Rebekka, sum í gjár setti eitt flott føroyskt met á 800m teininum hjá kvinnum, endaði í dag á fjórða plássið á 1.500m teininum.
Tíðin hjá henni í dag rakk til nýtt bólkamet á teininum fyri gentur 14 ár. Nýggja bólkametið er nú 5.07,17 min. Gamla bólkametið setti Rannvá Djurholm í fjør. Rebekka legði út saman við teimum fremstu, og eftir eitt fyrsta umfar uppá 75 sekund, har hon lá nummar fýra, so vístu tær fremru seg at verða ov sterkar fyri hana.
Tær fremru runnu næsta umfar eitt vet seinni enn fyrsta, meðan Rebekka brúkti 82 sekund, og var dragnað nakrar metrar. Munurin upp til tríggjar tær fremstu øktist spakuliga, men Rebekka vísti, sum hon altíð ger, gott treysti restina av teininum og helt fast um sítt fjórðapláss.
Rebekka (2 f.v.), her í flottum stíli, bleiv nr. 4 á 1.500m
1 comment
Øgiliga flott Rebekka. Heilsan Kristín Lív í Reykjavík.
Comments are closed.