BREAKING NEWS: JOAN BLÁFOSS VERÐUR RENNARI!!!

Skrivað hevur

Sum vit skrivaðu í september, var ætlanin at Joan Bláfoss skuldi renna sítt fyrsta almenna maraton í Berlin. Vegna ein skaða í fótinum var hon tó noydd at útseta frumframførsluna til Frankfurt Marathon, sum varð runnið gjáramorgunin. Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí meðan sólin bakaði niður á sveittandi rennararnar í Berlin, vóru umstøðurnar til at renna maraton í Frankfurt í gjár nærum fullkomnar.

Og hesum dugdi Joan at gera sær dælt av. Hóast hon frammanundan hevði sagt seg vera nøgda við eina tíð beint undir teir tríggjar tímarnar, legði hon út við 4.00 ferð og kom framvið 10 km beint um 40 min. Sum triatletur er Joan von við at vera meira ella minni troytt, tá hon herjar á maratonteinin. Tí kundi man freistast at halda, at hon nú við frískum beinum frá fyrsta kilometri kanska fór at taka í so rívan til og leggja eitt sindur ov harðliga til brots. Men tað sást skjótt, at Joan er ein sera rutineraður rennari, sum dugir sera væl at leggja eina javna ferð. Tíðin á 20 km var beint undir 1.2o tímar og ferðin so jøvn, sum hon yvirhøvur kann blíva.


Joan Bláfoss nýtt føroyskt met á maratonteininum, og fer nú at renna burturav eina tíð!

Serfrøðingar innan maraton plaga at siga, at fyri at renna eitt so fullkomið maraton sum gjørligt, skal fyrra hálva vera 1-2 minuttir skjótari enn tann fyrra. Eisini her vísti Joan seg at renna so durkdrivið sum hugsast kann. Fyrra hálvmaraton varð runnið uppá 1.24.16 tímar meðan seinna hálvmaraton tók henni 1.25.53 tímar. Ikki fyrr enn á 30 km fór ferðin eitt sindur niður, men var framvegis høg. Og seinastu 2,2 kilometrarnar megnaði hon kroysta tær seinastu kreftirnar úr sær og enntá  økja eitt sindur aftur.

Tá samanum kom gjørdist endaliga tíðin hjá Joan 2.50.09 tímar. Og hetta er eitt kempistórt føroyskt met á teininum. Gamla metið setti Rigmor N. Arge í Keypmannahavn í 2008, tá hon rann teinin uppá 3.09.09. Tíðin hjá Joan røkkur til eitt fyribils fjórðapláss á danska styrkislistanum fyri 2011. Joan endaði sum nummar 34 í kvinnukappingini. Einar 3.000 kvinnur og 10.000 menn luttóku, og av øllum hesum 13.000 bleiv Joan nr. 374.

Í kjalarvørrinum á hesum góða úrsliti, hevur Joan nú avgjørt at satsa alt uppá renning, og royna enn eitt maraton til várs. Hvar tað verður, er ikki avgjørt enn, men Hamburg og Keypmannahavn eru so í tonkunum.

At Joan nú letur súkkluna standa í kjallaranum og goymir svimjiklæðini í einum bunka niðast í skápinum, er sera spennandi fyri FÍF. Joan er nógv tann besta føroyska kvinnan í langteinarenning, og væntast kann, at hon fer at standa seg sera væl í kappingum í Danmark, har hon í fjør vann silvur í DM á 10 km landavegsrenning. Og nú verður spennandi, um hon eisini verður partur av okkara ferðalagi til oyggjaleikirnar á Bermuda um smá tvey ár.

FÍF ynskir Joan tillukku við hesum framúrskarandi úrsliti og meti og gleða okkum at síggja hana til enn fleiri rennikappingar. Góða eydnu!

Millumtíðirnar hjá Joan:

  • 5 km: 19.51
  • 10 km: 40.00 (20.09)
  • 15 km: 59.52 (19.52)
  • 20 km: 1.19.56 (20.04
  • 25 km: 1.39.50 (19.54)
  • 30 km: 2.00.06 (20.16)
  • 35 km: 2.20.29 (20.23)
  • 40 km: 2.41.12 (20.43)
  • 42,195: 2.50.09 (8.54 = 4.03)

Ein viðmerking

  1. Fantastiska flott Joan, vónandi kemur Joan at luttaka í onkrari kapping heima á klettunum, møguliga Nýggjárshálvmarathon.

    Vh

    Fríðrikur

    ps. Hallur skrivar at Joan verður rennari? Við hasari marathon tíðini haldi eg at Joan er RENNARI!

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*