Home Altjóða luttøka Boð eftir føroyingum

Boð eftir føroyingum

by Hallur Holm

Góðu úrslitini hjá ungu føroysku miðteinarennarunum eru heldur ikki farin aftur við borðinum í Danmark.  Allir okkara tríggir danmarksmeistarar frá innandura-DM eru útvaldir at umboða donsk feløg og landslið.

Leygardagin skal Bjørk Herup Olsen umboða Helsingør, tá 1. umfar av liðkappingini í Elitu-deildini fyri vaksin verður hildin í Esbjerg. Her sleppur hon veruliga at vísa, hvat hon dugur, tí ikki bert skal hon luttaka í trimum kappingum sama dag. Eisini skal hon kappast móti teimum allar-bestu donsku kvinnunum. Fyrst verður tað á 5.000 m. 3 tímar seinni skal hon renna 1.500 m og eitt sindur seinni skal hon renna 4 x 400 m boðrenning.

Vit hava fyrr skrivað um at Rúni Seloy skal við til EYOT – European Youth Olympic Trials. Her fer hann at umboða Dansk Atletik Forbund sum tann einasti drongurin úr kongaríkinum í rennigreinum. Stabilitetskravið, sum varð sett honum, knógvaði hann til Tårnby Games, og 19. mei fer hann saman við einum lítlum donskum hópi til Moskva, har kappingarnar fara fram á kenda Luzhniki Stadion 21.-23 mei. Her skal 16 ára gamli Rúni kappast móti teimum allarbestu 16-17 ára gomlu 800-metra rennarunum úr Evropa, har tríggir teir bestu vinna sær sess til Ungdóms-ol í Singapore seinni í summar.

Eisini er bitið merki í nýggjastu stjørnuna á renni-himininum, Marnar Djurhuus av Morskranesi. Eftir gull-heiðursmerkið á 1500 m til DM-innandura, hava boð nú verið eftir honum at koma at umboða Vesturdanmark í einari kapping millum norðurlendskar landslutir,  sum verður í Svøríki 4. juni. Her skal Marnar renna 2.000  og 800 metrar.

Sera stuttligt, at so væl gongur hjá okkara ungu, og spennndi verður at fylgja teimum til hesar stóru uppgávurnar. FÍF ynskir øllum góða eydnu.

0 comment
0

Related Articles