DM bronsa og føroyskt met Rebekku Fuglø

Skrivað hevur

Hetta vikuskiftið verður kappast um DM innandura í høllini í Skive, og tríggir føroyingar eru við í kappingunum. Tað eru tær tríggjar Treysta-genturnar, Rebekka Fuglø, Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø, sum í løtuni gongur á ítróttareftirskúla í Vejle, har hon hevur frælsan ítrótt á linju.

Men lat okkum fyrst tríva í úrslitið hjá Rebekku í Nordenkampen seinasta vikuskifti, tá Rebekka umboðaði danska/íslendska landsliðið í norðurlendskum landsdysti móti Noregi, Finnlandi og Svøríki. Hvørt land hevði tvey umboð í hvørji kappingargrein, og Rebekka var útvald at renna 1.500 m. Íslendska Anita Hinriksdóttir, sum er 800m rennari í heimsflokki varð sett at renna sum hara, so ferðin var himmalhøg beinanvegin. Rebekka kom tí at renna rættiliga einsamøll størsta partin. Eina løtu var hon nær við at vinna feltið aftur, men so dragnaði aftur. Hon helt donsku Line Schultz aftanfyri, og av tí at bert ein finsk var við, gjørdist Rebekka nummar seks í kappingini. Tíðin – 4.32 –  var nakrar tíggjundapartar skjótari enn vikuna frammanundan, tá hon vann Pallas Spelen. Ikki var langt til seinnu norsku kvinnuna, og hevði Rebekka runnið upp til sítt allarbesta, hevði hon kunnað vunnið seg eitt pláss longur fram.

Og so aftur til DM á 1.500 m í dag. Favoritturin var Maja Alm, sum er fleirfaldur heimsmeiastari í vitarenning, men sum hesi bæði seinnu árini hevur blandað seg í evropiska toppin innan bæði lendis- og breytarrenning. Og so var tað eisini 18 ára gamla evnaríka Anna Mark Helwig.


Rebekka rindar møðina sitandi í grøna Vejlebúnanum. Hon umboðar Vejle IF, tá hon er við í DM-kappingum

Maja Alm fór undan beinanvegin, meðan Rebekka legði seg aftan fyri Anna. Ferðin hjá Rebekku lá beinanvegin til føroyskt met, sum var 4.29. Tær runnu framvið 1.000 metrum við 2.56,5 sekund, og eftir eitt umfar afturat við somu ferð, økti Rebekka og royndi at sleppa undan Anna. Samstundis byrjaði frástøðan til Maja í oddinum at minka. Men Rebekka megnaði ikki at renna fram til Maja, og Anna fekk kreftir aftur og spurtsigraði Rebekku, sum nú hevði givið alt hon átti. Rebekka fegnaðist um sítt bronsumerki, men ikki minni um tíðina, sum gjørdist eitt stórt føroyskt met – 4.26,35.  Hetta er samstundis sterkasta úrslitið innan frælsan ítrótt í Føroyum nakrantíð. Við 1022 IAAF-stigum dettur sterka maratonúrslitið hjá Marnu Egholm frá Berlin í 2015 niður á annað pláss.

Vit hava nú í januar og februar fingið fimm nýggj føroysk innanduramet í fimm ymiskum kappingargreinum av fimm ymiskum íðkarum. Meira um tað í seinni grein.

RESULTS – Finished, unofficial
# Result Name Team
1 4.22.42 Maja Alm (1988) DEN-AGF Atletik
2 PB 4.24.92 Anna Mark Helwigh (2000) DEN-Sparta
3 PB 4.26.35 Rebekka Fuglø (1993) DEN-Vejle IF
4 4.43.16 Laura Glans (1994) DEN-Odense Atletik
5 4.47.34 Louise Høj Jensen (1997) DEN-AGF Atletik
6 4.52.90 Mie Gam (2001) DEN-Viborg AM
7 5.07.47 Anne-Sophie B. Rasmussen (1997) DEN-AAIG Atletik,Tri & Motion

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*