Home Altjóða luttøka Bjørk og Valborg í spennandi kapping

Bjørk og Valborg í spennandi kapping

by Hallur Holm

Eins og vit í Føroyum hava okkara TF-Vetrarkapping, so hava eisini danir sína vetrarkapping. Annað umfar av donsku vetrarkappingini verður leygardagin í Roskilde, og sæð við føroyskum eygum, verður hetta ein sera áhugaverd kapping. Við í kappingini verða nevnliga okkara bestu kvinnuligu rennarar, Valborg Heinesen og Bjørk Herup Olsen. Kappingarslagið leygardagin er eitt sindur øðrvísi enn tað vit vanliga síggja, og enn ikki roynt í føroysku Vetrarkappingini. Kappingin er ein 18 x 1 km og verður runnin við liðum við trimum íðkarum, sum so renna 6 ferðir 1 km hvør. Og her er tað serliga spennandi, at bæði Valborg og Bjørk saman við evnaríku Dagmar Fæster Olsen, umboða Sparta 1.


Fightarin Bjørk, her í cross-kapping í USA, er vónandi á veg aftur móti fordums styrki.

Vit vita, at Valborg er í góðum formi, og eigur at teljast millum í øllum førum 10 teir bestu langteinarennararnar í Danmark í løtuni. Bjørk er við at koma fyri seg eftir drúgvan fótskaða. Hvat hon megnar í løtuni finna vit út av leygardagin, men lítið er at ivast í, at formurin er á rættari leið, síðan hon umboðar 1. lið hjá sterkasta felagið Danmarkar, Sparta. Og Dagmar Fæster Olsen er ein sera skjótur rennari, sum serliga hevur gjørt vart við seg á 800 metrum, men sum eisini kann renna longri teinar.


Eftir 12. pláss til NM í lendisrenning seinasta vikuskifti, er Vaborg klár til enn eitt umfar í donsku vetrarkappingini

So tað verður spennandi at fylgja hesum vala liði, sum uttan iva kemur at kappast um fremstu plássini. FÍF ynskir tykkum góða eydnu!

Meira kann lesast um 2. umfar av donsku vetrarkappingini á hesi slóðini:

http://www.dansk-atletik.dk/da/Nyheder/2013/11/151113_CrossChallenge_optakt.aspxh

Og á hesi slóðini sært tú startlistarnar:

ttp://daf.sportstiming.dk/tilmelding/startliste3.asp?sort=klub&ID=682&kl=A&Teams=T

 

 

0 comment
0

Related Articles