Home Altjóða luttøka Dánjal Jákup, Jan Elmar, Marnar, Rebekka og Rúni til DM-U

Dánjal Jákup, Jan Elmar, Marnar, Rebekka og Rúni til DM-U

by Hallur Holm

Komandi vikuskifti verður DM fyri ung hildið í Glostrup. Meiningin var at kappingin skuldi vera í Ballerup, men av tí at ikki bleiv liðugt at høvuðsumvæla breytina í nóg góðari tíð, eru fyrireikararnir noyddir at flyta tiltakið til Glostrup.

5 føroyingar verða við í kappingunum, og vónirnar um heiðursmerki eru góðar. 15 ára gamli Dánjal Jákup Niclasen úr Bragdinum skal renna 100  m og 300 m. Á 100 metrum hevur hann 8. bestu tilmeldingartíð og málið hjá honum er at røkka finaluni, og eisini at renna undir 12 sekund. Ikki er langt niður til teir bestu, tí tann skjótasti hevur 11.71 sum ársbesta. Enn betur sær út hjá Dánjal Jákupi á 300 m, tí her hevur hann bestu tilmeldingartíð av øllum – 38,03 sek, sum eisini er ársbesta í Danmark. Men ikki verður tað lætt kortini, tí kappingarneytarnir eru beint í hølunum, og sjey teir bestu eru undir 39 sek!

Enn er ikki eitt ár síðani Marnar Djurhuus av Morskranesi gjørdist rennari. Men tað er hann so í dag, og tað við lít! 15 ára gamli Treystadrongurin skal renna 1.500 m og 3.000 m. Á 1.500 metrum hevur hann tilmeldingartíðina 4.26, sum er 5 sek seinni enn danski super-rennarin Lous Krogsbøl, sum eisini skal renna 300 og 800 m. Til seinasta umfar av Grand Prix rann Marnar tó teinin uppá 4.19, so tað skal nokk blíva spennandi, hóast væl er hugsandi, at Louis kann renna enn skjótari. Á 3.000 metrum er besta tilmeldingartíðin 9.25 min. Marnar stendur her niðast á listanum uttan tilmeldingartíð. Men undirritaði metir at Marnar væl kann renna saman við og kanska eisini frá teimum allarbestu á hesum teininum. Tað prógvaði hann til VU-Spelen, har hann rann 2.000 metrar uppá 5.49 min.!!

Vónirnar til Rúna Seloy eru altíð stórar, og eru tær tað eisini hesuferð. Rúni, sum í ár hevur roynt seg nógv innan spurtteinar, fer til DM-U aftur at royna seg á miðteinunum 800 m og 1.500 m. Seinsta ár vann Rúni DM-heitið í báðum hesum kappingunum hjá D 14-15 ár. Nú skal hann renna í bólkinum D 16-17, og fleiri av kappingarneytum hansara hava betrað seg nógv hetta seinasta árið. Enn hevur Rúni ikki sett persónligt met á yndisteini sínum 800 m, og tað sær næstan út til, at hann skal renna upp til sítt besta og kanska nakað afturat fyri at fáa gullið til høldar. Sama fer at gera seg galdandi á 1.500 metrum, har Rúni tó til seinasta Grand Prix’ið setti PM við 4.18 min. Men kenna vit Bragdadreingin rætt, so kemur hann heim aftur við onkrum glitrandi um hálsin!

Jan Elmar Sørensen, sum nú búleikast í Vejle, verður við í kappingini hjá D 18-19. Her fer hann at renna 3.000 m forðarenning. Tað eru langt frá allir rennarar, sum tora at leypa upp um forðingarnar, og tí eru tað ofta fáir rennarar við í hesi kappingini. Um tað hevur gingið væl við venjingunum hjá Jan Elmari í seinastuni, skuldi verið ein møguleiki fyri heiðursmerki til hansara.

Einasta gentan hesuferð, er Rebekka Fuglø úr Treysti. Hon verður við í kappingunum G 16-17 ár og luttekur á 400 m og 800 m. Rebekka er kanska hon, sum far tað truplast at vinna sær heiðursmerki, men setir sær tó sum mál, at koma heilt niður móti sínum egna føroyska meti á 400 metrum, og niður móti oyggjleika-kravinum á 800 metrum.

Tað sær í øllum førum spennandi út, og tað vildi eisini verið fantastiskt, um tey komu heim við 5 heiðursmerkjum. FÍF ynskir øllum góða eydnu. Vit fylgja við her á heimasíðuni, og fara at skriva eftir loknar kappingar!

0 comment
0

Related Articles