Home Altjóða luttøka Bjørk valdi tryggu loysnina – og setti nýtt føroyskt met!

Bjørk valdi tryggu loysnina – og setti nýtt føroyskt met!

by Hallur Holm

Á Rodos í 2007 hevði Bjørk Herup Olsen tað ikki so gott aftaná 5.000 meturin. Og eftir knappar 8.000 metrar mánakvøldið á 10.000 metra teininum mátti hon gevast. So málið var greitt hesuferð innan 5.000 kappingina í kvøld – tað skuldi rennast javnt og trygt, so hon kundi taka eina positiva uppliving við sær heim av oyggjaleikunum.

bjork 5000 start
5.000 m feltið hjá kvinnum er júst skotið avstað

Tað var bert í fyrsta umfari, at Bjørk royndi at merkja ferðina hjá teimum fremstu. Ferðin var tó eitt lítið vet skjótari enn ætlanin hjá Bjørk, so hon lat seg falla eitt lítið sindur aftur.

bjork 5000 gemma og felicity 
16-ára gamla Felicity Johnson-Deeley (Jersey) og 17-ára gamla Gemma Astin (Isle of Man 175) løgdu seg á odda frá byrjan. Felicity endaði á fjóðraplássi og Gemma á triðja plássi

bjork 5000 beint eftir start
Louise Perrio (155) og Martine Scholes (159) frá Guernsey, sum her liggja á triðja og fjóðra plássi frammanfyri Bjørk, endaðu við vinna gull og silvur til Guernsey

Rættiliga tíðliga fann hon seg til rættis á 5. plássi, og har var hon verandi líka til hon kom á mál við tíðini 18.12.28. Hetta er samstundis ein betring av hennara egna føroyska meti.

Vinnari gjørdist Louise Perrio frá Guernsey við 17.37,15 min. heilt stutt frammanfyri liðfelagan Martine Scholes við 17.37,81 min., meðan Gemma Astin frá Isle of Man vann bronsu við 17.51,23 min. Felicity Johnson-Deeley frá Jersey bleiv nummar fýra við 18.04,18 min.

Á Rodos bleiv Bjørk nr. 10 við tíðini 19.32,9. Nú er tað ikki altíð so rætt at samanbera úrslit, men í øllum førum er her talan um ein stóran bata. 5 pláss upp á listan og 80 sekund av tíðini. Við hesum í huga er sera hugaligt at hugsa tvey ár fram, nú gullið hóast alt bert var 35 sekund burturi og bronsan einans 21 sekund.

bjork 5000 nar endanum  bjork 5000 eftir mal
Bjørk rann væl og endaði á einum tryggum fimtaplássið við 18.12,38 min.

Bjørk, sum enn bert er 17 ár,  hevur nú kappast fyri seinastu ferð á sínum næstu oyggjaleikum. Eitt gullmerki, sum reyk á stokkinum og eitt føroyskt met er nakað sum hon av røttum eigur at vera errin av.

bjork 5000 sunniva
Mamman var eisini vælnøgd við avrikið hjá Bjørk á 5.000m

0 comment
0

Related Articles