Home Altjóða luttøka Bragdaungdómar heimaftur við 11 heiðursmerkjum

Bragdaungdómar heimaftur við 11 heiðursmerkjum

by Hallur Holm

Farna vikuskiftið var afturvendandi túrurin hjá Bragdinum í Tårnby aftur á skránni. Hetta er sætta árið á rað, at ungdómshópurin hjá Bragdinum er við í størstu ungdómskapping á danskari grund, Tårnby Games.

At venjingin gjøgnum drúgva veturin hevur borið ávøkst, bera úrslitini sín týðuliga boðskap um. Teir 21 íðkararnir hava heili 47 persónlig met og 9 bólkamet heim við sær. Og ikki nokk við tí. Tvey gull- 3 silvur- og 6 bronsumerki blivu eisini vunnin. Gullmerkini blivu vunnin av sera evnaríka Andreas B. Antoft, sum lætt og elegant skúgvaði alla mótstøðu til viks á 800 m, og vann trygt við tíðini 2.46,55 min – úti við 3 sekund framman fyri nr. 2. Andreas skar við hesum smá 7 sekund av bólkametinum hjá Óla Eyðsteinsson, sum eisini er ein stinnur rennari. Andreas er eisini ein framúr spurtari og longdarleypari. Spennandi verður at fylgja honum í komandi tíðum.


Andreas B. Antoft , vinstrumegin, er eitt av okkara ungu heilt stóru talentum.

Hitt gullmerkið vann Bragdaspírin Eiri Jógvansson Glerfoss. Sjey ára gamli Eiri gjørdi bart í 40 metra spurtinum, har hann í kapping við 26 aðrar dreingir vann ein greiðan sigur. Tað verður eisini spennandi at fylgja Eira, sum eisini vann bronsu í longdarlopi.

Elisabet Holm Simonsen var ein av heiðursmerkjafavorittunum í 60 m finaluni hjá gentum 11 ár. Hetta bleiv ótrúliga spennandi og javnt heilt til mállinjuna, har hon tó mátti taka til takkar við silvur, bert 1/100 sekund frá gullinum. Á sjálvari málstrikuni fór Elisabet um koll, og kom so mikið til skaða, at hon luttók ikki í fleiri kappingum. Hon hevði tó frammanunda kappast í longdarlopi, har hon bleiv nummar 4 við nýggjum bólkameti. Hini bæði silvurmerkini vann Teitur Bjarnastein, sum hevur vant nógv í vetur. Hann kappast hjá dreingjum 14-15 ár, og rann 2.10,58 min á 800 m og 4.33,67 á 1.500 m. Báðar hesar tíðirnar eru betri enn A-kravið til talentbólkin!

Katarina Høj kemur eisini heim við tveimum heiðursmerkjum. Bæði á 600 m og á 1.500 m eydnaðist tað henni at gerast nummar trý hjá gentum 12-13 ár. Á 600 m  var hon bert 5/100 sek frá at vinna silvur. Regin Joensen setti tvey flott persónlig met. Sunnudagin á 200 m, men leygardagin rann hann seg nærum tvey sekund undir A-kravið hjá talentbólkinum og vann bronsu við tíðini 2.04,07.

Og at enda komu eisini tvey heiðursmerki í spjótkasti! Elsa Berg, sum ikki hevur fingið runnið í vetur, hevur í staðin vant eitt sindur við spjótinum. Og við einum kasti upp á 22,06 m vann hon bronsu, og setti føroyskt bólkamet fyri gentur 16 ár. Eisini Steingrímur Hallsson vann bronsu, tá hann í síni fjórðu roynd setti persónligt met, bólkamet og kom nærum 4 metrar út um A-kravið við einum kasti á 43,85 metrar.

Her eru bert nevnd tey úrslit, sum hava givið heiðursmerki. Men tað vóru eisini nógv onnur góð úrslit. Her er slóð til øll úrslitini frá Tårnby Games: http://mars-net.dk/2012/05-05-taarnby-games/index.htm

Og her er slóð til úrslitini hjá Bragdinum: http://mars-net.dk/2012/05-05-taarnby-games/6.htm – (rulla tektin niður)

Bragdið hevur eisini umrøðu av túrinum. Slóð til ta greinina er her: http://www.bragdid.fo/?p=2070

0 comment
0

Related Articles