Home Altjóða luttøka Bronsa til Katarinu Høj!!

Katarina Høj framdi eitt satt bragd í dag, tá hon á Nya Ullevi vann bronsumerkið í 600 metra renningini hjá gentum 12 ár. Tey sum fylgja við renning í Føroyum vita, at tað eru fleiri ungar gentur, sum renna heilt skjótt.  Av teimum  40 sum runnu í dag, vóru tvær føroyskar . Umframt Katarinu, var eisini Karin Holm Simonsen við. Og at støðið veruliga er høgt í Føroyum, varð staðfest, tá báðar tær føroysku skuldu renna í skjótasta riðilinum av teimum fýra.


Katarina kemur á mál á triðjaplássið í fyrsta riðili við 1.45,89 min.

Besta tíðin hjá Katarinu frammanundan var 1.51 og hjá Karini 1.53. Út frá hesum varð mett, at Katarina kundi enda nøkulunda miðskeiðis, meðan Karin fór at stríðast í millum tær aftaru.  Og soleiðis bleiv eisini. Katarina lá nr. 4 fyrstu 200 metrarnar, og rann seg síðani upp á triðja plássið. Heldur enn at blíva trýst á triðja plássi, nærkaðist hon meira nr. 2. Men støðan broyttist ikki, og við fantomtíðini  1.45,19 min tók hon heili 6 sekund av síni frammanundan bestu tíð, og vann bronsumerkið. Harafturat tók hon 6 ára gamla bólkametið, sum Rebekka Fuglø setti í Gøtuborg í 2005.


Karin og Katarína beint eftir at tær komu á mál

Karin stríddist ein harðan dyst við tvær aðrar um ikki at enda aftast. Tað var javnt til tað síðsta, men Karin máttti dvína. Tíðin hjá Karini var langt frá hennara besta, og einki løgið í tí. Ein fótskaði hevur argað hana leingi, og venjingin hevur tí verið ov lítil í seinastuni. Hóast alt bleiv Karin samanlagt nr. 19 av teimum 40 rennarunum, og tá man við 1.58.15 rennur  5 sekund frá sínum besta, sigur tað ikki so lítið um tey góðu evnini.


Ein glað og vælnøgd Katarina við bronsuheiðursmerkinum. Ein føroyingun, ein svii og ein dani

Dagurin  hjá okkum byrjaði annars við spjótkasti, har Hanus Bergsson skuldi royna seg í kappingini dreingir 17 ár.  Hanus hevur betrað seg nógv í seinastuni, og hevur til venjing kastað omanfyri 50 metrar. So langt kastaði hann ikki í dag,  men hann fekk kortini trý góð køst, sum øll vóru millum 46 og 47 metrar. Tað longsta var 46,94 og ein lítil betring av gamla persónliga metinum. Hetta er samstundis eisini føroyskt bólkamet, og rakk til eitt 18. pláss av 31 kastarum.


Hanus sendir her spótið út á 46,94 metrar og setur harvið nýtt persónligt met og bólkamet

13 ára gamla multitalentið Marita K. Petersen úr Hvirluni er meldað til heilar 6 kappingar og tvær av teimum vóru í dag. Í morgun rann hon 60 metrar hekkurenning, og fekk eitt sera gott úrslit. Hon betraði sína tíð við einum lítlum sekundi og gjørdist samanlagt nr. 31 av 62 luttakarum. So avgjørt eitt góðkent úrslit í hesi kappingargrein, sum hon ikki er so von við. Tíðin, sum var 10,96 sekund er samstundis nýtt føroyskt bólkamet.


Marita í ferð við at seta bæði persónligt og bólkamet í 60m hekkurenning við 10,96 sek.

Seinnapartin kastaði Marita spjót. Og gekk tað væl um morgunin, ja so gekk enn betur nú. Longu í fyrsta kastinum kom hon heilt út á 32,11 metrar. Hetta er ein betring uppá heilar 6 metrar!! Annars hevur Marita tvey tey seinastu árini kastað javt millum 24 og 26 metrar, so tað  hevur bara verið bíðað til tað knappliga skuldi gleppa. Og tað gjørdi tað so sanniliga í dag. 2. og 3 kastið vóru 25,15 m og 26,00 m, og finaluplássið og trý eyka køst tryggjað. Og aftur í finaluni fór Marita at kasta langt. Fyrst 28.63, síðani 31,14 og at enda 27,17 metrar. Endin var at Marita gjørdist nr 8 og setti nýtt bólkamet.


Marita í fyrstu royndini har hon sendir spjótið út á heilar 32,11 metrar, sum er persónligt met og bólkamet

Í longdarlopskappingini hjá dreingjum 17 ár, kappaðust Trygvi Laksafoss og 28 aðrir. Fyrsta lop hansara var so nøkulunda, men vinstri fótur fall nakað tíðliga niður og tók fyrst. Lopið varð mált til 5,35 metrar. Í næsta lopi vildi atrenningin yvirhøvur ikki passa, og endaði við at hann  bara rann ígjøgnum sandkassan, uttan at leypa. Nú var ein roynd eftir. Men nú traðkaði Trygvi yvir , og varð tí standandi á 5,35 metrum frá fyrsta umfari. Eitt sindur skuffandi hjá Trygva, sum annars ein góðan dag eigur at leypa væl upp móti teimum 6 metrunum.


