Home Altjóða luttøka Cecil nummar 9 í Reykjavík Maraton

Cecil nummar 9 í Reykjavík Maraton

by Hallur Holm

Stóra mentunnarnáttin er í Reykjavík í kvøld og nátt, og hetta er eisini stóri rennidagur har yviri. Reykjavík Marathon savnar eini 7.000 rennarar, sum umframt maraton eisini renna ½ maraton, 10 km og stuttleikarenning. Føroyingar hava seinnu árini verið dúgligir at at kappast í Reykjavík, og í ár var einki undantak.

Føroyameistarin í maratonrenning seinastu tvey árini var til dystin fúsur, og rann í Reykjavík á fyrsta sinni. Og hóast føðiárstal hansara eitur 1965, so megnaði Cecil Weihe í dag at renna sína næstbestu maratontíð nakrantíð. Við tíðini 2.46.59 eydnaðist Cecili at renna seg heilt fram á 9. pláss av teimum 888, sum gjøgnumførdu fulla maratonteinin.

Hetta er seinasta árið, at Cecil kappast í aldursbólkinum 40-49 ár, og tað bleiv feirað við einum triðjaplássi. Næsta ár verður tað aldursbólkurin 50-59 ár, og við teimum úrslitum, sum vóru í dag, ja so skal Cecil vinna bólkin heilar 10 minuttir framman fyri nummar tvey!


Cecil og Jóhan taka eina spegils-selfie beint áðrenn dagsins hørðu 42 km.

Eisini Jannick Hjaltalin rann væl í Reykjavík í dag. Við tíðini 3.06.23 endaði hann á 35. plássi. Jóhan E. Simonsen var misnøgdur við sína renning. Hann endaði nummar 124 við tíðini 3.27.47.  Hinir báðir føroyingarnir, sum vit hava funnið, eru Árni Lisberg (3.29.24) og Anja Perdomo, sum rann sítt fyrsta maraton, og var stak væl nøgd við úrslitið 4.10.40.

Mentunnarnátt er sum sagt í Reykjavík, og spíssar okkara hava eisini tikið seg saman og foldað seg út. Meðan løgmaður í dag hevur vart málið hjá HB í 1. deild (clean-sheet), hevur mentamálaráðharrin Bjørn Kalsø runnið ½ maraton í Reykjavík (1.49.13). Eisini sendimaður okkara í Reykjavík var við á hesum teini. Hákun J. Djurhuus kom á mál við 2.10.22. Tvær føroyskar kvinnur runnu eisini ½ maraton. Heriet Djurhuus hevði tíðina 2.16.17 og Óluva Zachariassen 2.36.29. Heili 2.177 gjøgnumførdu hálva maratonteinin. Best umtókti renniteinurin er tó 10 kilometur. Her vóru yvir 6.000, sum komu á mál. Teirra millum borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen og leiðarin á mentanardeildini hjá Tórshavnar Kommunu, Jákup Simonsen.

 

 

0 comment
0

Related Articles