Home Altjóða luttøka Bragdarrennarar í Hamborg

Bragdarrennarar í Hamborg

by Hallur Holm

Í morgun legði Hamborg gøtur til Hamborg Marathon fyri 31. ferð. Hesar somu gøtur, sum blivu tráddar í 1988, tá galdandi føroyska metið hjá monnum á maratonteininum varð sett í 1988. Tá varð Hamborg Marathon runnið á triðja sinni, og millum rennararnar tá, var Absalon Hansen, sum setti metið, 2.27.58, sum stendur enn í dag, og sum eisini er tað elsta metið innan frælsan ítrótt í Føroyum.

Hamborg1
F.v.: Duruta, Hjalmar, Regin Áki, Jónrit, Ragnar, Beinta, Hergerð, Ann, Krista og Eydna

Tíggju rennarar frá Bragdinum vóru klárir á startstrikuni í morgun klokkan 9.00, hamborgska tíð. Metið hjá Absalon var ikki í vanda. Hvørki áðrenn ella undir kappingini. Men merkisvert góð úrslit fingu tey kortini. Kvinnuliga stjørnukvartettin hjá felagnum hevur vant leingi og væl, og í dag fingu tær fýra, Ann Thomsen, Beinta Hoydal Joensen, Duruta á Lofti og Krista Nielsen løn fyri stríðið. Tær vóru aftur sera javnar í dag, og komu allar undir 3.29 tímar. Og so frægt skribenturin veit, er hetta persónligt met hjá teimum øllum.

Regin Áki Hansen fekk bestu føroysku tíðina, men megnaði akkurát ikki at koma undir tríggjar tímar. Tað má bíða til næstu ferð. Hjalmar Sjóvará var eitt sindur longur burtur frá 3-tímamarkinum, men kann eisini við góðum vilja byrja at droyma um eina tíð undir tríggjar tímar.

Bragdarúrslitini í dag:

Regin Áki Hansen 3.01.39
Hjalmar Sjóvará 3.06.16
Krista Nielsen 3.26.19
Duruta R. á Lofti 3.26.19
Ann Thomsen 3.26.57
Beinta Hoydal Joensen 3.28.55
Hergerð Heldarskarð 3.59.10
Eydna Weihe 3.59.14
Jónrit Dalsgarð 4.06.32

Ragnar Joensen 1.43.30 (½ maraton)

Hjá teimum allarflestu gjørdist talan um persónligt met.

Hamborg2
Liðformaðurin Petur Martin altíð klárur við einari væl uppibornari veikari øl. F.v.: Hjalmar, Regin Áki, Ragnar og Petur Martin

 

 

2 comments
0

Related Articles

2 comments

FB 17.04.16 - 17:19

Elisa Nielsen rann eisini, hon hevđi 04:07:xx sek.

regin 17.04.16 - 17:46

øðiligur hasin ragnar. smb. timing-síðuni hevði hann negativt split: 1h43 á fyrru helvt og 1h12 á seinnu 🙂

Comments are closed.