Home Altjóða luttøka DM-ung – Rebekka Fuglø tvey gullmerki

DM-ung – Rebekka Fuglø tvey gullmerki

by Hallur Holm

Leygar- og sunnudagin hava Bragdið og Treysti verið við til DM-innandura fyri ung, sum varð hildið í Skive, har einasta innadurahøllin í Danmark er. Seks Bragdalimir og fýra úr Treysti vóru farin niður at kappast. Afturat teimum var eisini Rói Holgarsson komin úr Keymannahavn.

Rói rann bara sunnudagin, tá 60 m var á skránni. Í innleiðandi umfarinum gekk sum tað skuldi. Rói vann sín riðil, og kom í finaluna við 7.34 sek. Í finaluni rann hann eitt sindur skjótari, men hann gjørdist tó ov stuttur til at vinna heiðursmerki. Við 7,28 sek endaði Rói á 4. plássi, 5/100 sek. frá sínum egna føroyska meti.

Tvær gentur frá Bragdinum vóru við í Skive. Tíverrri fyri Sáru Debesardóttir kom ein gamal skaðí í mjødnini lúrandi undir upphitingini til 200 metra kappingina. Hetta varð mett so mikið álvarsamt, at Sára ikki luttók í nakrari kapping yvirhøvur hetta vikuskiftið. So Katarina Høj var einasta Bragdagenta í kapping. Fyrst var tað á 200 m. Tíðin gjørdist 29,16 sek, ella eitt vet verri enn í Íslandi í januar. Seinni leygardagin var so 800 m á skránni. Her eydnaðist Katarinu at renna set til eitt flott persónligt met við 2.28,69. Hetta rakk til eitt 6. pláss. Sunnudagin kappaðist Katarina á 1.500 m, og aftur her megnaði hon at seta nýtt persónligt met við 5.06.06, og rakk hetta til 8. pláss. Katarina rennur í bólkinum gentur 14-15 ár, har hon er í yngra árganginum.

Rebekka Fuglø hevur nærum ikki verið til eitt DM uttan at draga metal heim við sær. Og so var heldur ikki hesaferð. Men til hetta DM var eitt sindur lættari enn vanligt, tí á 800 metrum hevði hon bert eina at kappast við, og á 1.500 metrum var hon heilt einsamøll. Kortini rann Rebekka upp móti sínum allarbesta. Á 800 metrum vann hon greitt, og fekk tíðina 2.21,80 min. Á 1.500 metrum gjørdist tíðin eisini heilt góð. 4.48,57 boðar frá, at Rebekka fer at verða klár, tá oyggjaleikirnir byrja.


Vetrarkapping á longum teini á Fossanesi ella DM í miðteinarenning í Skive. Rebekka vil bara hava gull!

14 ára gamli Gunnar Sivertsen úr Treysti var við til DM fyri fyrstu ferð. Hann luttók á 1.500 m og 3.000 m fyri dreingir 14-15 ár. Í báðum førum eydnaðist honum at klára B-krav til talentbólkin. Tíðin á 1.500 m var 4.55,35 min og á 3.000 m 10.48,84.

Teitur Bjarnastein og Steingrímur Hallsson úr Bragdinum vóru við í bólkinum D16-17, har báðir eru í yngra árganginum. Báðir runnu upp til sítt besta, og fingu tvey persónlig met í part. Teitur er veruliga við at blíva ein av okkara allarbestu miðteinarennarum, hóast hann ikki er fyltur 16. Við tíðini 2.03,07 á 800 metrum gjørdist hann nr. 4, og er als ikki so langt frá oyl-kravinum á 2.00,80. Steingrímur skorið trý sekund av síni bestu tíð, og fekk 2.11,21 min. Eisini á 400 m gekst væl hjá teimum. Teitur kom á fyrsta sinni undir 55 sek. og við 54,73 sek endaði hann á 5. plássi, meðan Steingrímur við 57,43 sek gjørdist nr. 9. Hjá Teiti var talan um 2xA-krav og hjá Steingrími B-krav á 800 m.

