Home Altjóða luttøka DM Ung: Gull til Norðdepli, Bronsu til Morskranes

DM Ung: Gull til Norðdepli, Bronsu til Morskranes

by Hallur Holm

Fyri einari løtu síðani komu teir 16-17 ára gomlu dreingirnir stunandi á mál í kappingini um DM á 3.000 metrum. 16 ára gamli Morskranesdrongurin Marnar Djurhuus varð mettur at hava ein lítlan møguleika at vinna heiðursmerki. Og tí møguleikanum tók hann av! 15 umfør skuldu rennast á 200 metra rundbreytini í høllini í Skive, og hetta er tað vit frætta frá heimildarmanninum Guttormi Sørensen:

Fyrstu 10 umførini blivu øll runnin rættiliga javnt um 36-37 sek. Teir vóru fýra dreingir sum við hesi ferðini løgdu seg fremstar. Fyrstu 1000 metrarnir vórðu afturumlagdir við umleið 3.03 og á 2.000 metrum høvdu teir umleið 6.04. Og so bleiv ferðin enn hægri. 11. umfarið rann favoritturin og vinnarin í fjør Sparta-rennarin Zacharias Grassme uppá 32 sek og fekk skrætt seg leysan. Eisini ferðin hjá Marnari varð nógv økt seinastu 1000 metrarnar, sum hann rann uppá umleið 2.53 min. og endaliga tíð hansara gjørdist 8.57,35.  Hetta var tó ikki nóg skjótt at fylgja teimum báðum fremstu, men ivaleysa skjótt at renna seg til eitt trygt bronsumerki.


Jacob Simonsen (AGF), Zacharias Grassme (Sparta) og Marnar Djurhuus

Føroyska metið innandura eigur Bogi Lenvig. Tað setti hann í Malmø í 2004, og hann rann tá teir 3.000 metrarnar uppá 8.55,65.

Við hesum úrsliti bankar Marnar nú harðliga á dyrnar hjá oyggjaleikaliðnum, tí hetta úrslitið gevur honum omanfyri 750 avriksstig, sum FÍF hevur sett sum A-krav. 3.000 metrar er tó hvørki ol- ella oylkappingargrein, so enn verður einki avgjørt hesum viðvíkjandi.

Úrslitið sæst her: http://mars-net.dk/2011/udmi/resultatliste_D17.htm

FÍF ynskir Marnari hjartaliga tillukku við hesum flotta úrslitinum og góða eydnu við 1.500 metrunum í morgin.

Seint seinnapartin rann Rebekka Fuglø finaluna á 800 metrum fyri gentur 18-19 ár. Tíverrri vóru tær bert tvær gentur við í hesi kappingini, so tær runnu saman við bólkinum 20-22 ár, sum eisini bert taldi tvær gentur. Tað vóru sostatt fýra gentur sum byrjaðu hendan 800 meturin. Tær báðar eldru tóku leiðsluna fyrsta umfarið, men tá Rebekka fekk millumtíðina at vita, var tað hon sum tók yvir. Ferðin fyrsta av teimum fýra umførunum hevði verið alt ov lítil, og hevði í veruleikanum forkomið møguleikunum hjá henni at bøta um sína bestu tíð og føroyska met, sum hon setti um mánaðarskiftið seinast.

Karina Klok, sum rann í sama bólki sum Rebekka, fylgdi við. Tá komið var á 600 metra merkið, setti Rebekka veruliga ferð á, og Karina kláraði so dánt at hanga í. Seinastu 100 metrarnar gjørdist bert talan um avgreiðslu, og Rebekka kundi renna trygt á mál sum danmarksmeistari. Tíðin gjørdist ikki góð í dag – 2.26,18 ella góð tvey sekund frammanfyri nr. 2. Men í dag var tað gullið sum taldi.


Rebekka frammanfyri Karinu Klok á 800m

0 comment
0

Related Articles