Home Altjóða luttøka DM ung: Øssur tvey DM-gullmerki.

DM ung: Øssur tvey DM-gullmerki.

by Hallur Holm

Næst seinasta vikuskiftið var DM fyri ung hildið í Hvidovre. Vit skrivaðu tá um tey frálíku úrslitini frá fyrra degnum, og kann tann greinin lesast her: http://www.fif.fo/?p=6162 Úrslitini frá seinna degnum stóðu einki aftanfyri, og er hetta tí alt ov góð tíðindi at lata fara afturvið borðinum uttan eina lítla frásøgn, hóast nakrir dagar nú eru gingnir.

Við í kappingini vóru nýggju føroyingar. Sjey úr Hvirluni og ein úr Bragdinum og Treysti. Øssur Debes Eiriksfoss vann sítt fyrsta DM-heiti leygardagin í trístøkki, og sunnudagin hevði hann tvær kappingar afturat. Um morgunin var tað fyrst hæddarlop, har hann vann ein tryggan sigur uttan at leypa upp til sítt besta. Úrslitið gjørdist 184 cm, sum hann kláraði í fyrstu royndini. Síðan reiv hann tríggjar ferðir á 190 cm, men teir 184 cm vóru so ivaleyst at vinna gull og sítt næsta DM-heiti! Triðja kapping hansara var sunnudagin seinnapart, tá longdarlop var á skránni. Tað var javnt í oddinum, og hevði Øssur lopið upp til sítt allarbesta, hevði hann havt møguleika at vunnið sítt triðja gullmerki. Men bert 36 sentimetrar aftanfyri gullvinnaran endaði Øssur og bronsuplássinum við 6,33 metrum, sum hann leyp í seinasta umfarinum. Øssur er í summar fluttur til Keypmannahavnar at lesa, og har er hann farin at venja við størsta danska felagnum Sparta, sum hann eisini umboðaði í kappingunum.

Øssur í Sparta-búna smígur sær lættliga upp um 184 cm og gerst danmarksmeistari. 

Eisini Rói Holgarsson er fluttur til Keypmannahavnar í summar, og eisini hann umboðaði Sparta til DMU. Leygardagin vann hann bronsu á 100 m samstundis sum hann kvalifiseraði seg til oyggjaleikirnar. Og sunnudagin slóg hann so fast, at hann er og verður Føroya spurtkongur. Tí á 200 metrum breyt hann enn einaferð oyggjaleikakravið, tá hann setti eitt stórt persónligt met við 23,33 (+1,6) Og í sera harðari kapping við tríggjar aðrar, eydnaðist Róa at spurta seg til silvurmerki hjá Dr. 20-22 ár. Bert 1/10 sekund var á muni millum nr. 2 og 5.


Rói við bronsuheiðursmerkinum, sum hann vann sær í 100m (mynd: Gutti)

Eitt heiðursmerki afturat fingu vit hendan sunnudagin. Tað kom í klingrukasti hjá Dr. 16-17 ár, har vit hava stórtalentið Hall Simonsen. Hallur er ikki bangin fyri at tapa, og vil sera fegin vinna. Tí leggur hann sera nógv fyri í øllum sínum royndum. Hetta mundi kostað honum plássið í finaluni, men tað gekk akkurát við einum kasti út á 33.91. Fyrsta kastið í finaluni miseydnaðist, men so setti hann trumf á, og í teimum báðum seinastu køstunum kom hann fyrst út á 37,50 m og síðani 40,40 m, sum er nýtt bólkamet, og sum eisini rakk til eitt trygt bronsumerki.


Hallur Simonsen, sum umboðaði Vejle IF, við sínum bronsumerki.

Hanus Bergsson kappaðist ikki sunnudagin. Leygardagin vann hann bronsu í spjótkasti (54,33 m) og í kúlustoyti bleiv tað til 11,43 m.

