Bragdið heim við frálíkum úrslitum

Skrivað hevur

Seinasta vikuskiftið var Bragdið árliga túrin til Tårnby Games á Amager. Hetta er ein av heilt stóru breytarkappingunum í Danmark, og flestu av sterkastu ungdómum í Danmark leggja leiðina framvið her, og skjóta kappingarárið í gongd. Tað sama hevur Bragdarungdómur gjørt í nøkur ár nú, og mangt eitt bólkamet er fallið á breytini í Tårnby. Eisini hava Bragdarungdómarnir altíð borið mong heiðursmerki við sær til Føroya.

Fleiri av bestu íðkarunum hjá Bragdinum seinastu árini vóru ikki við á túrinum, men tað sást ikki aftur, tá tey fóru at telja heiðursmerki eftir lokið stríð. Maður kemur í mans stað, verður sagt, og so var eisini í hesum førinum, tí heiðursmerkini vóru enn fleiri enn vanligt. Harumframt vóru fleiri bólkamet og ein ørgrynna av persónligum metum, sum jú er tað mest grundleggjandi.

Tårnby hópur
Ein partur av hópinum avmyndaður á breytini. Sólin skein so lystiliga báðar dagarnar og bjóðaði ljósu føroysku húðini av

Rógvi Róin var ein av leiðarunum, og hann hevur skrivað eitt sindur frá báðum døgunum, og hevur gjørt øll úrslitini upp. Vit geva Rógva orðið:

15 PERSÓNLIG MET, 1 GULL OG 5 SILVUR
Ein super dagur í góðveðrinum í Tårnby er av. Síðani á miðdegi hava ungu íðkararnir hjá okkum kappast og havt tað stuttligt – saman við javnaldrum úr øllum Danmark, Svøríki, Norra og Týsklandi.

Hvat viðvíkur úrslitum gjørdist dagurin eisini á einari leið – ella eitt sindur betur enn tað. 15 persónlig met eru sett í dag, 1 gull heiðursmerki (Jónas Isaksen á 800 m) og 5 silvur heiðursmerki (Andreas 100m og hæddarlop, Brá 400m og Eiri 80m forðarenning og 800m). Fleiri av teimum yngstu luttakarunum hava ikki luttikið í skrásettum kappingum áður, so fimm av teimum ungu fingu skrásett síni fyrstu úrslit; 18 íalt (Heiða Jacobsen 3, Jógvan í Lon 5, Óðin J. Glerfoss 4, Róaldur Marjunarson 4 og Rúni S. Vang 2)

Niðanfyri síggjast øll úrslitini frá í dag.

Tårnby úrslit leygardag

Grønt = nýtt persónligt met

Appelsingult = fyrstu ferð úrslit er skrásett

Nú fara vit at slappa av og gera okkum klár at fara út at eta í bovlinghøllini, sum liggur beint við hotellið.

Tá vit hava etið, vænti eg, at øll verða móð og troytt av hesum degi. Av at kappast og at heppa – og av sólini, sum hevur bakað niður her á flatlondum.

Tårnby Andreas
Eitt sindur skrappur, men bæði beinini á jørðini. Og tvey silvurmerki fyrsta dagin. Andreas setti eisini eitt gott persónligt met á 100 metrum, og er helst triðskjótasti føroyingurin í løtuni

ENN EIN GÓÐUR DAGUR Í TÅRNBY
Var leygardagurin góður, so hevur hesin dagurin ikki verið minni góður. -Sólin hevur bakað niður allan dag og flestu hvítu føroysku kropparnir hava skift lit; onkur hevur luktað eitt sindur brent eisini, men einki alvorligt.

Á breytini hevur eisini gingist væl. Bragdaungdómurin hevur stuttleika sær óført og tey hava eisini gjørt tað gott í kapping við útlendsku ungfólkini. Í dag gjørdist tað til 13 persónlig met, umframt 20 nýggj skrásett persónlig met. Vit vunnu tríggjar gull (William Helmsdal londarlop, Andreas Antoft 200m og Jónas Isaksen á 1.500 m), 5 silvur (Axel Holm Simonsen 4, bóltkast, longdarlop, 60 m og 400m,  og Eiri J. Glerfoss, 200 m) og og 3 bronsu (Brá 1 á 800 m, Jónas 1 í hæddarlopi og Unna Ró 1 í longdarlopi).

Niðanfyri síggjast øll úrslitini frá í dag.

Tårnby úrslit sunnudag

Grønt = nýtt persónligt met

Appelsingult = nýggj skrásett persónlig met

Tårnby William
William Helmsdal leyp hvøkk á øll, tá hann kom út um seks metrar. Brádliga er hann ein av teimum, sum fer at stríðast fyri einum plássi á oyggjaleikalandsliðnum. Í Tårnby bleiv tað til gull!!

Tårnby Unna Ró
Unna Ró tryggjaði sær eitt bronsumerki  í longdarlopi

Tårnby Eiri
Sergreinin hjá Eira.  Enn einaferð klípur hann nógv av tíðini og setir bólkamet. Hetta var nóg mikið til silvur. 

Tårnby Brá
Raska og orkuríka Brá stríddi seg til eitt bronsumeri á 800 metrum

Tårnby Jónas
Teir kunnu bíta tenninar saman, teir kunnu snerkja og alt møguligt. Men Jónas nerta teir ikki. Jónas vann gull á bæði 600 og 1.500 metrum umframt bronsu í hæddarlopi

Tårnby Axel
SS4 og SS5 rakettirnar hjá generalinum í Gomlu Hoyvík vóru avmonteraðar í Tårnby. Ístaðin sendi generalurin hesa langtberandi SS20-rakettina í form av Herviliga Axel út á vígvøllin. Hann vann heili fýra silvurmerki í sínum fýra kappingum. 

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>