Home Altjóða luttøka Bjørk í altjóða uppgávu fyri Føroyar

Bjørk í altjóða uppgávu fyri Føroyar

by Hallur Holm

Leygardagurin 19. mei 2012 verður ein søguligur dagur fyri Frælsan Ítrótt Føroya, og sum so eisini fyri føroyskan ítrótt yvirhøvur. Hendan dagin fer Bjørk Herup Olsen at renna um norðurlendska meistaraskapin í 10.000 metra renning á Østerbro Stadion í Keypmannahavn. Og hetta er fyrstu ferð, at føroyingur luttekur sum føroyingur í millumtjóðakapping í frælsum ítrótti.

Tað var eftir fund við Dansk Atletikforbund í fjør, at glið kom á. Útlitini fyri føroyskum altjóða limaskapi í IAAF síggja heldur døpur út, men kortini átti einki at verið til hindurs fyri at vit kunnu luttaka sum føroyingar í norðurlandakappingum. Tað hildu danir heldur ikki, og tóku teir tí hetta upp á fundi við hini norðurlondini. Og úrslitið varð, at vit í dag kunnu luttaka sum føroyingar til ávís norðurlandameistaraheiti. M.a. Nordic Challenge, sum er tiltikna kappingin um norðurlandameistaraheitið í 10.000 metra renning, har eisini onkrar av okkara grannatjóðum verða bodnar við, hesuferð Estland og Niðurlond.

Bjørk Kemur beint úr USA við einum feskum føroyskum meti í skjáttuni. Um vikuskiftið kappaðist hon í New Orleans, har hon var við á 10.000 metrum og í 3.000 metra forðarenning.  Vónandi hevur Bjørk spart seg eitt sindur á 10.000 metrinum, tí hennara tíð var ein góðan minutt frá føroyska metinum, sum hon setti fyri nøkrum fáum vikum síðani. Men í forðarenningini gekst væl. Hetta er bert aðru ferð, at Bjørk rennur hesa kappingargreinina. Men úrslitið var sera gott. Nýtt føroyskt met við 11.01,90 svarandi til 953 avriksstig á talvuni hjá IAAF. Og tað merkir, at hetta er hennara sterkasta úrslit nakrantíð! Bert Albert Marni Joensen við 960 stigum í 3.000 m.f. og Joan Bláfoss við 976 stigum í 10 km hava vunnið fleiri stig enn Bjørk.


Bjørk (t.v.) er ikki hvør sum helst.  Her vinnur hon Reykjavík International Games á 1.500 metrum í 2010.

Kappingin leygardagin verður spennandi. Spennið millum teir 14 rennararnar er ikki so stórt. Bjørk er í tyngra endanum, tá hugt verður eftir tilmeldingartíðunum, men rennur hon upp til sítt allarbesta og kanska eitt sindur afturat, so kann hon fylgja teimum flestu heilt nógv av teimum 25 umførunum. Luttakararnir eru hesir, við tilmeldingartíð í klombrum:

  • Leila Luik, Estland (37.19)
  • Liina Luik, Estland (36.52)
  • Esle Matas, Estland (38.20)
  • Evelin Talts, Estland (37.18)
  • Hilde Asheim, Noreg (36.24)
  • Hanne Sande, Noreg (36.36)
  • Louise Wiker, Svøríki (34.26)
  • Cecilia Kleist, Svøríki (36.00)
  • Kirsten Petterson, Danmark (35.58)
  • Bjørk Herup Olsen, Føroyar (36.58)
  • Andrea Deelstra, Niðurlond (36.05)
  • Elina Lindgren, Finland (34.24)
  • Mira Tuominen, Finland (34.38)
  • Nina Chydenius, Finland (35.22)

Finsku kvinnurnar síggja sterkar út, men avrikini kunnu altíð sveiggja eitt sindur. Bjørk hevur eina 10 km tíð úr Runavík í 2010, sum var 36.18, so tað eigur at vera gjørligt at betra 10.000 m metið eitt sindur afturat. Ger hon tað, kunnu vit vænta eina plasering um miðjuna. Og tað er so avgjørt eisini góðkent.

Bjørk kann vænta sær stóran stuðul á breytini leygardagin, tí nógvir føroyskir rennarar verða í Keypmannahavn um vikuskiftið, har teir fara at renna Wonderful Copenhagen Maraton. Eisini foreldrini og formaður FÍF’s verða til staðar.

FÍF ynskir Bjørk góða eydnu við kappingini.

 

 

6 comments
0

Related Articles

6 comments

GUTTI 16.05.12 - 10:06

Hetta er stórt fyri føroyskan frælsan ítrótt. Góða eydnu Bjørk 🙂

Elsa Berg 16.05.12 - 18:11

Spennandi Bjørk! Góða eydnu:)

Djóni Højgaard 18.05.12 - 09:48

Hvat klokkan verður kappingin? Tað kundi jú hent, at onkur keypmannahavnari kom at hyggja 😉

Hallur 18.05.12 - 10:33

Hey Djóni!

Góður spurningur. Kappingin byrjar klokkan 17.45. Sjálvandi kemur tú at hyggja og heppa 🙂

Menninir renna aftaná = kl. 18.30

vh Hallur

Ann 19.05.12 - 10:50

Bestu eydnu ynskja vit Bjørk 🙂

Janus 30.05.12 - 19:26

Bjørk er ótrúlig! 🙂

Comments are closed.