Tað vóru tó ikki bara teir, ið vunnu heiðursmerki, sum framdu brøgd. Tveir av ídnastu gørpunum í Hvirluni, Trygvi Laksáfoss og Tórur Mortensen, hava vant nógv og væl alt árið, tó uttan at tað hevur sæst so væl á úrslitunum. Tó, til FMU bragdaði brádliga hjá Trygva í hæddarlopinum, tá hann leyp heilar 179 cm og tá gjørdist næstbesti føroyingur nakrantíð. Sunnudagin leyp hann tó 165 cm, og gjørdi seg ikki galdandi. Men leygardagin hevði hann so eisini fingið eitt veruligt frambrot í trístøkki, har hann setti persónligt met við nærum einum heilum metri og eitt klárt bólkamet, sum nú er 12,63 metrar (+0,6). Og mín sann um ikki eisini eitt veruligt frambrot kom í longdarlopinum sunnudagin. Her fekk hann bert tvey lop góðkend, men tey vóru bæði long. Í øðrum umfari leyp hann 5,86 metrar og í sætta og seinasta lopinum kom hann út á 6,02 metrar og eitt fimtapláss í kappingini hjá Dr. 18-19 ár. Hetta er samstundis nýtt bólkamet.

Tórur Mortensen, Dr. 14-15,  fekk eisini fatur á tveimum bólkametum. Tað fyrra í longdarlopi, sum var 4,94 metrar, og so eisini í trístøkki, har hann hevði eina superseriu við 6 góðum lopum. Heilar tvær ferðir kom hann út um 11 metrar. Tað longsta var 11,26 m, og rakk til eitt flott 4. pláss. Tað verður tó tað triðlongsta lopið, sum kemur at standa sum bólkamet, tí vindurin var ov nógvur hini bæði, so bólkametið er nú 10,92 metrar.

Helgi Geyti, Dr. 18-19 ár, kappaðist í spjótkasti og klingrukasti. Við klingruni var hann við 34,54 m hálvanannan metur frá sínum besta, men við spjótkastinum fekk hann sett eitt frálíkt nýtt persónligt met við 44,77 – bert eina hondsbreidd frá bólkametinum.

Tummas Napoleon Arge, Dr. 16-17 ár, var við í kappingunum á 100 m og 200 m. Hann spurtaði ikki heilt upp til sítt allarbesta, men var við 12,17 sek á 100 metrum bert 5/100 sek frá persónligum meti, meðan hann rann 24,86 sek á 200 metrum, sum eisini er nær við hansara bestu tíð.


Tummas Napoleon Arge, umboðandi Århus 1900, kemur flúgvandi á mál.

Tað gekk ikki so væl hjá Rebekku Fuglø, sum hon hevði ætlað. Hon hevur í mong ár luttikið í DM fyri ung, og eigur eina ørgrynnu av heiðursmerkjum frá hesum kappingum og fleiri við tí gyltasta litinum. Undan kappingini hevði hon verið eitt sindur sjúk, og heimafturkomin skuldi tað vísa seg, at hon hevði gingið við lungnabruna. Tí var tað kanska ikki so løgið, at hon ikki megnaði at liva upp til sínar egnu vónir. Úrslitini hjá henni vóru: 800 m – 2.27,23. 1.500 m – 5.05,97. 5.000 m – 20.49. Og tað er ikki so galið av einari gentu við lungnabruna!!!


Rebekka í grønum Vejle-IF búna (mynd: Gutti)

Alt í alt vunnu føroyingarnir tvær gull, eina silvur og fýra bronsu. Og tá hava vit ikki havt Marnar Djurhuus, Rúna Seloy og Bjørk Herup Olsen við, sum annars hava válkað sær í heiðursmerkjum til DM-kappingar. Harafturat eiga vit fleiri onnur, sum kundu verið við og væl og virðiliga gjørt seg galdandi millum trý tey fremstu. DMU er eitt fínt høvi hjá feløgunum at senda sínar fremstu íðkarar til. Kappingarskráin fyri næsta ár er ikki løgd enn, men væntandi verður rúm gjørt fyri DMU.

FÍF ynskir øllum hjartaliga tillukku við teimum frálíku úrslitunum.


7 Hvirlur til DMU. Aftan: Hallur, Øssur, Helgi, Hanus. Framman: Trygvi, Tórur, Tummas Nap.

  
…og hetta var úrtøkan hjá teimum….í fysiskum formi.

Fyrra greinin um DMU kann lesast á hesi krøkju: http://www.fif.fo/?p=6162

Allar myndirnar eru við takksemi læntar frá hvirlan.fo

0 comment
0

Related Articles