DM bronsu og føroyskt met til Valborg

Skrivað hevur

Í dag var H.C. Andersen Marathon hildið í Odense. Millum teir gott 4.000 rennararnar var eisini føroyska Valborg Heinesen, sum umboðandi Sparta var við í kappingini um DM. Undan kappingini var greitt, at fýra rennarar á pappírinum vóru betri enn Valborg, men munurin var rættiliga lítil, og á einum maratonteini kann nógv henda, so vónirnar um eitt DM-heiðursmerki vóru til staðar, sjálvt um Dansk Atletikforbund ikki nevndi Valborg sum eina av heiðursmerkjabiðlunum.

Og tað vóru júst tær fýra, sum rættiliga tíðliga fóru undan Valborg. Á 10 km vóru tær longu farnar góðar tveir minuttir undan, men Valborg helt seg punktliga til tær ætlanir, sum hon hevði avgjørt frammanundan. Á 30 kilometrum var hon komin á fjórða pláss, og helt framvegis javna fer, ja kanska eitt vet skjótari, meðan km-tíðirnar hjá hinum versnaðu. Á 40 km hevði hon eisini tikið Dorthe Dahl, og var nú komin á triðja pláss. Harafturat varð ferðin sett upp, meðan tær frammanfyri mistu ferð.


Valborg við bronsukrónuni og blómutyssi eftir megnaravrikið

Bronsan varð runnin trygt heim, men bert 25 sekund vóru fram til Lone Balling á øðrum plássi. Valborg hevði nógv skjótast tíð teir seinastu 12 km og nærkaðist vinnaranum heilar tveir minuttir. Tað var Rikke Due-Andersen, sum á degnum setti persónligt met við 5 minuttum. Tá saman um kom var hon bert 2.54 framman fyri Valborg, og var “púra ferdig”. Tað er lítið at ivast í, at enn er nógv eftir í Valborg, sum við dagsins úrsliti fær fjórðu bestu donsku tíð yvirhøvur í 2014! Nógva ferðin móti endanum gjørdi eisini, at Valborg tók føroyska metið á maratonteininum. Gamla metið átti Joan Bláfoss (2.50.27). Tíðin hjá Valborg var 2.49.37.

Hjartaliga tillukku við Bragdinum, Valborg!

Marna eisini kanóntíð
Tað var ikki bara Valborg, sum rann skjótt í dag. Niðri í Berlin vóru yvir 40 føroyingar við í stóru maratonkappingini har, og millum teirra var eisini nýggja føroyska stjørnuskotið Marna Egholm, sum venur við Sparta í Keypmannahavn. Marna vann stórsigur í ólavsøkurenningini, og hevur síðan tá eisini fingið sera góð úrslit í kappingum í Danmark, so spennandi var at síggja, hvat hon fór at megna í síni allar fyrstu maratonrenning.

Og úrslit hennar var einki minni enn fantastiskt. Eins og Valborg rann Marna sera javnt og disiplinerað. Ja, sum ein gomul maratonrotta. Og tað skuldi vísa seg at geva úrslit! Av teimum íalt 7.000 kvinnunum endaði Marna á einum ótrúligum 20. plássi! Og tá eru allir afrikanararnir taldir við. Bert sjey kvinnur úr Evropa vóru framman fyri Marnu, og tað sigur ikki so lítið! Tíðin hjá Marnu gjørdist 2.52.00!! Eisini eitt hjartaligt tillukku við úrslitinum, Marna!


Í Marnu Egholm eiga føroyingar enn eitt superkort í langteinarenning. Hon gjørdist nummar 20 í Berlin Marathon!!

Pól gjøgnumførdi Spartathlon
Eisini í Grikkalandi hava føroyingar framt brøgd hetta vikuskiftið. Fríggjamorgunin klokkan fimm var starturin í ársins Spartathlon, og millum rennararnar var eisini Pól Sundskar, sum eisini í fjør royndi seg í hesi kappingini. Ta ferðina var ovurheitt, og Pól gavst eftir 80 av teimum íalt 246 kilometrunum, sum skulu avgreiðast innan 36 tímar.

Um dagin verður runnið í steikjandi hita, men um náttina runnu teir í 1.100 metra hædd, har tað er ísakalt. Jú avbjóðingarnar eru nógvar og harðar, og ikki minst drúgvar, men í evsta tíma kom Pól á mál og er sostatt fyrsti føroyingur, sum gjøgnumførir Spartathlon, sum er ein av heimsins harðastu ultramaraton rennikappingum. Tillukku við Bragdinum, Pól!

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*