Altjóða dámur á Tórsbreyt seinasta leygardag

Skrivað hevur

Eitt tyssi við fløggunum hjá okkara norðurlendsku gestum hekk so fitt og lavaði, meðan klára røddin hjá svianum Daniel Bergin rungaði um alla Tórsbreyt leygardagin, tá Hvirlan skipaði fyri “Jatnatøkum”. Ein sera forkunnug kapping á okkara leiðum, má sigast, tí hetta er fyrstu ferð –  oyggjaleikirnir í 1989 undantiknir –  at altjóða kapping í frælsum ítrótti er farin fram á føroyskari landjørð.

10 útlendingar og 20 føroyingar høvdu sett stevnu hendan seinnapartin, og kappast varð í nógvum greinum.  Fleiri kappingar vóru bæði góðar og spennandi, og bæði gestir og føroyingar fingu onkur persónlig met. Eitt føroyskt met fall eisini, tá Bjørk Herup Olsen rann 5.000 m  við tíðini 17.49,7.

Drúgv frágreiðing, øll úrslitini og ein ørgrynna av myndum frá Jatnatøkum eru at finna á heimasíðuni hjá Hvirluni, sum eitur www. hvirlan.fo

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*