Home Altjóða luttøka Bjørk Herup Olsen silvur og nýtt føroyskt met á 10.000 metrum

Bjørk Herup Olsen silvur og nýtt føroyskt met á 10.000 metrum

by Hallur Holm

So var fjórða heiðursmerkið hjá okkum í skjáttuni! Hetta hendi í kvøld, tá Bjørk Herup Olsen í stórum stíli tryggjaði sær og okkum silvurmerkið í 10.000 metra renningini. Tað var als ikki óvæntað, at Bjørk fór at vera partur av heiðursmerkjastríðnum. Vit mettu frammanundan, at av teimum tíggju rennarunum, vóru bert tríggjar, sum kundu vinna á Bjørk, og eingin av teimum var veruliga favorittur.


Beint eftir startskotið. Bjørk við 7-talinum er beinanvegin klár í oddinum

Tað var vinnarin frá kappingini í hálvum maraton, Johanna Kahlroth, sum legði seg á odda frá byrjan. Men rættiliga skjótt setti hon ferðina nakað niður, og tá eingin annar vildi taka leiðsluna, blivu teir fyrstu 5.000 metrarnir runnir uppá  umleið 19.10 min. Og enn høvdu tær fýra sterkastu ikki slitið seg leysar. Onkur av hinum hevði enntá runnið seg upp aftur til tær.


Sama raðfylgja sum heiðursmerkini í 1/2 maraton fullu: Kahlroth, Malme, Olsen við Perriot lúrandi aftanfyri.

So skrúvaði Johanna eitt sindur meira upp. Og beinanvegin fullu tær veikaru frá, og einu løtuna lógu gull, silvur og bronsuvinnarin frá hálvum maraton í somu raðfylgju aftur við Louise Perrio av Guernsey lúrandi aftanfyri. Perrio vann gull á bæði 5.000 og 10.000 metrum umframt bronsu í 1/2 maraton á Álandi fyri tveimum árum síðani. Hesuferð rann hon ikki 1/2 maraton, og hevði tikið seg burturúr kappingini á 1.500 metrum, sum hon annars hevði teknað seg til. So tað var eitt sindur ivasamt, hvussu hon var fyri. Men í øllum førum var greitt, at jú tættari tær komu málinum samlaðar, størri var møguleikin fyri at Perrio við sínum superspurti fór at stinga av við gullmerkinum.


Malme setir ferd á, Kahlroth fær trupulleikar, medan Olsen og Perrio fylgja vid. 2.200 metrar eftir

Men Turi Malme av Hitra, sum vann silvur á 1/2 maraton, var ikki nøgd við ferðina hjá Johonnu, so aftaná einar 7.000 metrar fór hon fram um, og økti ferðina enn meira. Bjørk var kvik,  helt aftaná henni, og legði seg beint í ryggin. Økta ferðin sá ikki út til at nerva Bjørk stórvegis. Heldur ikki Perrio tóktist hava trupulleikar, men tað var skjótt, at Johanna byrjaði at síggja troytt út. Og aftaná tvey skjót umfør tók hon at dragna. Ein steinur fall frá hjartanum, nú tær bara vóru tríggjar eftir, tí nú skuldi nógv henda, um ikki okkurt slag av heiðursmerki kom í hús.


Farnar út á seinasta umfarid vid Bjørk á odda.

Bjørk visti væl, at skuldi hon hava nakran møguleika at vinna gullið, mátti hon sleppa sær av við Perrio, so tá einir 600 metrar vóru eftir økti hon og tók leiðsluna. Spenningurin øktist. Skuldu vit veruliga vinna gullið? Við fullari ferð við Bjørk á odda, runnu tær tríggjar nú oman móti málinum, har klokkan ringdi fyri seinasta av teimum 25 umførunum. Tá tað manglaðu 300 metrar, brast gulldreymurin, tí við einum rimmarspurti streyk Perrio avstað undan hinum báðum, sum ongan møguleika høvdu at svara aftur. Turi Malme stríddist fyri lívinum fyri at fylgja við Bjørk, sum var farin 3-4 metrar fram um. Hendan frástøðan helt sær til 150 metrar vóru eftir. Tá loysnaði hjá Bjørk, og brádliga vóru 10 metrar í millum tær, og silvurmerkið tryggjað!!


Bjørk kemur deydatroytt um mállinjuna sum silvurvinnari. Turi Malme aftanfyri fegnast um sítt bronsumerki.

Bæði gull- og silvurvinnarin frá 1/2 maraton vóru sigraðir! Og so var hetta eisini nýtt føroyskt met á 10.000 metrum! Metið frammanundan hevði Súsann Skylv Sørensen, og tað bleiv sett, tá hon fyri tveimum árum síðani sjálv vann silvur á oyggjaleikunum á   Álandi. Annars misti Bjørk eitt av sínum metum í morgun. Tað hendi, tá Rebekka Fuglø rann seg í finaluna á 800 metrum við nýggju mettíðini 2.19.58. Metið, sum Bjørk átti frammanundan var 2.20,01.


Lagid var gott á lidleidaranum, sum saman vid Bjørk og restini av hópinum  kundi fegnast um fjórda heidursmerkid.

Tíðin hjá Bjørk í dag gjørdist 37.28,85, og er tað ein betran av føroyska metinum uppá ein hálvan minutt. Metið sum Súsanna hevði var 37.59. Tað sá annars ikki út til at metið fór at verða tikið í dag, tí tá tær komu fram við 5.000 metrum, vísti klokkan 19.10 min. Men so varð ferðin skrúvað upp, og seinastu 5.000 metrarnir blivu afturumlagdir uppá 18.17 min!!

Bjørk hevur (møguliga) eina kapping eftir. Tað er kappingin á 5.000 metrum, men avgjørt er ikki enn, um hon verður við í tí kappingini.

3 comments
0

Related Articles

3 comments

Óli Olsen 30.06.11 - 10:26

Til hópin í frælsari ítrótt!

Hjartaliga til lukku við frálíku úrslitunum. Tit gera veruliga um tykkum niðri á Isle of Wight.
Vit heima eru ógvuliga stolt og glað fyri framúr góð úrslit.
Miðvísa ungdómsarbeiðið er veruliga farið at bera frukt.
Eisini eiga tit stóra takk uppiborna fyri at kunna okkum so væl um gongdina á heimasíðuni.

Við ítróttarkvøðu

Óli

Óli Olsen 30.06.11 - 15:04

Til hópin í frælsari ítrótt!

Hjartaliga til lukku við frálíku úrslitunum. Tit gera veruliga um tykkum niðri á Isle of Wight.
Vit heima eru ógvuliga stolt og glað fyri framúr góð úrslit.
Miðvísa ungdómsarbeiðið er veruliga farið at bera frukt.
Eisini eiga tit stóra takk uppiborna fyri at kunna okkum so væl um gongdina á heimasíðuni.

Við ítróttarkvøðu

Óli

Hallur 30.06.11 - 21:52

Hey Óli!

Vit takka fyri. Nú vit eru á Isle á Wight er ikki sørt, at prátað hevur verið nógv um minniliga túrin í 1993. Tað vóru góðir dagar. Hvørki Rúni ella Marnar vóru føddir tá. Rebekka var 1/2 ár, Bjørk var 1 1/2, og Øssur var knøpp 4 ár.

Illa kann noktast fyri at Heri var føddur tá, tí hann vann jú bronsu í sleggjuvarpi. Og so eru vit eisini tríggir leiðarar, sum allir runnu 1/2 maraton.

Comments are closed.