Home Altjóða luttøka Bjørk vann gull á Vårlds Ungdomsspelen

Bjørk vann gull á Vårlds Ungdomsspelen

by Hallur Holm

Í fimm umførum hevur føroyska talentliðið verið til VU-spelen í Gøtuborg. Kappingin er sera, sera sterk, og kann í mongum førum samanberast við eitt norðurlandameistaraskap og kanska enn sterkari viðhvørt. Kortini hevur tað onkuntíð eydnast okkara at koma upp á sigurspallin. Í 2006 vann tann tá 12 ára gamli Rúni Seloy silvur á 600 metrum. Og 13 ára gamla Rebekka Fuglø vann bronsuna á sama teini. Í 2010 eydnaðist Bjørk Herup Olsen at vinna bronsu á 1.500 metrum fyri gentur 19 ár, og í fjør komu vit heim við tveimum bronsuheiðursmerkjum. Tað vóru Marnar Djurhuus á 3.000 metrum dreingir 15 ár og Katarina Høj á 600 metrum gentur 12 ár, sum stóðu fyri teimum.


Bjørk ovast á sigurspallinum saman við Emma Dahl og Erika Svanborg.

Men í gjár høvdu vit á fyrsta sinni ein føroying á ovasta pallinum! Eitt sindur óvæntað kanska, tí á startlistanum til 3.000 m forðarenning var ein rættiliga skrøpp tanta, sum neyvan hevði verið til at havt við at gjørt, um hon livdi upp til tilmeldingartíðina. Tað gjørdi hon ikki, tí hon møtti ikki til kappingina. Onkur onnur avboð vóru eisini, so tá saman um  kom, vóru bert fýra kvinnur á startinum. Umframt Bjørk vóru vóru tað tvær svenskar og ein íslendsk kvinna.


Bjørk var ikki bangin fyri at taka leiðsluna beinanvegin.

Hesar fýra fylgdust fyrsta umfarið, men longu tá sást, at tær báðar aftaru høvdu hug at dragnað. Bjørk og tann eina svenska, Emma Dahl, sum er nummar fýra á svenska styrkislistanum, fylgdust fyrstu 1.000 metrarnar, men so tók at slitna millum tær. Seint men trygt legði Bjørk meira og meira sjógv ímillum, og eftir 2.000 metrum sá út til, at hetta fór at gerast ein tryggur sigur. Men tá bert smáir 500 metrar vóru eftir, hendi nakað, sum fekk tað at renna kalt niður eftir bakinum hjá øllum í føroysku leguni. Bjørk datt um eina forðing, og fór skerfløt skreiðandi eftir breytini. Var hetta tað? Var alt nú liðugt? Hetta var ikki gott. Men lukkutíð var Bjørk skjót á føtur aftur, og helt til beins undan tí svensku, sum nú var komin eitt fitt petti nærri, og nú eisini sá sær ein møguleika at taka gullið.


Fyri hvørt umfar gerast forðingarnar tyngri og tyngri at koma upp um.

Tá so langt er útliðið í einari forðarenning, er sera trupult at finna aftur í rytmuna, samstundis sum man blívur bangin fyri forðingunum. Munurin var minkaður úr 60 niður í 30 metrar og minkaði alsamt. 150 metrar og vatngrøvin fyri seinastu ferð. Vit hildu ondini. Jú, tað gekk væl. Bert ein forðing eftir. Gekk eisini væl. Nú var bert eftir at spurta á mál eftir gullmerkinum. Og hetta eydnaðist eisini til fulnar í nýggjari føroyskari mettíð – trý sekund framman fyri svensku Emma Dahl. Gamla metið, sum var 11.01,90 varð betrað til 10.55,28.


Tað kann mangan vera eitt ódnartak at koma framvið vatngrøvini.

Hendan tíðin er ikki bara føroyskt met. Hetta er eisini tað sterkasta úrslitið nakrantíð í føroyskum frælsum ítrótti, um hugt verður eftir stigunum í talvuni hjá IAAF. Harafturat er hetta met fyri universitetið, har Bjørk gongur. Fyrr í summar vóru boð úr Danmark eftir Bjørk, har hon varð biðin um at umboða Danmark í NM U23 í júst hesi greinini. Tá var tað gamla metið – 11.01,90, sum danir høvdu fingið eyguni upp fyri. Og seinastu trý árini er tað eisini bara ein donsk kvinna, sum hevur runnið hendan teinin skjótari enn Bjørk.


Nýggja mettíðin bleiv rættað til 10.55,28. Á búki og knæi síggjast sár frá fallinum.

Í Bjørk hava vit fingið ein forðarennara við stórari styrki, og lítið man vera at ivast í, at hon fer at melda til hesa kappingina á oyggjaleikunum á Bermuda næsta summar. Trupulleikin er tó, at skal hendan renning koma í oyggjaleikaskránna, skulu í minsta lagi fimm rennarar úr í minsta lagi trimum oyggjum melda til. Men verður hendan kapping veruleiki, er ógvuliga sannlíkt, at eitt av teimum trimum fløggunum við sigurspallarnar verður føroyskt.


Bjørk við foreldrunum Sunnvu, Jósvein og venjaranum Halli, sum fekk skateboardið, ið vinnarin fekk umframt gullheiðursmerkið.

4 comments
0

Related Articles

4 comments

Jón Bjarnason 11.07.12 - 12:20

Óført tykur. Tað er so hugaligt at fylgja gongdini og menningini. Alt tað besta.

Óli Olsen 11.07.12 - 15:27

Til lukku Bjørk. Vit eru stolt og glað. Eisini heilsan til Sunnuvu, Jósvein og Hall.

Frídrikur 11.07.12 - 18:16

Sera flott Bjørk, stórt tilukku herfrá! Hallur síggi eingi sár á búkinum hjá Bjørk, bara sixpack:)

Fríðrikur Bláhamar 12.07.12 - 07:04

Stórt tilukku Bjørk, vit í Bragdinum er sooo stolt av tær:) til Hallur, síggi eitt sár á knænum hjá Bjørk, men á búkinum sæst bara “sixpack”:)!

Comments are closed.