Home Altjóða luttøka 8 føroyingar til DM-Ung um vikuskiftið

8 føroyingar til DM-Ung um vikuskiftið

by Hallur Holm

Aftur hetta vikuskiftið eru fleiri av okkara stinnastu ungdómum til spennandi kappingar uttanfyri landoddarnar. DM fyri Ung er í Skive, og eins og vanligt eru fleiri føroyingar við. Okkara ungdómar skulu byggja víðari á tey úrslitini tey fingu í Íslandi í januar. Fleiri hava styrki at kappast við topp trý í Danmark, og ætla sær heim við heiðursmerkjum, og eisini er tað hjá fleiri eitt pláss á oyggjaleikalandsliðnum, sum stendur uppá spæl.

Tórur Mortensen
T
órur Mortensen er nær við at knógva oyl-krøvini í longdarlopi og trístøkki. Her setir hann bólkamet seinasta summar (mynd: Hvirlan)

Tórur Mortensen úr Hvirluni er fyri fyrstu ferð við til DM-U innandura. Hann er ein av trimum íðkarum hjá FÍF, sum fær stuðu frá Úval, og er tað hesin stuðul, sum hevur gjørt tað møguligt hjá honum at luttaka. Tórur hevur havt ómetaliga stóra framgongd seinasta hálvaannað árið, og er heilt uppi millum teir allarbestu donsku javnaldrarnar. Tórur kappast við dreingjum 16-17 ár í longdarlopi og trístøkki. Í báðum kappingargreinunum manglaðu bert fáir sentimetrar í oyggjaleikakravið, tá hann kappaðist til Stórmót IR fyrrr í ár. Vónandi fer hann at gera tað enn betur hesuferð, og eisini vinna sær sæti á heiðursmerkjapallinum.

Oddvør
O
ddvør Josephsen er við fyri fyrstu ferð. (mynd: Treysti)

Treysti hevur luttikið í hesi kappingini í nógv ár, ja líka síðani Rebekka Fuglø hevði aldur til at vera við. Rebekka hevur eisini vunnið eitt ótal av heiðursmerkjum á 800 og 1.500 m, og mangt DM heitið hevur hon vunnið. Rebekka er aftur við í ár. Um hon rennur heilt upp til sítt besta, er eitt sindur ivasamt, tí líka síðani í september hevur hon verið darvað av skaða, og mesta venjingin hevur verið alternativ. Men eitt spildurnýtt kort tveitir Treysti á borðið, tí á fyrsta sinni er Oddvør Josephsen við. Hon skal eisini renna 800 og 1.500 m við gentum 14-15 ár, og hóast hon er í yngra árganginum, er hon styrkismett í besta triðinginum.

Bragdið DMU 2015
B
ragdarhópurin avmyndaður seinasta venjingarkvøldið: F.v.: Niklas Kruse, Teitur Bjarnastein, Steintór Egholm, Steingrímur Hallsson og Margit Weihe Fríðmundsdóttir. (mynd: Debes Christiansen, sp/f HD-Góðska)

Úr Bragdinum verða fimm rennarar við. Teitur Bjarnastein og Steingrímur Hallsson renna 400 og 800 m við dreingjum 18-19 ár. Teir eru báðir enn eitt sindur frá oyl-krøvunum, men hava báðir á einum góðum degi møguleikan at klára kravið á 800 m. Niklas Kruse rennur eisini 400 og 800 m, men við dreingjum 16-17 ár. Hann vil fegin renna skjótari enn hann gjørdi í Íslandi, har hann var nakað varin. Har eigur okkurt gott persónligt met at bíða. Allir føroyingarnir hava eina kapping hvønn dagin. Tó skal Steintór Egholm renna báðar sínar kappingar leygardagin. Fyrst 200 m og tríggjar tímar seinni 800 m, har hann sær út til at hava heiðursmerkjamøguleikar.

Margit Weihe Fríðmundsdóttir er einsamøll genta í Bragdahópinum. Hon hevur verið nær við oyggjaleikakravið á 400 m, og ger nokk enn eina roynd nú. Harafturat skal hon renna 200 m, har hon á einum góðum degi kann hótta føroyska metið.

FÍF ynskir øllum góða eydnu við kappingunum!

Leygardagin er skráin hjá føroysku luttakarunum hendan:

  • kl. 14.20 – Tórur Mortensen, trístøkk
  • kl. 14.45 – Steintór Egholm, 200 m
  • kl. 15.10 – Margit Weihe Fríðmundsdóttir, 200 m
  • kl. 16.55 – Oddvør Josephsen, 800 m
  • kl. 17.35 – Rebekka Fuglø, 800 m
  • kl. 17.45 – Steintór Egholm, 800 m
  • kl. 18.00 – Niklas Kruse, 800 m
  • kl. 18.15 – Teitur Bjarnastein, 800 m
  • kl. 18.15 – Steingrímur Hallsson, 800 m

Sunnudagin er skráin hendan:

  • kl. 12.00 – Margit Weihe Fríðmundsdóttir, 400 m
  • kl. 12.15 – Niklas Kruse, 400 m
  • kl. 13.15 – Oddvør Josephsen, 1.500 m
  • kl. 13.35 – Teitur Bjarnastein, 400 m
  • kl. 13.35 – Steingrímur Hallsson, 400 m
  • kl. 14.00- Tórur Mortensen, longdarlop
  • kl. 14.55 – Rebekka Fuglø, 1.500 m

(føroysk tíð)

 

0 comment
0

Related Articles