerki til DM fyri ungdóm

by Hallur Holm

Farna vikuskifti vóru 11 føroyingar í Hvidovre, har DM fyri ungdóm var á skránni. Fýra miðteinarennarar úr Treysti og sjey spurtarar og leyparar úr Hvirluni. Og væl kom burturúr. Eitt gullmerki, trý silvurmerki og trý bronsumerki. Her er ein skjót gjøgnumgongd av heiðursmerkjunum.

Sjálvt um Tórur Mortensen ongantíð hevur verið danmarkarmeistari fyrr, var tað ikki óvæntað, at hann leygardagin gjørdist danmarkarmeistari í trístøkki. Seinastu kappingarnar hevur hann støðugt ligið um 13,5 m, og leygardagin var 13,45 m nóg mikið til at Tórur kundi vinna sítt allar fyrsta DM-gullmerki.

Tórur DMU
Tórur vann sítt fyrsta danmarkarmeistaraheiti leygardagin!

Rebekka Fuglø hevur vunnið eitt ótal av heiðursmerkjum til DMU gjøgnum mong ár. Aftur í ár kundi væntast, at hon fór at fáa heiðursmerki, tí tær vóru bert tvær og tríggjar í hennara kappingargreinum. Men skuldi tað blíva gull, skuldi hon renna upp til sítt besta. Tíverri gjørdist Rebekka sjúk á veg niður. Hon spýði bæði í flogfarinum á veg niður og aftur dagin fyri kappingina. Hon valdi kortini at kappast, og rann heilt góðar tíðir á bæði 800 og 1.500 m. Sera harmiligt, at hon ikki fekk kempað um gullið, tí føroysk met lógu í luftini. Tvey silvurmerki hevur hon tó heim við.

Julian Gregersen var fyri fyrstu ferð við til DMU uttandura. Á 1.500 metrum var hann so óheppin at detta í startinum. Og tá hann so reisti seg aftur, bleiv hann árendur einaferð afturat. Hann reistist tó á øðrum sinni og herjaði á. Hann kom heilt fram í oddin aftur, men hevði tó brúk ov nógvar kreftir, tí í endaspurtinum megnaði hann ikki at fylgja við. Á 800 metrum var hann komin í tann veika riðilin, av tí at hann onga nóg góða góðkenda tíð hevði. Julian vann greitt sín riðil við 2.02,00. Tað var nær við, at hetta var nóg mikið til at gera Julian til danmarkarmeistara, tí sterki riðilin gjørdist sera taktiskur. Bert ein harður og náðileysur spurtur millum nr. 1 og 2 gjørdi at hesir báðir tóku tíðina hjá Julian, sum sostatt vann bronsu.

“Gamla Hvirlan” Trygvi Laksafoss býr og lesur nú í Keypmannahavn, og venur har við KIF. Hann var ein av tveimum trístøkkarum í bólkinum 20-22 ár. Trygvi leyp ikki upp til sítt besta, men kundi tó fara heim við silvurmerkinum. Hansara besta lop var 12,51 m.

Trygvi DMU
Trygvi Laksafoss venur frælsan ítrótt í KIF, og vann silvur í trístøkki

Hallur Simonsen vann bronsu í klingrukasti. Hann hevur nú stabiliserað seg á 42-45 metrar til kappingar, Hansara longsta kast var 42,65 m. Silvurvinnarin fekk persónligt met við fýra metrum og “stjól” harvið silvurið frá Halli.

Hallur DMU
Hallur Simosen vann silvur í klingrukasti. Her roynir hann seg við kúluni.

Sjeynda heiðursmerki átti Edna Maria Debes úr Hvirluni. Eftir at Edna Maria leyp 10,27 metrar í trístøkki innandura í vetur, hava vit bara bíðað eftir, at hon eisini ger tað uttandura. Tað hendi so nú í Hvidovre, har hon vann bronsu við 10,06 m. Hetta hevði verið føroyskt met, var tað ikki fyri ov nógvum vindi. Hennara næstlongsta lop var tíverri 6 cm ov stutt til metið.

Annars vóru øll føroysku úrslitini í Hvidovre hesi:

  • Tórur Mortensen trístøkk, 13,45 m nr 1 av 9 GULL
  • Tórur Mortensen longdarlop, 6,32 m – 7/9
  • Hallur Simonsen klingrukast, 42,65 m – 3/5 BRONSA
  • Hallur Simonsen kúluvarp, 11,22 m – 4/4
  • Trygvi Laksafoss trístøkk, 12,51 m – 2/2 SILVUR
  • Marita K. Petersen trístøkk, 9,43 m – 6/8
  • Marita K. Petersen spjótkast, 35,36 m – 5/8
  • Edna Maria Debes trístøkk, 10,06 m – 3/3 – BRONSA
  • Edna Maria Debes longdarlop, 4,53 m – 5/5
  • Rúni Jacobsen 100 m innl. 11,38 sek – 5/10
  • Rúni Jacobsen 100 m finala 11,30 sek – 5/6
  • Oddvør Josephsen 800 m, 2.22,08 min – 4/17
  • Oddvør Josephsen 1.500 m, 5.06,23 min – 6/15
  • Rebekka Fuglø 800 m, 2.16,93 min – 2/2 SILVUR
  • Rebekka Fuglø 1.500 m, 4.45,05 min – 2/3 SILVUR
  • Gunnar Sivertsen 800 m, 2.10,93 min – 14/16
  • Gunnar Sivertsen 1.500 m, 4.35,13 min – 14/17
  • Julian Gregersen 800 m, 2.02.00 min – 3/16 BRONSA
  • Julian Gregersen 1.500 m, 4.23,96 min – 8/17

FÍF ynskir øllum hjartaliga tillukku við góðu úrslitunum.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Fríðrikur 25.08.15 - 06:24

Sær lovandi út, serliga 100m sum er betraður við einum heilum sekundi, næstan Danskt met.

Comments are closed.