Home Altjóða luttøka Bragdið og Hvirlan umboðaðu FÍF á norðurlendskum barna- og ungdómsfundi í Noregi

Bragdið og Hvirlan umboðaðu FÍF á norðurlendskum barna- og ungdómsfundi í Noregi

by Guttorm Sørensen

Bragdið og Hvirlan umboðaðu FÍF á norðurlendskum barna- og ungdómsfundi í Noregi Í døgunum 8.-9. februar vóru Anna Maria Seloy (Bragdið) og Randi Kúrberg (Hvirlan) í Oslo á barna- og ungdómsfundi at vita, hvat rørist í londunum kring okkum, og at lata hini londini vita, hvat rørist á okkara klettum.

Skráin – vit og hini
Vit hittust mikudag á middegi í hølunum hjá norska frælsasambandinum á Ullevål Stadion, ið veruliga er heildarhugsað við skrivstovum og fundarhølum til fleiri sersambond, tó at fótbólturin eigur stadion. Somuleiðis vóru matstovur, handlar og hotell í sama túni sum ítróttaøkið. Eftir rundvísingina fóru vit til næsta punkt á skránni, sum varð fylgd til lítar báðar dagarnar.

Fundurin snúði seg um:
– Hvat rørist í ymsu londunum?
– Hvussu halda vit upp á unga fólki í frælsu ítróttunum?

Bæði í Svøríki og Danmark vóru nýggjar bøkur komnar á marknaðin. Tær svensku eru tær somu sum FÍF nýtir, tá venjarar verða útbúnir. Bøkurnar er dagførdar og beindar meir at teimum ymsu frælsagreinunum eins og ein DVD-fløga fylgir við hvørjari bók. Serliga fløgan hevði fingið góð skotsmál, tí hon lýsti øvilsini so væl og gav í heila taki góðan íblástur. Donsku bøkurnar snúðu seg um ítøkiliga venjing innan renning, sprint, millum & lang, og kast til ymsu aldursbólkarnar.

Eitt dømi um norðurlendskan íblástur okkum til íblásturs
Somuleiðis var hugaligt at hoyra um Aktiv stafettina, sum var eitt landsumfatandi rennitiltak í Danmark fyri skúlaungdóm (4. og 5. flokk), sum varð avrikað í samstarvi við frælsafelag í nærumhvørvinum. Donsku umboðini greiddu frá, at fyrsta árið vóru 3.000 luttakarar, og at árið eftir var talið vaksið til 6.000. Umframt at renna sluppu børnini at royna ymsu frælsagreinarnar og kunna seg um tær. Endamálið var at fáa limir til feløgini, og tó at tað kanska ikki var lukkast so væl, so fingu frælsar ítróttir góða umrøðu. Tað stuttliga við hesum tiltaki var, at tað var sprottið úr hugskoti úr Noregi, sum hevur væl umtóktu Tine stafettina, sum er tíggjufaldað síðan byrjan og hevur einar 100.000 luttakarar kring alt landið.

Sambandið millum ungdóm og stjórn í bæði feløgum og sersambandi
Í Svøríki virðir mann og leggur dent á at styrkja sambandið bæði millum tey ungu tvørtur um frælsafeløg og sambandið við tey ungu, sum bæði nevndir í feløgum og sersambandið hava. M.a. hava sviar eitt ungdómsting, sum er ein miðdepil fyri ungar leiðarar at umrøða tað, ið serliga hevur teirra áhuga. Ein uppgáva hjá teimum er at kveikja áhuga og hjálpa øðrum ungum leiðarum kring alt landið. Harafturat hava sviar sett í gongd eina dagsútbúgving fyri nevndarlimir, soleiðis at teir betur eru førir fyri at stjórna felagið. Eisini hetta hevði fingið góð skotsmál. Í Danmark varð arbeitt við einum sosialum tiltaki fyri ungar leiðarar, sum hevði til endamáls at styrkja teirra áhuga fyri venjaragerninginum. Úr Noregi frættist um eina stóra verkætlan, sum snúði seg um at útbúgva 300 ungar leiðarar eftir trý ár. Norska frælsasambandið fekk 3,2 mió. úr Gjensidigegrunninum í 2011 at avrika tiltakið, sum fevndi um fýra vikuskifti og verkligar uppgávur, sum leiðararnir undir útbúgving skuldu syrgja fyri úti í teirra egna felag og fáa eftirmeting um. Hesum lærdu teir nógv av, eins og feløgini fingu nakað burturúr alt fyri eitt. Eftirspurningurin at sleppa á skeið er stórur, og vónin er at kunna gjøgnumføra ætlanina. Umsókn er send av stað.

