Home Altjóða luttøka Aftur eitt føroyskt met til Bjørk

Aftur eitt føroyskt met til Bjørk

by Hallur Holm

Aftur í dag gekk tað sera væl í VU-Spelen í Gøteborg. Bjørk Herup Olsen rann 800m í bólkinum gentur 17 og hon setti bæði persónligt, føroyskt met fyri kvinnur og bólkamet, tá hon rann teinin uppá 2.21,50 min. Sera flott av Bjørk, sum sostatt hevur sett nýggj føroysk met á bæði 800m og 1.500 um vikuskiftið á Nya Ullevi í Gøteborg.

Bjørk setti føroyskt met á 1.500 m teininum

Jóan Karl Joensen rann í kvøld 800m. Tað gekk væl, og rann hann bestu tíð hjá sær á teininum í ár, tá hann kom á mál við tíðini 2.01,39 min. Hann merkti tó til tann góða 400m, sum hann rann í gjár, á teimum seinastu 200m í kvøld, men kortini fekk hann eina góða tíð.

Samanumtikið so hava teir trýggir íðkararnir staðið seg væl í VU-Spelen 2008. Í seks kappingum hava tey sett fimm persónlig met, og tað má metast at vera sera gott.

Eftir at kappingarnar endaðu í kvøld fóru tey víðari til Stenungsund á eina norðurlendska venjingarlegu, sum byrjar í kvøld, har teir umleið 40 luttakararnir koma uppá pláss. Venjingarlegan byrjar longu í morginári kl. 08.00 og endar seinnapartin mikudagin. Føroysku luttakararnir koma aftur til hósdagin.

0 comment
0

Related Articles