Bjørk Herup Olsen, ein av evnaríku ungu rennarunum úr Bragdinum, luttók sunnudagin í Lyngby Ungdoms Games í Danmark.
Á 300 m teininum gjørdist Bjørk nr. 2 í fyrra heati við tíðini 47,64 sek., sum er nýtt bólkamet fyri Gentur 15 ár. Samanlagt rakk hendan tíðin til eitt 6. pláss. Marin í Dali átti gamla bólkametið, ið var 47,71 sek.
Løtu seinni rann Bjørk 800 m, og vann hon har silvurheiðursmerki við tíðini 2.27,35 min. Hendan tíðin var eitt knapt sekund verri enn føroyska metið hjá kvinnum, sum hon setti fyrr í summar.
Øll úrslitini eru annars at finna á heimasíðuni hjá fyriskiparunum Trongårdens IF.