Home Altjóða luttøka Bragdið góð úrslit til Tårnby Games!

Bragdið góð úrslit til Tårnby Games!

by Hallur Holm

Hetta vikuskiftið skipaði Amager AC fyri mest umfatandi donsku kappingini í frælsum ítrótti, nevnd Tårnby Games. Aftur í ár, fimta árið á rað, vóru Bragdaungdómar við í kappingini. Stórur partur av ungdómsbólkinum hjá Bragdinum hevur saman við venjarum og foreldrum verið á vikuskiftisferð í Tårnby á Amager.

Tvey gullmerki vórðu vunnin. Yngsti maður í hópinum, Andreas Bjarnastein Antoft, hevði bestu tíðina innleiðandi á 60 metrum, men mátti renna enn skjótari í finaluni, har hann vann gull við frálíka úrslitinum 9,65 sekund! Andreas er føddur í 2002 og kappast í Dreingir 9 ár.  Hitt gullmerki vann Rúni Seloy á 800 metrum. Spennandi var at síggja, um oyggjaleikaformurin hjá Rúna nærkast, og fyri at fáa størstu mótstøðu gjørligt, hevði hann meldað til í mansbólkinum, hóast hann kundi runnið við dreingjum 17 ár. Okkurt avboð var, og gjørdist kappingin ikki so hørð sum ætlað. Men Rúni rann fremstur allan vegin, og vann við tíðini 1.58.05, sum er besta úrslit hansara higartil í ár.


Framtíðarvónin Andreas Bjarnastein Antoft fremstur á Tórsbreyt. Eisini fremstur í Tårnby og kemur heim við gullmerki. Mynd: Bragdið


Rúni Seloy á Tórsbreyt fyrr í ár. Enn einaferð hevur hann vunnið gylt uttanfyri landoddarnar! Mynd: Bragdið

Talan gjørdist eisini um trý silvurmerki. Tvey av teimum komu í bólkinum Gentur 11 ár. 10 ára gamla Elisabeth Holm Simonsen rann 400 metrar leygardagin, og vann eitt flott silvurmerki við fínu tíðini 73,75 sek. Sunnudagin endurtók hon bragdið á 800 metrum, tá talan enn einfaferð gjørdist um silvurmerki. Hesaferð var tíðin 2.46,03. Gullvinnarin var í báðum førum eitt ár eldri enn Elisabeth. Seinasta silvurmerkið vann Rói Holgarsson á 200 metrum, Dreingir 19 ár. Rói fór eftir at klára kravtíðina til oyggjaleikirnar, sum er 23.49. Tíðin í dag gjørdist 23.81, so Rói má ugga seg við at hetta kortini rakk til silvur.

Viljasterka Elisabeth Holm Simonsen vann tvey silvurmerki til Tårnby Games. Mynd: Bragdið


Kraftmikli Rói Holgarsson vann silvur á 200 metrum. Mynd: Bragdið

Eitt bronsumerki kom eisini til høldar hjá Gentum 13 ár. Við supertíðini hjá 12 ára gomlu Katarinu Høj – 5.24,06 – rann hon seg inn á eitt trygt triðjapláss.


Katarina vísir fantastiskan stíl á Tórsbreyt. Hon vann bronsu á 1.500 metrum til Tårnby Games. Mynd: Bragdið

Á 800 metrum eydnaðist tað Regini Joensen við tíðini 2.07,30 at knógva A-kravið hjá talentbólkinum (2.08)

Bragdið var umboðað í heili 51 kappingum. Her er slóð til øll úrslitini:

http://mars-net.dk/2011/taarnby-games/index.htm

0 comment
0

Related Articles