So vóru tað teir hálvvaksnu. Treystadreingirnir Marnar Djurhuus og Einar Gregersen runnu 1.500 m og 3.000 m, meðan Bragdadreingirnir Rúni Seloy og Regin Joensen runnu 400 m og 800 m. Hetta er alt í bólkinum 18-19 ár, har Rúni er millum teir eldru, og hinir tríggir millum teir yngru. Eftir fram úr góðu úrslitini hjá Marnari í Íslandi, vóru vónirnar góðar um at vinna heiðursmerki. Á 3.000 metrum vóru tveir heilt skjótir, sum Marnar mátti lata fara, men í kappingini um triðja plássið var hann sterkastur. Men okkurt kiksaði við runduteljingini hjá Marnari, tí hann hevði eitt umfar eftir, tá hann helt hann kom á mál. Hetta gjørdi at ein fekk hann aftur, og hóast Marnar helt avstað aftur og vann sítt triðja pláss aftur, helt hetta bara eina løtu. Kreftirnar vóru uppi og Marnar mátti taka til takkar við 4. pláss við tíðini 9.14,71 min – meira enn 20 sek. seinni enn í Íslandi. Einar rann eina góða kapping og fekk sett persónligt met við 9.45,98.

Sunnudagin runnu teir báðir so 1.500 m. Her gekst frægari hjá Marnari. Hóast hann var seks sekund frá sínum egna føroyska meti, eydnaðist honum at vinna bronsumerkið við tíðini 4.12,74. Bert 10 sekund aftanfyri kom ein vælrennandi Einar á 8. plássi og setti eitt flott persónligt met við 4.23,33 min.

Leygardagin var 800 m, har Regin og Rúni vóru við. Hvørgin teirra megnaði at renna upp til sítt besta. Við 1.59,99 kom Rúni akkurát undir 2 minuttir, og rakk hetta til 6. pláss. Regin bleiv nr. 12 við 2.05,25. Á 400 metrum rann Rúni 53,53 sek og bleiv nr. 6, meðan Regin við 55,25 sek bleiv nr. 12.

Føroyingarnir koma sostatt heim við tveimum gull- og einum bronsuheiðursmerki, og má tað sigast at vera sera væl klárað. Harafturat er at fegnast um heili tíggju persónlig met í teimum 20 startunum. FÍF ynskir tykkum tillukku við teimum góðu úrslitunum.

3 comments
0

Related Articles

3 comments

Hallur 11.03.13 - 01:20

Og so skal leggjast afturat, at Rói Holgarsson var á liðinum hjá Sparta, sum vann gull á 4×200 m.

Og ikki nokk við tí. Tíðin, 1.30,29 min, var so góð, at hetta er danskt ungdómsmet hjá bæði dr. 22 ár og dr. 23 ár!!

Og nú eg eri við donsk ungdómsmet, kann eg nevna at Rúni Seloy framvegis eigur danska innandurametið fyri dreingir 15 ár!

Hallur 11.03.13 - 01:25

Og tað er á 800 metrum. 6. mars 2010 rann Rúni 1.59,62, sum framvegis stendur sum danskt ungdómsmet fyri dreingir 16 ár (ikki 15) Rúni rann annars 1.56,71 min uttandura sum 15 ára gamal, og var hetta besta tíð hjá einum 15 ára gomlum í øllum norðurlondum í 2009!

Hallur 11.03.13 - 11:49

Meira um met:

Bæði úrslitini hjá Katarinu Høj vóru bólkamet hjá gentum 14 ár!

Bæði úrslitini hjá Gunnari Sivertsen vóru bólkamet hjá dreingjum 14 ár!

Rebekka Fuglø setti bólkamet á 1.500 fyri gentur 20 ár!

Rúni Seloy setti bólkamet á 800 m fyri dreingir 19 ár!

So er tað komið uppá pláss!

Comments are closed.