Sum sást so hevur vinstri fótur verið nakað tíðliga í sandinum

Og so var tað 800 metra renningin. Her høvdu vit tríggjar við í dreingjum 17 ár og Elsu Berg í gentum 15 ár. Skuldi eitt heiðursmerki afturat koma í hús í dag, so skuldi tað koma frá okkara oyggjaleikaluttakara Rúna Seloy, sum fyrr hevur vunnið heiðursmerki til VU-Spelen. Rúni skuldi renna millum teir skjótastu av teimum 66 rennarunum. Hann kom at liggja nr. 2 aftaná 100 metrar, og maðurin frammanfyri koyrdi so hart á, at teir báðir fingu hol. Kortini fer Rúni fram við eftir 350 metrum, og far klokkuna við 56,6. Og enn var nógv ferð á Rúna.


Rúni er júst farin framvið við 400m og er í ferð við at fáa eina trygga leiðslu

Fram við 600 metra merkinum (1.26) var leiðslan framvegis trygg. 10 metrar til nr. 2 og 13 til nr. 3 – og tað sá út til at halda. Men so tá 100 metrar vóru eftir, steindoyði Rúni. Har kom fyrst ein framvið, so ein annar, og ein triðji og fjórði áðrenn forloysandi mállinjan langt um leingi støðgaði líðingini.  Men hetta var djarvt og hóas alt eisini væl runnið (og serliga væl kempað!) Vinnarin, sum fór fram við Rúna tá 90 metrar vóru eftir, fekk endaligu tíðina 1.55,4! So føroyska metið – 1.55,5 er nokk ikki so øgiliga langt burturi hóast alt. Tíðin hjá Rúna bleiv 1.58,19 min. og rakk til samlað 5. pláss av teimum íalt 66 rennarunum.


Seinastu metrarnar vildu beinini hjá Rúna ikki tað, sum Rúni vildi og hann mátti taka til takkar við 5. plássið

Tveir av teimum 66 vóru Hans Jacobsen og Regin Joensen, sum báðir vóru komnir í 4. Riðil. Fyrstu 200 metrarnar vóru teir væl við, hóast ferðin var høg. Hóast ferðin minkaði nakað, dragnaðu teir báðir heilt fitt, og tá 200 metrar vóru eftir, var Hans næstaftastur og Regin aftastur. Seinastu 100 metrarnar fekk serliga Regin góða ferð á , og yvirhálaði Hans og tveir afturat. Hans fekk tann eina, men var kortini við 2.08,03 min góð 2 sekund frá síni bestu tíð, meðan Regin við 2.07,01 fekk skorið eitt lítið sekund av sínari bestu tíð. Samlað gjørdist Regin nr. 39 meðan Hans gjørdist nr. 44.


Regin og Hans koma her um málstrikuna. Regin setti persónligt met við tíðini 2.07,01 min.

Elsa Berg var í triðja av teimum 4 riðlunum hjá gentum 15 ár. Hon legði eitt sindur varliga fyri, og legði seg heldur aftarlaga frá byrjan. Spakuliga otaði hon seg fram, og fyrra umfar á umleið 75 sek boðaði frá, at hon kanska lá til eitt lítið persónligt met. Hóast onkur afturat bleiv yvirhálað á seinna umfarinum, bleiv hetta runnið eitt sindur seinni, so at hetta akkurát ikki bleiv persónligt met. Tíðin bleiv 2.33,63 og rakk til samlað 28. láss av 36 luttakarum. Annars rann Elsa herfyri ein frálíkan 600 m, sum ber boð um, at 800 metra tíð hennara skjótt fer eitt stórt lop rætta vegin. Við eitt sindur aggresivari renning kann hon saktans renna 2.26-28 longu seinni í ár.


Elsa hevur júst spent avstað í 800m renningini

Vit hava ein langan kappingardag fyri okkum í morgin. Longu klokkan 9.10 leggur Tinna Berg Jørgensen, sum annars fylti 12 ár í dag!!, fyri á 80 metrum, og Rúni Seloy rundar dagin av kl. 19.10 við sínari 400 metra kapping.


Føroysku diddurnar á Ullevi: Elsa, Katarina, Rebekka, Tinna og Karin


Marita smílist móti føroysku fjepparunum eftir at hon hevur sent spjótið út á 32,11 metrar!!


Máltalvan vísir K.Høj á 3.plássi!


Karin á veg á mál í 600m renningini


Rúni og hinir hava spent avstað í 800m renningini


Hans og Regin spenna avstað í 800m renningini


Hans var frammanfyri Regin eftir 400m í 800m renningini


Føroyskir 800m rennarar á Ullevi


Elsa var útlúgvað eftir sín 800m


Jú jú….. drotningin skal verjast.


Fyrst heiðursmerki, síðani drotningaviðferð!

 

0 comment
0

Related Articles