Home Altjóða luttøka DM Ung: Aftur gull til Rebekku í dag!

DM Ung: Aftur gull til Rebekku í dag!

by Hallur Holm

Eftir góða dagin hjá ungu Treysta-rennarunum í gjár, tá Rebekka Fuglø vann gull á 800 metrum, og Marnar Djurhuus vann bronsu á 3.000 metrum, skuldu tey bæði í dag kappast á 1.500 metrum.

Í Malmø fyri einum mánaði síðani, setti Rebekka eitt dyggiligt persónligt met, tá hon á fyrsta sinni rann undir 5 minuttir og kom heilt niður á 4.50 min. Í dag var tað ikki tíðin, men plaseringin, sum hevði størsta týdningin. Aftur í dag var Karina Klok einasti avbjóðari. Og aftur í dag fylgdust tær meginpartin av teininum. Men tá Rebekka rann seinastu 200 metrarnar uppá 35 sekund, var einki at gera hjá Karinu, og enn eitt DM gull kom heim til Norðdepils! Og sanniliga, um ikki tíðin røkk til eina lítla betran av hennara bestu tíð, sum gjørdist 4.49,21 min.


Karina Klok úr Amagar AC og Rebekka Fuglø á skamlinum eftir 1.500m, sum Rebekka vann og setti PR

Tann harði 3.000 meturin hjá Marnari í gjár hevðis sett seg tungt í beinini. Tí hóast tað bleiv runnið hampuliga skjótt á 1.500 metrinum í dag, so skuldi hann við hvíldum beinum klárað at fylgt við. Men eftir hálva leið mátti Marnar sleppa oddinum, og koma heim sum frægast, berjandi um fjórðapláss. Tí fekk hann ikki trupulleikar við, og hann endaði eisini á fjórða plássi við tíðini 4.21,34 min.   Í Malmø rann Marnar 4.16, 74 min. so hann var eitt sindur skuffaður.


Marnar (272) var leingi væl við, men so byrjaði gjárdagurin at seta síni spor

Guttorm Sørensen, sum er leiðari og venjari hjá Treysti, er stak væl nøgdur við úrslitini hesar báðar dagarnar, sum hava givið teimum tvey DM-heiti og eitt bronsumerki. Harafturat hava tey sett hvør sítt persónliga met, har tað hjá Marnari á 3.000 eisini er bólkamet, og bert smá tvey sekund frá innandurametinum hjá monnum.


Guttorm Sørensen var sera væl nøgdur við avrikið hjá Rebekku á 1.500m

Her sæst 3.000 meturin hjá Marnari frá leygardegnum, tá hann vann bronsu: http://www.youtube.com/watch?v=AHdLcZZfn_4

0 comment
0

Related Articles