Skulu vit skammast ella reypa av, at alt arbeiði í Føroyum er sjálvboðið?
Tað er fantastiskt, at tað ber til at fáa so nógvan stuðul. Serliga í Noreg og Svøríki verður ítróttaarbeiðið nógv virðismett. Londini stuðla fegin, so til ber hjá fólki at arbeiða burturav við ítrótt við tí endamáli, at so nógv sum gjørligt í hvørjum króki í landinum, skulu fáa gleði og ágóða av tí felagsskapi og lærdómi, sum er at fáa í ítrótt. Eisini í Danmark ber til at hava lønt fólk í sersambandinum, t.d. sum ráðgevar, verkætlanarleiðarar og á skrivstovuni. Hjá kunnu vit fegnast um, at so nógv ber til, tá tað eru mest sum somu herðar, sum bera leiðslubyrðina sum venjarar, nevndarlimir og kappingarfyriskiparar. Flott, at so er, men eingir motorar koyra í allar ævir uttan brennievni, og barna- og ungdómsarbeiðið er á grulvistigi samanborið við onnur Norðurlond. Tað hevði veruliga verið ynskiligt vit meir peningi, so umstøður og tilboð kundu verið betrað, og frælsu ítróttirnar vunnu meir fram, t.d. í skúlunum.

Norðurlendska ítróttamerkið
Í fleiri ár hevur verið tosað um at gera eitt felags norðurlendskt ítróttamerki, sum er ein váttan um, at persónur um t.d. 10 ára aldur dugir og veit tey mest grundleggjandi tingini innan ávísu frælsagreinarnar. Hetta er framvegis í spónalagnum, men Daniel Bergin játtaði at vera primus motor, og fundur skal vera í Danmark í mars at tosa meir um smálutir. Spennandi at frætta meir um hetta… Av øðrum felags norðurlendskum práti kann nevnast, at semja var um, at fjølkampsreglurnar áttu at verið einstáttaðar, so møguleikarnir hjá íðkarunum í ymsu londunum at fáa fleiri kappingar í kroppin gjørdust fleiri.

Hvussu fáa vit fólk at eldast í frælsu ítróttunum – síðst, men ikki minst!
Eitt áhugavert innslag var fyrilesturin hjá Eysteini Enoksen ítróttaprofessara, sum í yvir 25 ár hevur kannað orsakirnar til, hví ítróttafólk gevast og halda á, sjá leinki. Daniel Bergin kom Eysteini á baki og greiddi frá LTAD (Long Term Athlete Development), sum stavar frá Kanada, men sum svenska innibandysambandið hevur sett sær fyri at fáa á føtur. Sera áhugavert, og fundurin endaði eisini við tí uppskoti, at evnið næsta ár skuldi vera, hvussu tað er hepnast svenska innibandysambandinum í verki at gjøgnumføra LTAD. Eitt annað evni í uppskoti var, hvussu ein fær bygt upp tað góða felagsumhvørvið.

Spennandi at fara á næsta fund…

Myndirnar eru tiknar undan felagsdøgurðanum tann fyrsta dagin. Matarlysturin var styrktur við eini fotostafett í miðbýnum í Oslo. Annar bólkurin royndi at lýsa greinarnar í 10-kampi á myndunum.

Randi Kúrberg

 

 

 

0 comment
0

Related Articles