Home Altjóða luttøka Bjørk togaði fyrsta heiðursmerkið í hús!

Bjørk togaði fyrsta heiðursmerkið í hús!

by Hallur Holm

Oyggjaleikirnir á Isle of Wight eru nú byrjaðir, og fyrsta kappingin var á 1/2 maraton, har okkara Bjørk Herup Olsen eisini var við. Bjørk hevur fyrireikað seg væl til oyggjaleikirnar, og hóast hon ongantíð hevur runnið 1/2 maraton áður, hevur hon tó allatíðina hildið seg kunna blanda seg í heiðursmerkjastríðið. Og tað var eisini ætlanin í dag. Ferðin í byrjanini var sera høg. Silvurvinnarin  frá í fjør, Turi Malme, og ein oyl-debutantur av Álandi, Johanna Kahlroth løgdu sera bragdliga fyri, meðan Jo Gorrod av Jersey royndi at fylgja teimum. Bjørk royndi eisini at fylgja teimum eina løtu, men kendi seg heldur tunga, og  valdi ti tíðliga heldur at finna eina hóskandi ferð. Sera skilagott, tá eisini verður hugsað um, at hetta var nógv tann longsta kapprenningin, hon enn hevði roynt.

Teinurin var eitt sindur av hvørjum. Byrjað varð á breytini, síðani tvey smá umfør á uml 2 km kring stadionøkið, inn aftur á breytina, og  síðani tvey størri umfør, við býarrenning og eisini eftir einari asfaltgøtu í einari skóg. Tá Bjørk fór út á seinna av størru umførunum, lá hon á 4. plássi, 1.06 aftanfyri Jo Gorrod á triðja og uml. 1.20 eftir báðar tær fremstu. Í hølunum á henni komu eisini aðrar fýra stunandi. So tað vóru 8 harðir kilometrar við trimum drúgvum brekkum, sum skuldu knógvast á seinasta umfarinum.

Av teimum sum eltu, var tað bert ein av Isle of Man, sum nú fylgdi við. Hon hevði á fyrra umfarinum víst góða styrki í brekkunum, men fyrstu stóru brekkuna á seinna umfarinum nærkaðist hon einki serligt, og ovast á brekkuni kundi staðfestast, at Bjørk nú hevði tikið seg 12 sekund fram á Jo Gorrod á 3. plássi. Nú var undanbrekka eina løtu, og tað sá nógv ljósari út. Í undanbrekkuni og einari lítlari javnari mótbrekku nærkaðist hon eitt sindur afturat, men enn var langt í millum og styttri á mál.

Tá tær so dreyga til vinstru niðan móti skógini, koma tær í eina sera bratta brekku á einar 200 metrar. Hesa brekkuna vann Bjørk uppaftur 10 sekund, og nú so tað veruliga út til at kunna eydnast við bronsuni, hóast bert góðir 3 km vóru á mál og framvegis 42 sekund á muni. Men tað var týðuligt, at Jo Gorrod var við at gerast troytt nú, og hevði mist nógva ferð. Aftur í seinastu brekkuni át Bjørk eina rúgvu av sekundum, og nú var hon komin so nær, at hon sá hana mest sum alla tíðina. Beint áðrenn 20 km merkið kom Bjørk fram á Gorrod. Við fullari ferð streyk hon framvið henni, og hugdi ikki aftur, fyrr enn hon í stórum stíli og við nýggjum føroyskum meti rann um málstrikuna á Fareway Sportcenter. Tíðin hjá Bjørk gjørdist 1.24.35, og er tað 12 sekund skjótari enn gamla metið hjá Rigmor N. Arge.

Fyrsta oyggjaleikaheiðursmerkið hjá Bjørk var veruleiki. Og tað var eisini ein sera glað Bjørk, sum vit sóu aftaná kappingina. Hon hevur í fleiri ár arbeitt hart móti hesum góða úrslitinum.

Hjartaliga tillukku  við bronsumerkinum, Bjørk!!


Turi Malme, Johanna Kahlroth og Bjørk Herup Olsen við heiðursmerkjunum

 

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Fríðrikur Bláhamar 26.06.11 - 18:41

Wau Bjørk, sikken ein byrjan, tú leggur linjuna, fantastiska flott avrika, og so tín fyrsta kapping á hálvum marathon, ein rimmar deb. Koyri nú á øll somul, vit fylgja spent við her heima. Eisini ein heilsan til venjaran Hallur, flott.
Vh

Fríðrikur

Hallur Holm 27.06.11 - 00:56

Tað skal ein ómetalig sálarlig styrki til at avrika tað, sum Bjørk avrikaði í gjár. So fantastiska flott at grava so djúpt og finna so nógvar kreftir, at tað bar til at renna Gorrod uppaftur. Eg eri ótruliga errin av henni, tí hóast eg kenni hana so sera væl, ivaðist eg, um hetta kundi lata seg gera.

Tað svarar nøkulunda til at HB skuldi vunnið móti B36 😉

Comments are closed.