Home Altjóða luttøka Rebekka DM-bronsu á 1.500 m og føroyskt met á 800 m – tvey bólkamet til Tummas Napoleon

Rebekka DM-bronsu á 1.500 m og føroyskt met á 800 m – tvey bólkamet til Tummas Napoleon

by Hallur Holm

Um vikuskiftið var Rebekka Fuglø í Danmark, har hon kappaðist í DM innandura. Á heimasíðuni hjá Treysti skrivar Guttorm Sørensen soleiðis um úrtøkuna:

———-

Tað gekk væl hjá Rebekku í DM innandura har hon vann bronsuheiðursmerki í 1.500m við 4.35,04 min. Hon rann takstiskt sera væl í kappingini við 6 aðrar kvinnur. Ongin av teimum megnaði tó at fylgja Line K. Schulz, sum vann við 4.26,55 min. Louise Jørgensen, sum bleiv nummar tvey setti persónligt met við 4.32,89 min. Í kappingini um triðjaplássi endaði Rebekka einans 9/100 sekund frammanfyri Josefine Rytter, sum hon mangan hevur havt harðar kappingar við. Í fjør vann Rebekka eisini bronsu í 1.500m renningini, og tá setti hon føroyskt met við 4.29,60 min.

Rebekka DM inni 2017
Rebekka longst til høgru rennur í grønu litunum hjá Vejle IF, sum hon umboðar til DM-kappingar (mynd: Gunner Sørensen)

Bert tríggjar tímar eftir 1.500m renningina skuldi Rebekka renna innleiðandi riðil í 800m. Tær trettan kvinnurnar blivu býttar í tríggjar riðlar við ávikavist 4, 4 og 5 kvinnum, har Rebekka kom í triðja riðil við 5 kvinnum. Seks kvinnur sleppa at renna finalu. Vinnarin í hvørjum riðili kom í finaluna umframt tríggjar tær bestu tíðirnar hareftir. Eftir tveir teir fyrru riðlarnar var greitt, at Rebekka antin mátti vinna riðilin ella helst renna undir 2.14,41 min. og enda í minsta lagi á triðjaplássi. Vinna riðilin varð trupul uppgáva, tí har vóru tvær norskar kvinnur favorittar til at enda nummar eitt og tvey, og so bleiv. Rebekka visti av millumtíðunum fyri hvørjar 200m, at tíðin hjá henni var góð og hon lá á triðjaplássi, men bert fáar metrar áðrenn strikuna fór Josefine Rytter, sum bleiv nummar fýra í  1.500m, framvið Rebekku og vann seg fram á triðjapláss og harvið sætta finalusessin við 2.12,80 min. og bert 15/100 sekund frammanfyri Rebekku, sum rann sera væl og betraði sítt egna føroyska met til 2.12,95 min. Metið hjá henni frammanundan var 2.13,70 min. sum hon setti í DM innandura í fjør.

——-

Eisini Tummas Napoleon Arge úr Hvirluni, sum nú búleikast í Danmark, var við til DM. Hann luttók á 60 metrum og á 200 metrum. Leygardagin var hann ein av teimum 27 spurtarunum á 200 metrum innleiðandi. Teir runnu tríggir og tríggir í níggju riðlum. Tíðin hjá Tummsasi Napoleon gjørdist 24,51 sekund, og var ikki nóg mikið til at koma í finaluna. Til tað kravdist ein tíð uppá 22,78 sekund. Men hetta var kortini nýtt bólkamet fyri dreingir 22 ár og samanlagt rakk tíðin til 20. pláss.

Tummas Nap 100
Tummas Napoleon tekur móti lukku-ynskjum á Tórsbreyt

Sunnudagin var 60 meturin á skránni. Tummas er kvikur og skjótur úr blokkinum, so væntandi fór hann at standa seg betur á stytsta teininum. Bert 1/10 sekund var Tummas frá at røkka finaluna. Við 7,38 sekundum eydnaðist eisini her at seta nýtt bólkamet fyri dreingir 22 ár. Tummas Napoleon gjørdist nummar 22 av teimu 34 spurtarunum.

 

Fleiri góðar myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá www.treysti.fo

0 comment
0

Related Articles