Home Altjóða luttøka Bjørk vann gull og silvur í DM

Bjørk vann gull og silvur í DM

by Guttorm Sørensen

Í innandura DM, sum hevur verið í spildurnýggju innandura høllini í Skive, í vikuskiftinum hevur Bjørk H. Olsen úr Bragdinum vunnið bæði gull og silvur. Bjørk hevur luttikið í bólkinum gentur 16-17 ár fyri danska felagið KIF úr
Keypmannahavn.

Bjork a odda
Bjørk H. Olsen (25) frammanfyri Marie Munk Jacobsen á 3.000m

3.000 m
Leygardagin luttók Bjørk á 3.000 m teininum, og har megnaði hon at vinna sær eitt flott gullheiðursmerki í tíðini 10.22,57 min, sum er sera, sera gott og bæði føroyskt met fyri kvinnur og bólkamet. Bjørk legði eitt sindur varliga út í hesi kappingini, men tók seg longur og longur fram, og móti endanum legði hon seg at odda og helt leiðsluna á mál. Nummar tvey við tíðini 10.27,68 min. gjørdist Marie Munk Jacobsen úr Aarhus 1900, meðan Cecilie H. Christensen úr Ballerup AK, gjørdist nummar trý við tíðini 11.07,81 min.

bjork 1500m
Bjørk H. Olsen (25) stutt eftir startin á 1.500m

1.500 m
Sunnudagin luttók Bjørk í kappingini á 1.500 m teininum, og her megnaði hon at vinna sær eitt silvurheiðursmerki bert fimm hundraðpartar av einum sekundi eftir vinnaran Marie Munk Jacobsen úr Aarhus 1900, sum vann við tíðini 4.59,23 min. Bjørk hevur runnið teinin nakað skjótari fyrr, men til eitt meistaraskap verður hugsað meir um at vinna heiðursmerkir enn um góðar tíðir. 

FÍF ynskir Bjørk hjartaliga tillukku við hesum báðum flottu úrslitunum.

0 comment
0

Related Articles