Home Altjóða luttøka Aftur tveir føroyskir danmarksmeistarar!

Aftur tveir føroyskir danmarksmeistarar!

by Hallur Holm

Seinasta vikuskiftið gjørdist Rebekka Fuglø tvífaldur danmarksmeistari og Marnar Djurhuus bronsuvinnari, tá tey vóru við í DM fyri ung í Odense. Hetta vikuskiftið hevur DM fyri veteranar verið hildið í Hvidovre, og aftur hava føroyingar gjørt vart við seg.

Tí bæði Guttorm Sørensen og Borgarhjørt Holm kunnu nú rópa seg danmarksmeistarar fyri veteranar. Guttorm rann leygardagin 1.500 metrar, har tað í einum sera spennandi spurti eydnaðist honum at halda hinar aftanfyri, og soleiðis vinna gull við tíðini  4.23,55 min. Sunnudagin rann Guttorm 5.000 metrar, men her var ein mótstøðumaður, sum hann einki fekk gjørt við. Men aftur her eydnaðist honum at vinna ein spennandi spurt og vinna silvurmerkið við 17.02,06 min. Guttorm kappast í bólkinum 40-44 ár.


Guttorm Sørensen í grøna Vejle-búnanum. Sum vit kenna hann – lúrandi eftir veikleikum.

Eisini Borgarhjørt Holm rann væl um vikuskiftið. Borgarhjørt, sum býr í Ribe, rennur í bólkinum 45-49 ár, og gjørdist greiður vinnari á 5.000 metrum. Tíðin hjá henni var 20.20,49 min. Sostatt høvdu vit nú tveir føroyskar danmarksmeistarar!


Borgarhjørt Holm gull á 5.000 metrum og Guttorm Sørensen gull á 1.500m og silvur á 5.000m! Sanniliga er dugur í føroyingum!

Ikki nokk við tí. Sunnudagin var eisini kollfirðingurin Evald við Garð á breytini og kappaðist á 800 metrum í bólkinum 35-39 ár. Og her eydnaðist Evaldi at renna eitt trygt silvurmerki í hús við tíðini 2.09,48 min. Borgar Biskopstø vildi eisini hava metal. Og við frálíku tíðini 4.35,70 min. á 1.500m leygardagin rann hann seg eisini til eitt trygt bronsumerki. Borgar, sum rennur í bólkinum 45-49 ár, rann aftur sunnudagin. Hóast hann rann skjótt, var mótstøðan hørð. Og við tíðini 17.26,77 min. endaði Borgar á 5. plássi. Hertil skal sigast, at næsta ár rykkir Borgar ein flokk upp, soleiðis at hann sleppur at kappast móti teimum 50-54 ára gomlu.


Evald við Garð t.v. vann silvur í bólkinum 35-39 ár

Júst í tí bólkinum var ein annar kendur maður, hóast bara “næstan-føroyingur”. Talan var um Bent Povlsen, sum vit so ofta hava sæð runnið á Ólavssøku. Og hóast hann er 51 ár, er enn ferð á honum. Hann vann nevnliga gull við tíðini 17.02,18 min


Bent Povlsen í reyðum og Borgar Biskopstø á 5.000 metrum.

Tað eru nógvir aðrir sterkir veteran-rennarar í Føroyum, sum saktans kunnu gera seg galdandi til veterankappingar uttanlands. Og aldur er eingin forðing fyri at vera við. Elsti luttakarin var 85 ár, og hann rann 200 metrar uppá 51,99 sekund. Eisini var ein 76 ára gamal, sum rann 5.000 m uppá 21.49!!

Úrslitini frá Veteran-DM kunnu síggjast á slóðini niðanfyri. Kanska onkrir føroyskir veteranar fáa brell?

http://www.dansk-atletik.dk/da/Resultater/2011/09/03%20vdm.aspx

0 comment
0

Related Articles