Home Altjóða luttøka DM innandura fyri ung um vikuskiftið

DM innandura fyri ung um vikuskiftið

by Hallur Holm

Aftur í ár verða fleiri føroyingar við í DM fyri ung, sum verður í Skive komandi vikuskifti. Bæði Bragdið og Treysti senda teirra bestu íðkarar avstað.

Hjá Bragdinum verða tað Rúni Seloy, Regin Joensen, Teitur Bjarnastein, Steingrímur Hallsson, Sára Debesardóttir og Katarina Høj. Fyri Treysti verða tað Rebekka Fuglø, Marnar Djurhuus, Einar Gregersen og Gunnar Sivertsen. Harafturat verður eisini Rói Holgarsson, sum nú býr í Danmark eisini við. Føroysku umboðini sleppa ikki at luttaka fyri teirra føroysku feløg, og umboða tey tí donsk feløg. Tey í Treysti renna øll fyri Vejle IF, meðan tey flestu hjá Bragdinum renna fyri Hvidovre AM. Tó rennur Rói fyri Sparta, meðan Teitur rennur fyri Aalborg AM. Tað verða venjararnir hjá teimum, sum eisini verða ferðaleiðarar. Jógvan Glerfoss fyri Bragdið og Guttorm Sørensen fyri Treysti.


Steingrímur og Teitur buldra avstað á Fossanesi. Hesaferð vóna vit at teir minnast at dreyga til vinstru í fyrsta svinginum 😉

Kappingarnar verða allar leygar- og sunnudagin. Sambært tilmeldingartíðunum skuldi ligið hampuliga væl fyri at vinna okkurt heiðursmerkið. Í onkrum førum møguliga eisini DM-gull. Tað er serliga í bólkinum gentur 20-22 ár at Rebbekka hevur góðar møguleikar. Men eisini Marnar Djurhuus sær út til at kunna vera við í toppinum, hóast hann er millum teir yngru í 18-19 ára bólkinum. Rúni Seloy hevur drigið mangt eitt DM-heiðursmerki heim til Føroya, men nú er nakað síðani seinast. Spennandi verður at síggja, hvat ein svangur Rúni ger við teir hægri styrkismettu kappingarneytarnar. Tað fer eisini at verða runnið eftir føroyskum metum, kval-tíðum til Oyl, elitubólk og talentbólk, og síðst men ikki minst persónligum metum.

Fara Sára ella Katarina at stjala føroyska metið á 200 m frá Rebekku? Fer Regin at klára oyl-kravið á 800 m? Fer Rúni at bøta sítt egna føroyska met á 800 m? Klárar Gunnar kravið til talentbólkin á 1500 m? Og Einar? Setir Rói nýtt føroyskt met á 60 m? Á hesum og nógvum øðrum spurningum fáa vit svar við kappingarlok. Klárar tú ikki  at bíða til alt er liðugt, ber til at fylgja við á hesi síðuni, har úrslitini verða dagførd so hvørt: http://test.mars-net.dk/meet/ShowMeet.aspx?MeetId=e7ea2608-3eb7-490d-bb84-1e8abdbc4340

FÍF krossar fingrar og tær, og ynskir øllum føroyingunum góða eydnu!

 

 

0 comment
0

Related Articles