Home Altjóða luttøka Alda tók tað elsta metið

Alda tók tað elsta metið

by Hallur Holm

Um vikuskiftið hava níggju føroyingar verið í Keypmannahavn, har tey hava kappast á Østerbro Stadion, um DM fyri ung. Fimm úr Treysti, trý úr Hvirluni og ein úr Bragdinum vóru við. Alda S. Lamhauge úr Hvirluni kappaðist leygardagin á 100 m. Føroyska metið á hesum teininum er nógv tað elsta kvinnumetið, og er eisini tað einasta, sum er sett í farnu øld. Tað var frá 1994.

Tað hava tó verið ábendingar um, at metið kundi falla í ár. Tí bæði Alda og Margit W. Fríðmundsdóttir hava verið naskar og ligið og amast niður móti teimum 13,3 sekundunum. Hetta er hondstøðgað tíð, sum samsvarar við 13,54 tá el-tíð verður brúkt. Margit runnið 13.54 í ár og sostatt javnað metið, meðan Alda fekk 13.55 til VU Spelen. Alda var eisini niðri á 13.23 til Jatnatøk í juli, men tá var vindurin ov nógvur (+2,7) Ta ferðina var Elisabet Holm Simonsen 13.30 sek. So tað lá líkasum í luftini.

Alda met á 100 m
Alda í miðjuni við fullari ferð eftir føroyska metinum. Vanliga rennur hon í reyðu Hvirlutroyggjuni, men til DM umboðar hon Aarhus 1900. (mynd: Hvirlan)

Og so hendi tað í innleiðandi riðlinum, at Alda langt um leingi tók kvørkratak á metinum frá 1994. 13.42 segði el-tíðartólið og vindmátarin segði +0,8 m/s. Nýtt føroyskt met!

Hetta føroyska metið var nóg mikið til at koma sær víðari í finaluna í bólkinum gentur 18-19 ár. Og her rann Alda uppaftur skjótari, men av tí at undanvindurin var ov nógvur (+2,5) kundi enn eitt met, 13,25 sekund ikki góðkennast.

Hetta verður eitt av teimum metunum, sum verður serliga hugaligt at dagføra. Vit ynskja Aldu hjartaliga tillukku við metinum, og vit bæði vóna og vænta, at onkur enn skjótari tíð kemur seinni. Um ikki í ár, so næsta ár.

Elsta føroyska metið hjá kvinnum er nú kúluvarpsmetið, sum Ingibjørg Poulsen setti í 2002 (10,92 m) – men eisini har eru ábendingar um at okkurt spennandi er ávegis. Tað kunnu tit lesa um seinni í vikuni, tá vit frætta um onnur framúr góð úrslit frá DMU.

0 comment
0

Related Articles