Home Altjóða luttøka Bjørk Herup Olsen setti eisini føroyskt met

Bjørk Herup Olsen setti eisini føroyskt met

by Hallur Holm

Í gjár misti Bjørk Herup Olsen føroyska metið á 800m. Og hóast man altíð frøist um at tað gongur sínum liðfeløgum væl, kann tað verða eitt sindur hugstoytt at verða víst til 2. pláss. Tað er ikki so nógv annað at siga til tað enn at lata beinini tala, og seta seg aftur á hestin! Og hetta var tað Bjørk gjørdi í dag.

Ein meira uppsett Bjørk vísti, at hon vildi fylgja teimum fremstu sum longst. Ferðin í 1. umfari hóskaði sera væl til ætlaninar hjá Bjørk, men ferðin fór eitt lítið vet niður teir næstu 800 metrarnar. So tá 300 metrar vóru eftir vóru útlitini fyri nýggjum føroyskum meti einki serlig. Men seinastu 300 metrarnar fekk Bjørk rættiliga luft undir veingirnar, og tá bert 100 metrar restaðu í, hevði hon runnið seg heilt fram á 3. plássið. Seinastu 100 metrarnar fóru tvær sera spurtsterkar gentur tó framvið Bjørk, sum tískil endaði á 5. plássi við tíðini 4.54,19 – og hetta rakk til eitt nýtt føroyskt met fyri kvinnur. Gamla metið, sum var 4.54,52 átti Bjørk sjálv.

Bjørk H Olsen 1.500m
Bjørk kroystir seinastu kreftirnar úr sær, á veg móti nýggjum føroyskum meti á 1.500m

0 comment
0

Related Articles